Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Heimsins størsta alifyritøka, norska Mowi, hevði eitt gott ár í Føroyum í fjør

Nærum 22 mió kr lógu eftir til eigarnar tá hvør hevði fingið sítt

- Pengarnir skulu millum annað brúkast til at gera fleiri íløgur, sigur whisky brennaríið í Vestmanna

- Síðani 2019 hevur Fiskaaling arbeitt við Sjósílaverkætlanini, sum hevur til endamáls at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Sum liður í verkætlanini hava starvsfólk frá Fiskaaling verið í ánni í Norðragøtu í dag og í gjár og merkt síl

Sum tað fyrsta norðurlendska postverkið gevur Posta út kryptofrímerki. Frímerkini verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe

Heimsins størsta alifyritøka, norska Mowi, strikar íløgur í Noreg fyri fimm milliardir norskar krónur eftir at serskatturin á laks var samtyktur í Stórtinginum. Og hetta er bara byrjanin

- Biogassverkið Førka kann nú framleiða orku úr matleivdum frá hotellum, heilsølum, matvøruhandlum og øðrum. Tað vísir úrslitið av royndarverkætlan

- Innlánsrentur hækka við upp til 0,40 %-stigum og útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar

Tesla-stovnarin og Twitter-eigarin Elon Musk er aftur á trónuni sum heimsins ríkasti

Fiskaaling fingið stuðul at menna amboð, ið vísir hvar bitlar frá alivirksemi enda

- Rentuhækkingarnar merkja, at innlánsrenturnar hækka við upp til 0,40%-stigum p.a.

Ársroknskapurin hjá ALS fyri 2022 varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í farnu viku, og hann vísir eitt avlop á 24,9 mió. krónur

- Rentan verður hækkað fyri at tálma eftirspurninginum eftir vørum og tænastum og harvið minka um inflasjónina

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava undirskrivað nýggjan tvey ára sáttmála fyri starvsfólk hjá Elektron

- Tað er eyðsæð, at ein styttri arbeiðsvika kemur at krevja bæði meira pening og fleiri hendur; nakað sum longu nú er ein avbjóðing fyri føroyska búskapin

Nordiq Aqua Partners, sum hevur til endamáls at ala laks á landi í Kina, vaks nærum 13% í virði farnu viku

Nýggja fýrastjørnaða hotellið, sum ætlanin er at byggja í Klaksvík, hevur fingið prinsippielt byggiloyvi frá Klaksvíkar býráð

- At føroyingar ikki kunnu økja virðið á sínum fiskavørum, uttan at tollhamarin fellur, er ein afturvendandi orsøk til frustratiónir í Føroyum, sigur Kate Sanderson við bretskan miðil

Tvey onnur eru við Føroyar, tey fáa eina blanding av toski, longu og brosmu

- Samstundis sum vit tosa um boykott móti Russlandi, floymir bíligur, russiskur fiskur inn á evropeiska marknaðin og trokar burtur fisk frá føroyskum skipum, sigur Kaj Johannesen, stjóri í P/F Ennibergi, við Útvarpið

Aftur í ár heitir Fiskaaling á sílafiskarar um at taka lut í sjósílaverkætlanini, ið er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelag

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum

- Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroyingar eru minkaði hetta seinasta árið, meðan útlánsvøksturin til húsarhald er øktur hjá føroysku bankunum

-Føroysku bankarnir høvdu útlán fyri 17,7 mia. kr. í mars 2023, samanborið við 16,7 mia. kr. í mars 2022. Tey eru tí økt við 1. mia. kr. í hesum tíðarskeiðinum

Meðan laksaskatturin nú er 25 prosent í Noreg, sambært nýggju samtyktini, so liggur tann føroyski millum umleið 20 til 40 prosent

Stýrið hjá ALS hevur einmælt heitt á landsstýrið um at gera broytingar í fiskavirkisskipanini, skrivar KVF

- Í dag høvdu vit ein kunnandi fund fyri teimum 350 starvsfólkunum á VAP um avleiðingarnar av teimum nýggju tøkugjøldunum, skrivar Kári Egholm Jacobsen, samtaksstjóri á VAP-deildini hjá Bakkafrost

- Í tí serliga politiska veruleikanum tykist tað onkuntíð, sum vit kunnu fáa alt í senn. Styttri arbeiðstíð, lægri skatt, fleiri vælferðartænastur og stórar samfelagsútbyggingar

- Skrásetingin av el-bilum er næstan tvífaldað hetta seinasta árið

- Fleiri inntøkur og fleiri ferðafólk um flogvøllin, men færri nýggir bilar vórðu skrásettir fyrstu fýra mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør

Tað blíðkar fyri hugaðum monnum, sigur orðatakið, og tað sama man vera galdandi fyri kvinnur. Eftir tógvi stríð í nógv ár og onkrar strævnar mótbrekkur, er føroyska 'brandið' av álvara farið at kasta av sær

Komandi 3 árini fara reiðarí saman við granskingarstovninum Sjókovanum at arbeiða við verkætlan, um hvussu oljunýtslan kann minkast í fiskiskapinum

Bakkafrost fer at minka um íløgurnar, nú nýggja tøkugjaldið er komið. Men uppsagnir eru ikki upp á tal, sigur stjórin í Bakkafrost við KVF

Kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost er ikki fallin eftir at tingið samtykti tøkugjaldið

Samráðingarnar um at býta norðhavssild halda fram í døgunum 26. til 28. juni í Reykjavík, sigur føroyski samráðingarleiðarin

Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, sum í ár var væl norðari enn undanfarin ár

Ein skjótt vaksandi eftirspurningur, kostnaðarmikil byrjan og serstøk føroysk frábrigdi eru sambært Dániali Hoydal grundgevingarnar fyri høgu virðismetingini av unga føroyska brennarínum

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið

Úrslitið hjá samtakinum fyri 2022 bleiv 54 mió.kr., samanborið við 52 mió.kr. í 2021

Tað er eitt miðalgott ár hjá heilsøluni í Klaksvík

Ennibergi, Ametyst og Havborg hoyra til virksemið hjá Farcod

Men streymurin er góður til útróður so kanska kemur eitt sindur uppá land. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri komandi vikuna

Annað árið á rað hevði FK stórt hall í fjør. Seinastu tvey árini hevur samlaða undirskotið hjá Føroya Keypssamtøku verið nærum 10 milliónir krónur

Tað stóð so dánt upp og niður hjá Faroe Marine Products í Leirvík í fjør

Sambært norsku trygdartænastuni PST eru tænastur veittar russiskum fiskiskipum

Í dag 12. mai fór fyrsta føroyska, altjóða KT-ráðstevnan Tonik av bakkastokki. Har er nógv á skránni!

Kappingarráðið metir, at P/f FT Samskfti hevur tikið onnur amboð í brúk enn tey, sum eru vanlig í kapping, í eini roynd at avmarkað úrvalið av tænastum á marknaðinum

Í 2021 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 16% av bruttovirðisøkingini, framleiðsluvinnurnar fyri 21% og tænastuvinnurnar fyri heili 63% av bruttovirðisøkingini.

Herfyri luttóku granskarar frá Fiskaaling á tvørfakligari fjarðaverkstovu í Bergen

Miðal bústaðarprísirnir fyri 1. ársfjórðing 2023 broyttist minni enn 1% í Tórshavn, Eysturoynni og í miðal fyri alt landið, samanborið við miðalprísin í 4. ársfjórðingi 2022