Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smápartafelagið Ocean Rainforest í Kaldbak hevði hall á 19,6 mió kr í fjør. Tað skal samanberast við hall á góðar 7 mió kr árið frammanundan, og annars hall øll árini so langt eygað sær, tilsamans 43 mió kr seinastu 16 árini.

Tað restaðu 2,3 mió kr í longu tá bruttovinningurin varð uppgjørdur. Starvsfólkaútreiðslurnar endaðu á góðum 10 mió kr, ein tvífalding í mun til árið frammanundan, og fíggjarligu útreiðslurnar vuksu úr tveimum uppí 3,3 mió kr. 

Ocean Rainforest fæst við menning og framleiðslu av taraúrdráttum, og alir tara, bæði í Føroyum, Noregi og USA. Tarin verður brúktur til matna, djórafóður, kosmetikk og í heilsuvørum.

Í frágreiðingini sigur leiðslan soleiðis um gongdina og úrslitið:

- Sølan til matmarknaðin í Europa er ikki gingin sum vónað. Ein orsøk til hetta er eisini, at Føroyar framhaldandi ikki hava eina avtalu við ES um góðkenning av vistfrøðiligari taraaling. Henda manglandi góðkenning frá ES forðar fyritøkuni í at selja til teir mest áhugaverdu keypararnar av tara til matvørur.

- Hóast hesar avbjóðing vaks taraskurðurin í Føroyum við 47% í mun til 2022, og mest sum øll framleiðslan í 2023 er seld av landinum. Ocean Rainforest hevur í ordrabókini umbønir um alla væntaðu framleiðsluna í 2024. Tað mesta verður selt av landinum sum súrgaður ella turkaður tari, ið verður brúktur sum ískoyti til fóður ella matvøru.

- Starvsfólkahópurin er vaksin munandi seinasta árið sum fylgja av økta menningarvirkseminum. Umleið 20 starvsfólk eru knýtt at felagnum í Føroyum og afturat hesum eru 5 fulltíðar starvsfólk í dótturfelagnum í USA.

- Felagið fekk tillutað eitt royndarloyvi til at ala tara uttanfyri Santa Barbara í Kalifornia í USA, og á vári 2023 bleiv ein aliskipan sjósett – tó nakað seinkað orsakað av loyvistreytum. Hetta gjørdi, at taravøksturin fór mest sum fyri skeyti. Veruliga vakstrarroyndin verður tískil í 2024.

- Hóast nevnd og stjórn ikki eru nøgd við fíggjarliga rakstrarúrslitið í 2023, so hevur nevndin góðar vónir um, at inntøka frá granskingarverkætlanum, saman við íløgum í størri og effektivari framleiðsluorku bæði á sjógvi og landi, røkka til eitt betri úrslit í 2024.

- Fyri at styrkja um gjaldførið felagsins og tryggja framtíðar útbyggingar av framleiðsluorku og gransking, verður í løtuni arbeitt við at fáa nýggjan pening til felagið. Leiðslan væntar, at samráðingarnar bera á mál í næstum. 

Fíggjarstøðan hjá Ocean Rainforest javnvigar við góðum 34 mió kr, harav er eginognin 22 mió kr.

Men víst verður á, at tað er stór óvissa tengd at røttu virðunum á fleiri av ognunum hjá felagnum, eitt nú á alda taranum í sjónum. Eisini sæst í roknskapinum, at ein grannskoðarakanning av nøkrum verkætlanum hjá felagnum, sum verða fíggjaðar við stuðli, eftir øllum at døma ikki hava gingið eftir vild. 

- Fyribils innstillingin leggur upp til eina regulering, sum leiðslan er ósamd við og væntar fellur heilt ella lutvíst burtur. Endalig niðurstøða av grannskoðani væntast í 2024, verður sagt í notunum.

Ólavur Gregersen er stjóri í Ocean Rainforest.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo