Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Svenska fyritøkan Minesto, sum saman við SEV ger royndir at framleiða streym úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi, er nú komið eitt stig víðari við sínum ætlanum at seta drekarnar út í Hestfirði eisini.

Miðilin Offshore Energy skrivar, at Minesto hevur gjørt eitt íløgutilboð, men í greinini verður ikki sagt, hvønn tilboðið er gjørt til. Heldur ikki verður komið inn á nakra tíðarætlan. VP hevur spurt Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, sum ikki vil gera viðmerkingar til málið, men vísir til Minesto.

Stóri D12 drekin hevur verið uppi á landi í Vestmanna í eina tíð, og ein av teimum minnu D4 drekunum er sendur til Svøríki, har hann skal dagførast. 

Kanningar verða framvegis gjørdar, sum skulu lýsa betri hvørja ávirkan drekarnir hava á umhvørvið, har teir eru.

Samlaðu inntøkurnar hjá Minesto vóru í fjør 45,6 milliónir svenskar krónur. Fyrra hálvár í ár vóru tær 13,5 mió SEK, sum skal samanberast við 25 mió kr sama tíðarskeið árið framman undan. Úrslitið í fjør gjørdist hall á smáar 29 mió SEK í mun til smáar 24 mió svenskar krónur í 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo