Eftir reyðasta dagin síðani 1987 í gjár og fríggjadagin er stemningurin aftur vendur á partabrævamarknaðunum og alt er grønt aftur í morgun.
Serfrøðingarnir siga, at tað eru ávís tekin í heimsins størsta og sterkasta búskapi, tí amerikanska, sum benda á, at vøksturin ikki verður eins stórur sum higartil hildið, og tá er skjótt, at tað sæst aftur í virðinum á partabrøvum. Ikki minst, tá vónir og væntanir eru skrúvað so langt upp, sum tað er nú.
Tey bæði føroysku børsskrásettu partabrøvini, Føroya Banki og Bakkafrost, fluttu seg ávíkavist onki og smá 2 prosentstig tá marknaðirnir lótu upp í morgun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo