MEST: Eitt samt býráð í Runavíkar Kommunu gav í gjárkvøldið MEST byggiloyvi at gera turrdokk á Skála.
MEST hevur gjørt sáttmála við Articon sum heildarveitara, at standa fyri arbeiðinum.
Sostatt er nú klárt at byrja arbeiðið.
Í mun til upprunaligu æltanini, hevur MEST valt at flyta dokkina 50 m í ein landnyrðing út á sjógv, burtur frá bygdini. Samstundis verður bryggjukanturin fluttur 50 m longur út. Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp.
Articon skal standa fyri verkætlanini og stendur nýggja turrdokkin á Skála væntandi klár at taka ímóti skipum um 2 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo