Tað reið um snarið hjá byggifyritøkuni Norðsetur í Hvalvík í fjør. Norðsetur fæst við at gera sniðhús, og hallið uppá góða millión eftir skatt árið fyri er vent til eitt lítið avlop uppá 23 tkr í fjør.
Bruttovinningurin, sum tá hann fyri fáum árum síðani var uppá tað hægsta, nærum 9 mió kr, var í fjør 6,5 mió kr sum hóast alt er stívliga ein mió kr meira enn í 2022.
Norðsetur rindaði 6,3 mió kr í lønum í fjør, áleið tað sama sum árið fyri.
Hóast tað ikki sær út sum at Norðsetur hevur megnað at riðið á alduni seinastu árini er fyritøkan væl fyri við góðum gjaldføri og eini fíggjarstøðu sum javnvigar við góðum 28 mió kr.
Helgi Olsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo