Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Banki hækkar nú væntanina til ársúrslitið.

Áður hevur bankin sagt, at ársúrslitið í ár fer at liggja ímillum 225 og 255 milliónir krónur. Nú sigur bankin, at ársúrslitið fer at liggja ímillum 250 og 280 milliónir krónur.

Orsøkin til betraðu útlitini er at grundraksturin hjá bankanum er betri, bæði á innláns- og útlánssíðuni, og at íløgurnar hjá bankanum kasta meira av sær. Eisini eru kundarnir væl fyri, sum sæst aftur í hóskandi niðurskrivingum. 

Kursurin á partabrævinum hjá bankanum fellur í morgun við áleið einum prosentstigi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo