Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum var knappliga 175.000 í 2021. Innskrivingarnar vóru góðar 72.000 í tali

Skrokkurin er bygdur í Rumenia og er 84 metrar langur og 17 metrar breiður. Væntandi kemur hann at lasta 960 tons av frystum á plattum og uml 550 kubik av súrløgi

Reiðarin úr Skagen selur øll rættindi til pelagiskan fisk og eisini nýggju Gitte Henning, sum verður bygd í Spania

- Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað vera stórt spell, at arbeiðið at bjóða út svimjihøllina í Runavík ikki bleiv skipað á nøktandi hátt

Í dag komu tornini til tær seks stóru vindmyllurnar hjá Vindrøkt, sum skulu standa við Gellingarklett

Nýggi Akraberg kemur úr Rumenia og skal nú gerast liðugur í Brattvaag, har hann kemur um ein góðan tíma, sigur reiðarin Anfinn Olsen, sum er staddur í Noreg

- Kringvarpið hevur nú í fleiri umførum havt tíðindainnsløg um, at Føroyar bert fiskaðu 67% av makrelkvotuni í 2021. Hetta er ikki rætt

Hóast oljuprísurin seinastu tíðina hevur verið tann hægsti í sjey ár, so ávirkar tað ikki elprísin hjá SEV. - Vit prístryggja oljuna, og tí verður eingin broyting í ár, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, við Útvarpið

Nú tað hevur vundið upp á seg, at alt fleiri selja mat heimanífrá, tað verið seg køkur, pitsur, matveiting til tiltøk og annað, skal Ferðavinnufelagið minna á, at matvøruvirksemi í allarflestu førum krevur loyvi

Av teim umleið 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 32.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru knappliga 6.300

Veðrið er ein forðing, og teir sum eru úti fáa lítið

Handlar og fyritøkur í hópatali lata upp við Karlamagnusarbreyt. Nýggjasta skotið er Salong 188

Netflix fekk í 2021 18,2 milliónir nýggjar kundar og hevur nú tilsamans 221,8 hald globalt

Virði á KT vinnuni skal meir enn tvífaldast komandi átta árini. Tað er høvuðsniðurstøðan hjá Vakstrarforum, sum í dag legði fram frágreiðing um vøkstur innan KT vinnuna

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum fyri fjórða ársfjórðing í fjør vísir, at í miðal eru prísirnir øktir 0,7 prosent í mun til triðja ársfjórðing í fjør

Landsstýrismaðurin hevur valt Súsonnu Poulsen, bankastjóri í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóra á Betri Trygging

Reyðæti er týdningarmikil partur av grundarlagnum undir lívinum í sjónum. Tí ræður um at hava tunguna mitt í munninum, tá tosað verður um at fara undir handilsliga veiðu

Talið á nýggjum íløgum í vinnuna var dupult so stórt í fjør sum fyrraárið

Samlaði útflutningurin var 8,9 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021. Somu mánaðir í 2020 var útflutningurin 7,8 milliardir krónur

Eftir at hava staðið fyri vertshúsinum Maggies í Nólsoy í 18 mánaðir smoyggir unga parið nú upp um armarnar í Danmark

Hóast korona framvegis spøkir og órógvar samfelagið, so benda nýggjastu hagtølini á, at føroyski samfelagsbúskapurin er komin rættiliga væl ígjøgnum hesi seinastu tvey óvanligu árini

Innflutningurin til og við november 2021 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 12,3% í mun til sama tíðarskeið í 2020

Veður og nýliga byrjaðir túrar gera tað

Í desember 2021 var fyrstu ferð, at lønargjaldingarnar fóru upp um milliardina og er samstundis met fyri einstakan mánað

- Elbilar eru ikki nøkur bjarging fyri mannaættina. Teir eru eitt politiskt flopp. Teir eru oyðandi fyri umhvørvið og framleiðslan av teimum er so óetisk og dálkandi, sigur sviin Bengt Karlsson

Elsta sildin stendur flestøll árini nær front-økjunum norðan fyri Føroyar – upp móti Ísland-Føroya frontinum og Jan Mayen frontinum

Betri hevur røtur langt aftur í okkara samfelag og hevur grundarlagið altíð verið, at limirnir eiga felagið

Yvir 10% vórðu løgd afturat virðinum, uttan at bankin er komin við nakrari fráboðan

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið hava í dag undirskrivað semju við Starvsfelagið

Felagið Nótaskip hevur fingið fiskiskapin eftir lodnu í íslendskum sjógvi MSC góðkendan

Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar nýggju verkætlanina "UNIFIeD", sum snýr seg um, hvussu Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland gagnnýta eDNA til havgransking og havyvirvøku

Fiskamarknaðurin metir um útlitini fyri vikuna

– Business-line setti sær sum mál frá byrjan at gerast tann støðugi og tryggi veitarin av búskaparligum upplýsingum um føroyskt vinnulív. Skjót og løtt atgongd er eitt hent amboð hjá fyritøkum og stovnum, sigur Finnur Sivertsen, sum í 2000 stovnaði Business-line

Desember er vanliga tann mánaðurin við flest løntakarum. Í ár er einki undantak. Tað vóru góð 28.050 í løntakaraskaranum í desember. Tað er met og eisini fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000 ein einstakan mánað

Hippie-bussurin kemur í mars

Tøkan av alilaksi var 95 tús. tons í kruvdari vekt í 2021. Hetta er umleið 30% meira enn í 2020 og eisini meira enn metárið 2019

Klædnaídnaðurin er ein av heimsins størstu klima- og umhvørvis syndarum, sambært tølum frá Heimsbankanum

Virði á fiskinum sum limirnir hava selt er økt heili 66%

Minka CO2 útlát- við nýggjari uppfinning sum gevur burðardygt bjór og brús

Í november 2021 vóru gistinæturnar knappliga 10.400 í tali, sum er met fyri einstakan novembermánað. Gistinæturnar vuksu 23% samanborið við sama mánað í 2020 og vóru eitt vet hægri (4%) enn í 2019

Globe Tracker hevur sett Rich Meyers sum stjóra. Hann tekur við eftir Ólavi Ellefsen, sum hevur verið stjóri síðani 1. mars 2021

Uppgerðin av smásølu fyri 3. ársfjórðing 2021 vísir m.a., at sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð er lækkað 6%, meðan sølan av klædnavørum og fótbúnaði hækkað 11% frá 3. ársfjórðingi í fjør til 3. ársfjórðing í ár

Roknskaparfelagið bjóðar nú íverksetum møguleikan at fáa ókeypis ráðgeving um avbjóðingar í sambandi við stovnan av nýggjum virki

Roknskaparhátturin er skeivur, notur ella aðrir partar av ársfrásøgnini mangla. Og tað er líkamikið um roknskapurin hevur átekning frá grannskoðara

Fyrsta felag sum er 3000 milliardir dollarar vert

Granskarar á Havstovuni hava verið við í eini vísindaligari kanning, sum nýliga er almannakunngjørd, har sjálvvirkin prøvatøkuútgerð var sett á fortoyingar undir arktiska havísinum í eitt heilt ár

Um stutta tíð verður føroyska kelduvatnið Kirvi at fáa til keyps í Danmark

Tann 23. desembur 2021 undirskrivaði Bakkafrost eina avtalu um keyp av partabrøvunum í Munkebo Seafood A/S

Altjóða partabrøv kláraðu seg væl í fjør. Men tey bæði føroysku vóru eitt undantak

Bæði topplinja og botnlinja vóru munandi betri enn árið fyri síðsta roknskaparár