Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið

Úrslitið hjá samtakinum fyri 2022 bleiv 54 mió.kr., samanborið við 52 mió.kr. í 2021

Tað er eitt miðalgott ár hjá heilsøluni í Klaksvík

Ennibergi, Ametyst og Havborg hoyra til virksemið hjá Farcod

Men streymurin er góður til útróður so kanska kemur eitt sindur uppá land. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri komandi vikuna

Annað árið á rað hevði FK stórt hall í fjør. Seinastu tvey árini hevur samlaða undirskotið hjá Føroya Keypssamtøku verið nærum 10 milliónir krónur

Tað stóð so dánt upp og niður hjá Faroe Marine Products í Leirvík í fjør

Sambært norsku trygdartænastuni PST eru tænastur veittar russiskum fiskiskipum

Í dag 12. mai fór fyrsta føroyska, altjóða KT-ráðstevnan Tonik av bakkastokki. Har er nógv á skránni!

Kappingarráðið metir, at P/f FT Samskfti hevur tikið onnur amboð í brúk enn tey, sum eru vanlig í kapping, í eini roynd at avmarkað úrvalið av tænastum á marknaðinum

Í 2021 stóðu tilfeingisvinnurnar fyri 16% av bruttovirðisøkingini, framleiðsluvinnurnar fyri 21% og tænastuvinnurnar fyri heili 63% av bruttovirðisøkingini.

Herfyri luttóku granskarar frá Fiskaaling á tvørfakligari fjarðaverkstovu í Bergen

Miðal bústaðarprísirnir fyri 1. ársfjórðing 2023 broyttist minni enn 1% í Tórshavn, Eysturoynni og í miðal fyri alt landið, samanborið við miðalprísin í 4. ársfjórðingi 2022

Í gjár ljóðaði, at nógv reyðæti hevði verið at sæð á Borðoyarvík, har livandi myndir eisini vóru at síggja á Facebook. Hetta fekk Havstovuna at fara og taka royndir

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2023 var 565 milliónir krónur

Uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði hevði smáar 80 mió kr í vinningi í fjør, nærum tað sama sum árið fyri

Eygleiðingar norðanfyri kundu bent á, at nógvur toskur verður ímillum oyggjarnar í næstum

Hóast bruttovinningurin vaks nærum 30 milliónir krónur, so eydnaðist ikki at venda hallinum til eitt sannførandi avlop

Eftir tvey rakár hevði Duty Free handilin á flogvøllinum sítt besta ár nakrantíð í fjør

Tað var eitt av góðu árunum hjá felagnum sum selur billutir, amboð og annað í Havn og Kambsdali

Í samband við stóru samanleggingina millum Bilrøkt og Wenzel, hevur nýggja verkstaðið, sum nú húsast í nýggjúm snotiligum hølum á gamla Velbastaðsvegi 15, opið leygardagin!

- Umborð á føroyskum fiskiskipum skulu skipari, stýrimaður og maskinyvirmenn hava føroyskt sjóvinnubræv, sigur Sjóvinnustýrið

Føroya Verkfrøðingafelag (FVF) hevði aðalfund á Hotel Hilton 29. apríl. Í stýrinum sita nú Gunn H. Møller, Lovisa P. Glerfoss, Bjarni Petersen, Súsanna Berg og Arni Petersen

Faroe Ship verður frá komandi mánadegi knýtt í Orange Line hjá Eimskip, nú nýggj farmaruta verður skipað frá vesturstrond Noregs til Føroya

Bústaðarbyrðan, roknað við rentuni við árslok 2022, er mett at vera 43% í 2022 í Tórshavn, 30% í Klaksvík, 22% í Eysturoynni og 27% í miðal fyri alt landið í 2022. Hetta er ein hækking á 2%, men 6% í Tórshavn

Seinasta árið er brúkaraprístalið, sum er eitt mát fyri inflasjónina, økt munandi. Brúkaraprístalið er vaksið við heili 8,3% frá fyrsta ársfjórðingi 2022 til fyrsta ársfjórðing 2023, í miðal er brúkaraprístalið økt við 7,7% í 2022

Christian í Grótinum hevur júst gjørt ein roktúr eftir svartkjafti, og hetta er størsta last av svartkjafti, sum higartil er løgd upp í Noregi. Lastin var sløk 3.518 tons, skrivar KVF

Í farnu viku vóru limir í norðurlendska granskingarráðnum NordForsk og umboð fyri 8 verkætlanir, sum leggja dent á burðadygga alivinnu, ið NordForsk fíggjar, á vitjan í Føroyum

Samlaðu inngjøldini til P/F Tryggingarfelagið LÍV vóru 420 mió. krónur í 2022. Samlaðu útgjøldini til eftirlønir og tryggingarútgjøld vóru 191 mió.kr.

Fiskamarknaður Føroya væntar lítlan útróður hesa vikuna

Fyrrapartin varð semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya

Fríggjadagin 28. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk (fyrr S&K), galdandi frá 1. mai 2023 til 1. mai 2025

Rentan, sum føroysk húsarhald í miðal hava goldið á sínum bústaðarlánum í føroysku bankunum, var í januar 2023 3,96%

Av teimum tilsamans umleið 18.700 húskjunum í 2021, høvdu 7,6% av føroysku húskjunum eitt skuldarlutfall omanfyri 3

Úrslitið er á leið tað sama sum árið frammanundan

Tað sigur stjórin á Høvdavirkinum, Eirikur á Húsamørk

Frá Einar´s Distillery verður sagt, at tað er ein stórur heiður, at fáa gullheiðursmerki í `The Whisky Bible`

IRF hevur havt aðalfund í dag, og ársúrslitið fyri 2022 er 0,2 mió. kr. í avlopi. Í 2022 komu 37.955 tons av burturkasti inn til IRF, og hetta er 10% minni enn árið fyri. Burturkastnøgdirnar hava ikki verið so lágar síðan 2017

- Seinastu vikurnar (mars 2023) hevur tað verið sera nógv órógv á altjóða fíggjarmarknaðunum. Millum annað noyddist 16. tann størsti bankin í USA, Silicon Valley Bank (SVB), at stongja

Allir føroysku bankarnir høvdu væl meira í gjaldføri enn 100% við ársenda 2022

Ansni Trygdarfelag hevur í dag skift eigarar. Nýggju eigararnir eru feløg hjá Fróði Sigvardsen og hjá Rannvá Í Stórustovu og Sofus Højgaard

 

Fleiri andstøðuflokkar vilja nú hava svar frá ráðharranum um, hví felag sum er rikið av tí almenna stuðlar russiskum oljuútflutningi

BankNordik kunnger í dag roknskapartølini fyri ársins fyrstu tríggjar mánaðir. Hóast tíðarskeiðið hevur verið merkt av rentuhækkingum og høgari inflatión, eru úrslitini góð

Norska sendinevndin sum hevur verið í Føroyum og kanna føroyska laksaskattin er nú komin til niðurstøðuna, at føroyski laksaskatturin er yvirromantiseraður av bæði Høgraflokkinum og Sjømat Norge

Løn og eftirløn í sáttmálunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og teimum fimm arbeiðarafeløgunum verður broytt 1. mai 2023

Føroya Tele hevði 14 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2022

Á ársaðalfundinum í Handilsvinnufelagnum vórðu tveir nýggir limir valdir í nevndina fyri Claus V Chritsensen og Áka V Poulsen, sum fóru úr nevndini

Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir eitt fíggjarpolitiskt regluverk, eina endurskoðan av býtinum millum alment og privat, og at tað almenna fer undir eina skipaðeffektivisering a av almenna geiranum

Samlaðu innlánini (uppsparingar) vóru í februar 2023 nærum 20,9 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru góðar 19,1 mia. kr.

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum hevur verið veksandi síðani miðjan 2022 og var 5,0% í februar 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal, samanborið við sama stíðarskeið í 2022