Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

INTRA: Intra heldur fram at víðka um sítt virksemi, og nú hava Langgaard-brøðurnir keypt Kodio, eina av Føroya fremstu fyritøkum innan heimasíður og sniðgeving. Hetta keypið er ein týðandi partur av strategisku ætlanini hjá Intra, sum hevur sum mál at gerast ein av leiðandi KT-veitarunum, bæði á heimamarknaðinum og í útflutningi av KT-tænastum. Við hesum uppkeypinum tvífaldar Intra starvsfólkahópin, eitt avgerandi stig á leiðini móti hesum máli. Eftir uppkeypið verða 18 starvsfólk á lønarlistanum hjá Intra.

Intra flytir sítt virksemi til hølini hjá Kodio á Strondum. Hetta leggur lunnar undir at sameina styrkirnar hjá báðum feløgunum og skapa eitt sterkt, samansjóðað felag, ið miðvíst kann arbeiða móti felags málum. Uppkeypið gevur møguleika fyri at leggja størri dent á at menna heimasíður og KT-loysnir til bæði føroyska og útlendska marknaðin, umframt at bjóða loysnir innan samleika og grafiska sniðgeving.

Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri og eigari av Kodio, hevur samstundis valt at seta pengar í Intra. Jaspur Langgaard, stjóri á Intra, fegnast um, at Jógvan framvegis verður partur av Intra-toyminum – nú sum eigari. “Jógvan er bæði nærlagdur og framskygdur – og vit eru sera fegin um, at hann framhaldandi fer at spæla ein virknan leiklut í framtíðarætlanunum hjá felagnum,” sigur Jaspur Langgaard. Umframt Langgaard brøðurnar og Jógvan Andersen eiga m.a. Framtak og Scient Invest í Intra.

Kundarnir hjá báðum feløgum kunnu vænta sær betri tænastur og nýskapandi KT-loysnir, sum bæði nøkta tørvin hjá verandi kundum og skapa nýggjar møguleikar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo