Fyrr í dag stóðu sjey kavarar endaligu royndir sínar, í samband við útbúgving innan vinnukaving. Tað gekk sera væl hjá øllum næmingunum og vóru teir væl nøgdir.
Allir hava fingið bjóðað starv tá teir eru lidnir at útbúgva seg.
Á myndini síggja vit kavararnar eftir royndirnar.
Standandi frá vinstru síggja vit Janus Joensen, lærara, Ernst P. Johannessen, Dánial W. Johannesen, Eli Hansen og Hera Mørkøre, próvdómara. Sitandi frá vinstru síggja vit Signar J. Olsen, Gunnar S. Petersen, Jógvan J. Joensen og Róa Magnusson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo