Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Á Fiskivinnutinginum í Varpinum mikukvøldið í sambandi við Sjómannadagin vóru trý evnir viðgjørd, har serfrøðingar fyrst løgdu fram og síðani var pallborðskjak millum umboð fyri politisku flokkarnar. Tey trý evnini vóru (1) burðardygd í botnfiskaveiðuni undir Føroyum, (2) týdningurin av strandalandaavtalum og (3) javnseting av aktørunum í uppsjóvarvinnuni.

Alt Fiskivinnutingið bleiv stroymt á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Til ber at lurta eftir øllum framløgunum og kjakinum har. Niðanfyri er ein samanumtøka av seinastu framløguni hjá Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi og formanni í Búskaparráðnum, sum viðgjørdi ætlanir landsstýrissins um at javnseta aktørarnar í uppsjóvarvinnuni og at herða antitrust-reglurnar í fiskivinnuni.

Johnny legði fyri við at endurgeva søguna um, at Ronald Reagan, forseti, ynskti sær ein búskaparfrøðingi við bert einum armi, tí búskaparfrøðingar ofta dekka seg inn við orðingini “On the one hand... but on the other hand...” Men í hesi framløguni var formaðurin í Búskaparráðnum glaður fyri at kunna gera púra greiðar búskaparfakligar niðurstøður um ætlanir landsstýrisins at herða reglurnar fyri anti-trust. Og tað gjørdi hann við støði í fiskvinnubúskaparligum meginreglum.

Búskaparfrøðingurin vísti á, at tinglimurin Uni Holm Johannesen í útvarpstíðindunum sama dag hevði greitt frá, at samgongan ætlar at herða anti-trust reglurnar, áðrenn brúksskylda verður áløgd í uppsjóvarvinnuni.

Eisini vísti hann á, at nógv umrøða hevur í seinastuni verið av endaligum avhendan av menningarkvotum, men at hetta er ein púra natúrlig avleiðing av, at menningarkvotur eru tillutaðar aktørum uttan veiðitól, meðan brúksskylda nú er áløgd við lóg.

##med2##

“Ov nógv skip veiða ov fáar fiskar”
Grundleggjandi snýr fiskivinnubúskaparfrøði seg um at røkka málunum um lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygd í gagnnýtsluni av fiskastovnum. Avbjóðingin er, um man bert letur standa til, vilja ov nógv skip veiða ov fáar fiskar. Tí tá óavmarkað atgongd er til felags fiskastovn, vil fiskiorkan blíva økt til samlaðu útreiðslurnar svara til veiðuvirðið.

Tilmælið er tá at avmarkað atgongdina, soleiðis at fiskiorkan verður minni, soleiðis at fiskastovnurin fær loyvi til at vaksa seg størri og kasta meira av sær. Í vísta grafinum verður fiskiorkan avmarkað frá E1 til E2. Úrslitið kann tá gerast, at tað uppstendur ein tilfeingisrenta, sum er munurin millum veiðuvirðið og samlaðu útreiðslurnar til fiskorku. Letur man hinvegin bara standa til og ikki avmarkar atgongdina, vilja nýggj skip koma til inntil tilfeingisrentan er burtur.

##med3##
Á eini slide vísti Johnny í Grótinum hendan grafin frá eini grein hjá Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóra, um fiskivinnubúskaparliga myndulin. Myndulin vísir, at tilfeingisrenta kann spyrjast burtur úr, tá fiskiorkan verður avmarkað.

Amboðini eru TAC og umsetilig rættindi
Hvør er so tilráðingin frá fiskivinnubúskaparfrøðini til, hvussu avmarkingin skal fremjast? Har er tað mest lovyd veiða (TAC) kombinera við umsetilig eginrættindi. Hetta verður vanliga sett saman við økisfriðingum og avmarkingum á veiðutólum v.m.

Mest loyvda veiðan verður ásett við støði í tí, sum fiskifrøðingar mæla til, vanliga ICES. Og síðani verða avmarkaðu veiðurættindini tillutaði aktørunum, har búskaparligu hyggjuráðini eru, at rættindini skulu vera umsetilig. Møguleiki fyri víðarisølu skal tryggja búskaparligan effektivitet. At veiðurættindi er umsetilig er búskaparfakliga skilagott.

##med4##
Veiðuvirðið av pelagisku fiskasløgunum er fleirfalda í mun til áðrenn Føroyar ásettu sær sína egnu hægri kvotu. Hetta hevur elvt til trýst um at útskriva fleiri loyvir.

Pelagiska ævintýrið elvdi til politiskt trýst um fleiri skip
Johnny í Grótinum vísti ein graf yvir gongdina í veiðuvirðinum á pelagisku fiskasløgunum, sum vísir, at veiðuvirðið er fleirfalda til yvir 2 milliardir krónur árliga. Og at hetta eisini elvdi til eitt politiskt trýst um at útskriva fleiri pelagisk fiskiloyvir. So gongdin til størri effektivitet við færri fiskiførum kemur tá undir trýst.

##med5##

Eisini vísti búskaparfrøðingurin ein graf yvir gongdina í talinum av pelagiskum fiskiførum, sum vísir, at talið er økt frá 8 í 2010 til 17 í 2022. Grafarnir stavar frá altjóða grein hjá Hans Ellefsen, lektara á Fróðskaparsetrinum.

Politiska skipanin hevur soleiðis givið eftir fyri trýstinum um at fáa fleiri skip inn í hesa fiskiveiðuna. Meira stál og harvið minni samfelagsbúskaparligan effektivitet. Eisini hevur politiska skipainin luta út menningarkvotur  og stuðulskvotur, sum eisini minkar um effektivitetin.

Avleiðingin er, at uppsjóvarflotin hevur ein yvirkapasitet, sum eisini sæst aftur í grafinum niðanfyri frá somu grein hjá Hans Ellefsen. Tey 17 pelagisku fiskiførini hava fáar og stuttar túrar. Soleiðis kundi stálið verið gagnnýtt betur.

##med6##

Higartil lønsemi, men minkandi kvotur fær avleiðingar
Í framløguni vísti búskaparfrøðingurin eisini ein triðja og síðsta graf frá greinini hjá Hans Ellefsen, sum vísir, at veiðuvirðið fyri hvørt skip hevur verið støðugt síðstu árini. Hetta hóast talið av fiskiførum er økt munandi.

Men tá strandalandaavtalan fyri makrelfiskiskapin skerjir munandi um kvoturnar, eins og komandi strandalandaavtalur fara at avmarkað veiðumøguleikarnar eftir hinum pelagisku fiskasløgunum. Tí kunnu væntast avbjóðingar við yvirkapasitetinum komandi árini.
Anti-trust reglur geva onga meining í fiskivinnuni

Johnny í Grótinum tók til síðst saman um, at sokallaðu anti-trust reglurnar geva onga búskaparfakliga meining í fiskivinnuni. Og tí gevur tað heldur onga samfelagsbúskaparliga meining at herða hesar avmarkingar, sum samgongan ætlar.

Í framløgu síni læs Johnny upp úr einum lesarabrævi frá búskaparfrøðinginum Jóannesi Jacobsen, sála, frá januar 2001 um “Alivinnan og antitrust”:

“Í løtuni verður dúgliga kjakast um, hvussu stóran part av føroysku alivinnuni ein fyritøka skal hava loyvi til at eiga. Landsstýrismaðurin í vinnumálum og onnur við siga seg vera bangin fyri, at ein einstøk fyritøka skal fáa monopolstøðu í alivinnuni. Málið er sera aktuelt, tí ein fyritøka er í løtuni sera aktiv á marknaðinum og roynir at keypa seg inn í fleiri alivirkir. Hetta hevur ført til eina byrjandi kapping millum politikararnar, um hvør kann mæla til lægsta markið fyri, hvussu nógv ein fyritøka kann eiga av føroysku aliloyvunum. Einki mark er í løtuni, men landsstýrismaðurin vil hava eitt mark uppá 20%, og nú eru røddir frammi um, at markið skal vera 10%. Alt hetta fyri at sleppa undan, at nøkur fyritøka fær monopolstøðu sjálvandi.”

Og víðari úr sama lesarabrævið:

“Nú verður so eisini tosað um at seta í verk eina antitrust lóg í Føroyum. Sipað verður her til amerikansku antitrust-lógina (The Sherman Act), sum varð sett í gildi fyri at verja amerikanska brúkaran móti, at monopolfyritøkur skuldu stinga seg upp. Tá tosað verður um eina føroyska antitrust-lóg, má metast, at henda skal virka fyri sama endamálið, altso verja føroyska brúkaran móti monopolfyritøkum. Men eingin mótsetningur er millum alivinnuna og føroyska brúkaran. Hvussu stóran part ein einkult fyritøka eigur av føroysku alivinnuni, kann vera fullkomiliga líkamikið fyri føroyska brúkaran...

Um alivinnan í Føroyum hevur monopolstøðu ella er partur av fyritøkum, ið hava monopolstøðu á heimsmarknaðinum, er ikki okkara trupulleiki, men trupulleikin hjá teimum, ið keypa fiskin frá okkum. Fyri tað, at amerikanski brúkarin møguliga noyðist at gjalda ovurprís fyri laks á matstovunum í New York, nýtist okkara politikarum ikki at missa svøvnin. Tvørturímóti kann tað verða ein fyrimunur fyri føroyska brúkaran, um alivinnan í Føroyum er eitt monopol ella partur av einum monopoli á heimsmarknaðinum fyri alifisk... Hevur tann, sum brúkar føroysku firðirnar til aling, monopolstøðu har hann selur sín fisk, forvinnur hann meira, enn um hann hevði verið í harðari kappin á marknaðinum. Og hugsa vit okkum, at landsstýrið krevur leigu fyri brúksrættin til alifirðirnar, vil hann tí eisini gjalda meira enn ein, sum ikki hevur monopolstøðu. Hesir pengar kunnu so fara í Búskapargrunnin saman við møguligu oljupengunum ella fíggja ein skattalætta. Tá verður monopolstøðan til beinleiðis gagn fyri føroyska brúkaran.”

Í lesarabrævinum ávaraði búskaparfrøðingurin beinleiðis ímóti at seta í verk anti-trust avmarkingar:

“Tí fara politikararnir skeivir, tá teir av øllum alvi royna at forða samanleggingum í alivinnuni, og hvat verri er, tað skapar óneyðugar trupulleikar. Avmarking á talið av aliloyvum, ið tann einstaka alifyritøkan kann hava, er beinleiðis skaðilig fyri framleiðsluna í vinnuni. Eru eindirnar ov smáar, ber til dømis illa til at geva einum fjørði eitt hvíldarstað av og á, so hann kann koma fyri seg aftur, sum talan annars hevur verið um. Eisini verður truplari at minka rakstrarkostnaðin sum mest, tí møguleikarnir fyri samskipan av ymsum pørtum av rakstrinum verða avmarkaðir. Av tí sama kann kappingarførið hjá alivinnuni gerast verri.”

Eisini greinaði lesarabrævið orsøkirnar til miðsavning í alivinnuni:

“Um føroyska alivinnan verður miðsavnað hjá nøkrum fáum fyritøkum, er tað, tí at hesar fyritøkur eru effektivastu og kunnu bjóða núverandi eigarunum eitt størri nútíðarvirði fyri teirra fyritøku, enn teir vænta sjálvir at kunna forvinna í framtíðini. Verða forðingar settar fyri slíkum handlum, kostar tað í effektiviti, og tað er skaðiligt fyri allar partar: fyri núverandi eigarar av fyritøkuni, tí teir ikki hava møguleika at selja sína fyritøku fyri hægsta prís; fyri teir, sum vilja keypa, tí teir ikki sleppa at brúka øll síni evni til virðisskapan; og fyri samfelagið, sum ikki fær gagnið av einari vinnu, sum verður rikin so effektivt sum gjørligt. Stutt sagt merkja avmarkingarnar, at forðað verður fyri, at alivinnan sleppur at tillaga seg soleiðis, at mest effektivu framleiðararnir sleppa framat, og tað er altíð skaðiligt. Tí eiga politikararnir ikki at leggja seg útí, hvussu stóran part av alivirkseminum einstakar fyritøkur eiga.”

Sambært Johnny kunnu somu grundgevingar brúkast um gongdina í fiskivinnuni nú.

Johnny vísti eisini á, at Fiskvinnunýskipanarnevndin í síni frágreiðing í 2016 ávaraði ímóti, at anti-trust avmarkingar ganga útyvir samfelagsbúskaparliga effektivitetin og tí eisini inntøkur landskassans frá fiskivinnuni (veiðugjøld + skattainntøkur). Eisini endurtók Johnny at enda, at orsøkin menningarkvotur og stuðulskvotur nú blíva endaliga avhendaðar er, at landið hevur luta út menningarkvotur til aktørar uttan fiskifør, og at álagda brúksskyldan nú viðførir endaliga avhendan. Tí heimaflotin kann jú ikki gagnnýta útlutaðu kvoturnar.

Neiligu avleiðingarnar fyri samfelagsbúskapin
Velur politiska skipanin at seta í verk herdar anti-trust avmarkingar í eini roynd at javnseta aktørarnar í uppsjóvarvinnuni verður avleiðingin neilig fyri samfelagsbúskapin. Tí tá blandar skipanin seg upp í natúrligu tillagingarnar, sum aftur vil darva menningini í vinnuni og búskapinum.

Slík politisk uppíblanding vil skapa ótryggleika og harvið minni íløguhug. Tá verður ikki einans hugsa um tær stóru pelagisku fyritøkurnar, sum hetta nú gongur útyvir. Tí teir nýggju aktørarnir, sum fáa tilluta størri kvotu nú, mugu eisini hugsa um, hvat hendir eftir næsta løgtingsval, um vit tá fáa politikarar, sum heldur vilja luta meira út til stóru fyritøkurnar aftur.

Gera politikararnir eina skipan, har teir blanda seg upp í, so minkar tann búskaparliga kakan framyvir, tí produktiviteturin minkar. Og tað vil eisini gera, at minni kann uppkrevjast í veiðugjøldum. Búskapurin hevur brúk fyri tí øvugta, tí í einum lítlum opnum búskapi er produktiviteturin í útflutningsvinnuni øgiliga avgerandi fyri lønarstøðið og harvið livistøðið í samfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo