Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Norðoya Sparikassi: Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2024 var eitt avlop upp á 25,0 mió. kr. samanborið við 16,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum vegna hægri rentustøði og vøkstur í virksemi.

Sparikassin er nøgdur við gongdina fyrra hálvár 2024.  

Virksemi
Útlánini øktust úr 2.182 mió. kr. upp í 2.223 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 41 mió. kr. ella 1,9 %. Vøksturin stavar serliga frá fíggingum til bústaðarendamál.

Innlánini øktust úr 2.607 mió. kr. upp í 2.675 mió. kr., sum er ein hækking upp á 68 mió. kr. ella 2,6 %. Innlán við uppsøgn eru ein vaksandi partur av samlaðum innlánum, og alsamt fleiri kundar velja at binda peningin og fáa harvið hægri rentu.

Grundrakstur
Grundraksturin er úrslitið áðrenn virðisjavnan, niðurskrivingar og skatt.

Grundraksturin varð munandi styrktur fyrra hálvár 2024. Grundraksturin var 31,0 mió. kr. samanborið við 21,9 mió. kr. árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 9,1 mió. kr. ella 41,6 %.

Kapitalur og gjaldføri
Sparikassin hevur dyggan kapital og gott gjaldføri.

Solvensurin fyrra hálvár var 28,8 % sammett við 27,7 % árið fyri. Lyklatalið fyri gjaldførið var 469 % í mun til lógarkravda minsta kravið á 100 %.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo