Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Reiðarafelagið: Vísindaliga ráðið hjá NAFO kunngjørdi herfyri sítt tilmæli viðvíkjandi toskakvotuni á Flemish Cap komandi tvey árini. Merkisvert er, at meðan stovnurin er størri enn í fjør, mælir ráðið til at lækka kvotuna eitt vet. Tó er góður møguleiki fyri, at kvotan verður hægri, enn ráðgevingin sigur, um NAFO-londini semjast um tað.

Síðan fiskiskapurin eftir toski byrjaði aftur á Flemish Cap í 2010, hevur henda veiðan verið eitt týðandi ískoyti hjá føroyskum skipum – serliga línuskipum tey seinastu árini. Nú er tilmælið fyri toskakvotuna í 2025 og 2026 kunngjørt undan ársfundinum, sum verður í Kanada síðsta í september. Uttanríkisráðið hevur leiðsluna í samráðingarnevndini, sum tekur lut á ársfundinum í NAFO.

Tilmælið er, at kvotan ikki skal vera hægri enn 10.913 tons komandi ár og ikki hægri enn 12.310 tons í 2026. Kvotan verður tí møguliga ásett fyri tvey ár á rað í hesum umfarinum. Kvotan verður ásett á ársfundinum, eftir at londini hava viðgjørt tað vísindaliga tilmælið og tikið støðu til tað. NAFO londini semjast javnan um eina aðra kvotu enn tað, sum vísindaliga ráðgevingin sigur.

Føroya Reiðarafelag hevur mangan víst á, at tað vísindaliga tilmælið hjá NAFO er ógvuliga varið samanborið við tilmæli frá ICES um aðrar botnfiskastovnar í Norðuratlantshavi. Henda ráðgevingin verður nevniliga gjørd eftir einum øðrum leisti, enn vit kenna úr ICES. Ein orsøk til hetta er, at vísindaliga ráðgevingin eisini tekur støði í einari meting av, hvør møguleiki er fyri vøkstri í stovninum komandi trý árini. Henda metingin er tó serstakliga óviss, og tí kundi kvotan verið ásett hægri.

Ráðgevingin sigur annars, at stovnurin er vaksin samanborið við ráðgevingina í fjør, og at støðan viðvíkjandi bæði veiðitrýsti og stovnsstødd er í tryggari legu. Tí er ein møguleiki fyri, at kvotan verður hægri komandi ár, enn ráðgevingin gevur ábendingar um.

Reiðarafelagið metir, at kvotan kann vera umleið 14-15.000 tons, samstundis sum at samtyktu fyrivarnisreglurnar hjá NAFO verða hildnar. Hetta hevði komið føroyskum skipum og manningum væl við, samstundis sum at farið verður varliga fram.

Fyrivarnisreglan hjá NAFO sigur annars, at veiðitrýstið ikki skal vera hægri enn eitt ávíst mark (Flim), og at stovnurin ikki skal minka niðurum eitt ávíst mark (Blim). Lítil og eingin vandi er fyri, at hesi mørk verða brotin við eini hægri kvotu.

Fiskiskapurin hevur aftur í ár verið óvanliga góður samanborið við fiskiskap við línu aðrastaðni. Undanfarin ár hava føroysk línuskip fiskað umleið 1 kilo pr. húk, og tað er serstakliga góður fiskiskapur. Føroysk línuskip hava eisini gjørt eitt stórt arbeiði seinastu árini við at gera kanningar á Flemish Cap fyri at styrkja tað vísindaliga grundarlagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo