Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Russiskir myndugleikar halda at russiska kryptodrotningin Valeria Fedjakina lumpaði pengar frá teimum ríku og gav teir til ukrainska herin

Íslendska samtakið, Hagar hf, ið er skrásett á íslendska keypsskálanum, ætlar at keypa allan partapeningin í P/F SMS. Miklagarður, Bónus og Mylnurnar fáa harvið øktar møguleikar at menna virksemið og økja vøruúrvalið

Endaliga úrslitið í ár fer at liggja ímillum 275-300 mió kr

Danski Tjóðbankin hevur í gjár lækkað leiðandi rentuna við 0,25% stigum. Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar útlánsrenturnar

Tvær fyritøkur innan føroyska kavaravinnu fara nú at samstarva, endamálið er at fáa ein størri marknaðarpart

Samanborið við september í fjør er talið av hjástørvum vaksið við 3,5 prosentum, meðan talið av arbeiðsgevarum er støðugt

Sunnukvøldið vóru boð eftir sleipibátinum Samson hjá MEST um at koma nýggja íslendska pelagiska trolaranum Hakon ÞH 250 til hjálpar uml 20 fjórðingar sunnan fyri Suðuroynna

Til samanberingar arbeiða minni enn 40 prosent av kvinnum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Hetta vísa starvsfólkahagtølini fyri september

Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðið hjá kanningarfólkunum hjá Firum er dygdargott. Alifyritøkurnar leggja part av sínum virksemi til rættis eftir úrslitunum, sum kanningarfólkini á Firum koma við

Hetta er innan fyri karmin av stjórasáttmálanum, sigur nevndarformaðurin í Posta við KVF

Í september fingu menn 39.800 krónur í miðal, sum er um 40 prosent hægri enn miðallønin hjá kvinnum, sum var 28.272 kr krónur

12,5 milliardir vóru útgoldar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða skeiði frá oktober í fjør til september í ár. Tað eru slakar 640 milliónir meira samanborið við undanfarna tíðarskeið, sum er ein vøkstur á 5,3 prosent

Samlað var útflutt fyri 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2023 til august 2024. Tað er ein góð milliard krónur minni enn undanfarna skeið

Innflutt var fyri 10,6 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2023 til august 2024. Tað eru 955,7 milliónir krónur, ella góð 8 prosent, minni enn undanfarna skeið

- Hetta málið er so nýtt, at vit fyrst fingu at vita um tað 19. juli í ár. Vit hava nú fingið ta fatan, at býráðslimir halda at hetta er gjørt í samráð við okkum. Tað er tað sjálvandi ikki, sigur Einar Waag

Tað gongur framá við ætlanunum í Hestfirði, og nýggi strategiski samstarvspartnarin skal hjálpa Minesto við fíggjarligu síðuni av verkætlanini, verður sagt í nýggjari fráboðan

Ein heilsan frá Tórshavnar havn og ein samanumtøka av ársins sesong við ferðamannaskipum

Tað stóð upp og niður hjá vindeyga- og hurðavirkinum á Vatnsoyrum, men heldur ikki meira enn tað. Og leiðslan er ikki nøgd

Meira enn helmingurin av fyritøkum í Føroyum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, nýskapa. Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa

Frá juni til septembur næsta ár fer United Airlines at flúgva tvær ferðir um vikuna millum New York og komandi atlantsfloghavnina í Nuuk. ”Hetta verður ein game-changer,” sigur stjórin í Visit Greenland

Nýggja smápartafelagið, sum eisini eitur Gamli Jupiter, hevur keypt skipið, skrivar KVF

Í hesum døgum er Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands í Havn. Hetta er fyrstu ferð, at Mikkeller skipar fyri ølfestivali í Føroyum

- Skipanin við tillagaðum starvi átti at verið endurskoðað, heldur enn at gjørt smærri tillagingar, sigur Jórun Gardar, nú lógaruppskot skal gera tað truplari at fáa tillagað starv

- Tað kom óvart á nevndina í Posta, tá stjórin Hans Jákup Langgaard í gjár segði seg úr starvi, eftir bara tíggju mánaðir í stjórasessinum í Posta, sigur nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, við KVF

So bersøgin er Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel, í sendingini Búskapur & Vinna, sum verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19

Hans Jákup Langgaard hevur valt at siga seg úr starvi sum stjóri á Posta til 1. november 2024

Visit Tórshavn fær nýggja heimasíðu og nýggjan visuellan samleika

Tað er framvegis vøkstur í føroyska búskapinum, meðan stígur hevur verið í fleiri evropeiskum búskapum. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023

Útbyggingin av smoltstøðini í Nauteyri í Íslandi, sum Háafell eigur, gongur væl. Fyrsta byggistig av stóru verkætlanini er nú liðugt, og er hetta ein varði á vegnum í góða samstarvinum sum Háafell og KJ hava havt í fleiri áratíggju

Týsdagin 1. oktober skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag í samstarvi við FMI og FES fyri kunningartiltaki um hvussu føroyskar fyritøkur kunnu gerast veitarar til verjuna

Matvøruprísirnir hækka framvegis. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í august 2024 samanborið við sama mánað árið fyri

Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Prísirnir eru hækkaðir 1,7 prosent frá august í 2023 til august í 2024. Tað er lakasti prísvøkstur í meira enn trý ár

- Tað verður alt ov nógv fiskað av uppsjóvarfiski, hevur ráðgevandi nevndin hjá ES sagt í sínum nýggjasta tilmæli

Fiskaríið er tó misjavnt. Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri komandi vikuna

Tað verður Siri S. Hansen, sum tekur yvir sum leiðari í City Tórshavn frá 1. november, eftir at Súsanna Sondum hevur røkt starvið í nærum 20 ár

Í august mánaði varð loyst frá landi við GLOBECC verkætlan um hvalspýggjur í føroyskum sjógvi. Tað er Dr. Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, sum stendur á odda fyri hesi verkætlan

Hósdagin verður afturvendandi og vælumtókta tiltakið heystdagur aftur á skránni í SMS

Fiskimálaráðið er sinnað at rinda reiðarínum NorthWest Pelagic 24 milliónir, men reiðaríið vil helst hava uppsjóvarkvotur, skrivar KVF

Fríggjadagin var móttøka á Nólsoyarstovu - Luxury Boutique Hotel - í sambandi við at gistingarhúsið fer at taka móti gestum

Svenska felagið Thunbolagen hevur bygt spildurnýtt farmaskip, sum nú er skrásett í FAS. Talan er um LIDAN, sum er 2.926,00 bruttotons til støddar og 85 metrar langt

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at burturkastfeløgini, IRF og KB, eiga at verða savnað í eina felags skipan. Soleiðis framtíðartryggja vit best burturkastøkið, við betri og effektivari tænastu til vinnu og borgarar

350 milliónir norskar krónur eru teknaðar. Pengarnir skulu millum annað brúkast til at fíggja útbyggingar, umfígging av skuld og at møta avbjóðingum sum virkið hevur av evninum geosmin sum oyðileggur smakkin í fiskinum

Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.819 tons, samanborið við 2.617 tons í 2024. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 188 tons og fyri kongafisk 69 tons

Uppgerðin fyri 2. ársfjórðing 2024 vísir m.a., at sølan av húsarhaldsútgerð er minkað 17 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør

- Av tí at uppgávurnar, ið kavarar loysa gerast støðugt meira avbjóðandi hava 8 føroyskir kavarar valt, at fara undir eina tilgongd har teir uppstiga prógv síni frá froskmanni til slangukavara

Nevndin í Felagnum Nótaskip hevur sett Páll Holm Johannesen í starv sum stjóra í felagnum. Hann tekur við eftir Jógvan Jespersen, sum er fyrsti stjóri felagsins, og sum hevur røkt starvið síðan 1. mai í 2008

Í august var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum, sum er 0,6 prosentstig lægri í mun til august í fjør

Í hesum døgum er ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart í Havn. Móttøka var í Tórsgøta seinnapartin í gjár, har Elsa Berg, býráðslimur, helt røðu

Tað er 0,2 prosentstig hægri enn í august mánað í fjør, tá tað var 0,7 prosent

Í Búskapi & Vinnu mikukvøldið verður Suni Justinussen, stjóri í GroAqua, gestur í sendingini. Hetta er í sambandi við, at GroAqua fríggjadagin bleiv kosið Ársins Virki 2024 á Vinnudegnum