Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá ið Norrøna kemur á Havnina um 16.30 tíðina í morgin, so hevur hon eini 100 tons av frukt og grønmeti við, umframt ferðafólk og bilar

Ivi er um, hvør skal rinda fyri at taka battarí úr bilum og senda tey til endurnýtslu. Tørvur er á kunngerð á økinum, siga tey á Kommunalu Brennistøðini í Havn

Japansku bilframleiðararnir eru hart revsaðir eftir at hava brúkt skeiv tøl

Avtalan, sum er góðkend av Orku, varð fyrstuferð gjørd í 2020

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði í gjár, sunnudagin 9. juni, eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey 5 arbeiðarafeløgini

Kjartan Hansen og Árni Skaale, hava seinastu tvey árini arbeitt við at mala á kvørn og stoypa brúktar aliringar um til lendisverju

Føroya Banki fer nú at bjóða kundum persónstryggingar í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV

Lønin hækkar 3,25% í mai í ár og 3,23% 1. mai næsta ár. Harumframt er ein serstøk viðbót

- Tað tekur sína tíð at fáa lastað eitt flogfar, so vit fáa tað ikki heim í kvøld og sunnudagur er eisini, men seinnapartin í morgin kemur fyrsta fullfermda flogfarið, sigur Birgir Nielsen, annar av stjórunum, við VP

- Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so føla vit okkum hildin fyri gjøldur. Hóast arbeiðarafeløgini høvdu sent út yvirlýsing um, at tey hesuferð vildu samráðast, var veruleikin í semingsroyndini ein annar

Jóhann Lützen hevur í dag keypt hinar báðar partaeigararnar út og fer at halda fram sum stjóri á Norðlýsinum

Vinnulívsráðið í Klaksvík hevði í gjár, árliga aðalfundin í Varpinum. Formaðurin seinastu seks árini, Jan Petersen, ynskti ikki afturval. Rannvá Isaksen varð vald í nevndina fyri Jan Petersen

 

- Tað er avlop á vøruhandilsjavnanum, arbeiðsloysið er lágt (1%, april 2024) og inflatiónin er lækkandi (2,6%, 1. ársfj. 2024)

- Smáar flytingar hava verið undir samráðingunum fyrrapartin, so tað er vón um at finna eina loysn, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við ÚF nú á middegi

Fyri fyrstu ferð í fimm ár hevur danski Tjóðbankin lækkað leiðandi rentuna. Rentan lækkar við 0,25% stigum

Vøkstur er av álvara farin at merkjast hjá Sønderborg Lufthavn har Jákup Sverri Kass er stjóri. Í mai vaks talið av ferðafólkum 26,5 prosent, skrivar check-in.dk

Hóast nakrir granskarar og læknar vísa á, at umhvørviseiturevni eru í feitum fiski, siga norskir myndugleikar: Tað er bæði sunt og trygt at eta fisk

Eginognin var við ársskiftið minus 161 mió kr, og skal felagnum vera lív lagað má avtala gerast um skuldina, sigur leiðslan í frágreiðingini

Føroyska felagið GroAqua hevur bygt ein n‎ý‎ggjan fóðurflaka til MOWI í Føroyum

Ein av stóru føroysku flutningsfyritøkunum hevði metgott ár í fjør

Sprucegrove Investment Management við heimstaði í Kanada hevur keypt ein so stóran part av Bakkafrost, at felagið hevur skyldu at boða marknaðinum frá hesum

Samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri maskinmanningarnar á Strandfaraskipum Landsins eru slitnaðar

Kanningarstovan Thetis hevur nú fingið góðkenning frá DANAK til at nýta ein nýggjan kanningarhátt, MDS, til at eyðmerkja Listeria monocytogenes í matvøru- og umhvørvissýnum

- áðrenn hann verður seldur tollfrítt til ES, skrivar norski miðilin Fiskeribladet

Umhvørvisstovan hevur hin 31. mai 2024 givið P/F Havsbrún umhvørvisgóðkenning til at fylla grót á sjógv í sambandi við útbygging av havnarlagnum í Fuglafirði

Vilja vera við, at verkfalsrakt arbeiði verður gjørt á staðnum av verkfalssvíkum

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sagt semingsmanninum frá, at felagið hevur flutt seg, og er til reiðar at samráðast

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,4 prosent arbeiðsleys í apríl. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,7 prosentum

Nakrir vinnulívskundar hjá Banknordik í Grønlandi hava so vánaliga fíggjarstøðu, at bankin var noyddur at gera stórar niðurskrivingar

Í apríl var arbeiðsloysið størst í Suðuroynni, har tað var 3,1 prosent

Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar

Mikukvøldið sendir Televarpið eina serútgávu av Búskapi & Vinnu, har verturin Johnny í Grótinum ger fimm samrøður við nøkur av framløgufólkunum á Tonik ráðstevnuni 2024

Arbeiðsloysið var eitt prosent í apríl, sum svaraði til 310 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 229 fulltíðararbeiðsleysum

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum rakar nú eisini ferðavinnuna meint. Bæði hjá Smyril Line og hjá Atlantsflogi uppliva tey nú, at ferðandi, sum hava ætlað sær til Føroya, setast aftur, skrivar KVF

- Ein góð spjaðing var í støddum og sløgum av djóraæti. Hetta er helst gott fyri fiskalarvur, tí tá hava tær møguleika at finna sær føði í hóskiligari stødd, alt eftir hvussu stórar tær sjálvar eru

- Tað er framvegis tænastuvinnan sum kemur við størstu virðisøkingin

Skráseting Føroya hevur fingið at vita, at smápartafelagið Snarhús var koyrt á húsagang hósdagin, skrivar KVF

Av manglandi brennievni tillaga Auto og Bil alla koyring frá í dag 27. mai soleiðis, at koyrt verður bara frá kl. 06 á morgni til kl. 18 á kvøldi

Fyrrverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, er á veg inn í nevndina hjá Føroya Banka. Føroya Banki hevur boðað til eykaaðalfund í bankanum 18. juni, skrivar KVF

ILA-virus er staðfest í tveimum aliringum hjá Bakkafrost í Vági (aliøki A-19). Í alt eru umleið 1 millión fiskar í aliøkinum við eini miðalvekt á 2,6 kilo

Gamli báturin sum hevur staðið á bedingini í Vestmanna í nærum eitt mannaminni skal nú beinast burtur

Hetta er størsta hallið nakrantíð hjá samtøkuni. Seinastu trý árini hevur FK mist 20 mió kr

Verkfallið hevur skjótt vart í tvær vikur, og tað merkist meira og meira. Í dag hevur KVF verið ein rundtúr í Havnini

- Meðan Niels Winther vegna arbeiðsgevarafelagið legði dent á %-vøkstur í bruttolønini, tosaði Sonja J. Jógvansdóttir um krónur oman á grundlønina

Í 2023 var samlaða nettoskuld landskassans – her íroknað skuldina hjá Eysturoyar- og Sandoyartunlinum - 3 mia. kr. Nettoognin hjá landskassan uttan ES-tunlarnar var 100.000 kr.

Tað vísir kanning sum Epinion hevur gjørt fyri DR, har 24 prosent siga seg hava keypt frá kinesiska onlinerisanum Temu seinasta hálva árið

- Maskinmeistarafelagið góðtekur ikki, at Jákup Sverri hevur loyvi at mynstra við maskinistum og hevur kært manningarskjalið av nýggjum

Lønar- og eftirlønarhækkingin í semingsuppskotinum hevði givið arbeiðaranum eina lønarhækking á uml. 3.000 kr. um mánaðin í einum tvey ára tíðarskeiði

Trotið á bústøðum er ein fløskuhálsur, sum setir trýst á bústaðarprísirnar og kann tarna framhaldandi fólkavøkstri. Skal trotið tálmast, er neyðugt, at vit útvega munandi fleiri búeindir

Sambært viðmerkingum frá Sp/f Røkt til nýggju elveitingarlógina so er ilt at síggja, hvussu ferð skal koma á orkuskiftið, og sett mál skulu verða nádd, tá privati aktørurin verður settur at kalla til viks og missur alt initiativ