Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Smáørindi í arbeiðstíðini hjá starvsfólkunum eru alt ov dýr fyri felagið, tey hoyra ongastaðni heima, og tí verð tey ikki góðtikið hereftir, tað hevur stjórin í australska námsfelagnum Mineral Resources, Chris Ellison, boðað starvsfólkunum frá, skrivar BBC.

Felagið hevur innrættað høvuðsskrivstovuna í Perth við barnagarði, matstovu, venjingarmiðstøð og sálarfrøðingum, alt fyri at starvsfólkið skal trívast, og so tað skal vera óneyðugt at fara nakran veg í arbeiðstíðini.

Stórin sigur, at tað er alt ov dýrt fyri felagið, tá fólk fara síni smáørindi, eftir einum kaffikoppi ella hvat tað nú skal vera, mitt í arbeiðstíðini.

- Vit hava kannað tað og funnið útav, at tað kostar okkum sera nógv. Tað ber ikki til, at fólk reelt eru til arbeiðis í tríggjar ella fýra dagar, men fáa løn fyri fimm dagar um vikuna, sigur Chris Ellison. 

Tað hevur ikki gingið væl hjá Mineral Ressources seinastu tíðina, millum annað tí prísurin á lithium og jarnmálmi er nógv fallin. Felagið hevur mist 43% av virðinum á børsinum, og vinningsbýtið er avlýst fyri fyrstu ferð í 10 ár. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo