Vinnuhúsið: Almennu skipanirnar, sum eru settar í verk fyri at stytta viðgerðartíðina fyri umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, eru fyri nógv arbeiðspláss avgerandi fyri virksemið. Bæði innan tað privata og tað almenna er starvsfólkatørvurin framvegis stórur, og útlendsk starvsfólk eru ein týðandi partur av loysnini at fáa nøktað tørvin, bæði nú og í framtíðini.
Útlendsk starvsfólk sum heild hampulig
Tekur tú miðlamyndina seinastu vikurnar fyri fult, er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at nógv útlendsk starvsfólk, sum koma til Føroya, eru kriminell. Hetta er ein skeiv niðurstøða. Útlendsku starvsfólkini eru sum heild hampulig, hugagóð og arbeiðssom. Vit mugu ansa eftir ikki at oysa olju á bálið um, at nógv útlendsk starvsfólk, sum eru í Føroyum, eru lógarbrótarar.
Tó hava verið nøkur einstøk dømi, har útlendingar, sum eru komnir til Føroya, eru ákærdir ella dømdir fyri at fremja grovan kriminaltitet. Hesum eiga vit at fyribyrgja.
Krevja revsiváttan
Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur tí av fullum huga undir við at kanna, um útlendsk starvsfólk, sum koma henda vegin at búgva og virka, kunnu vera til serligan vanda fyri onnur. Tí tekur felagið undir við at krevja revsiváttan í sambandi við viðgerðina av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, so tað eitt nú kann verða kannað, um hesi fyrr hava framt eitt nú persónfarligan kriminalitet.
Einki við fast-track skipanina at gera
Tey dømini, sum hava verið frammi um útlendingar, sum hava framt kriminalitet, eru ikki tengd at sokallaðu fast-track skipanini fyri triðjalandsborgarar. Dømini snúgva seg um ES-borgarar, sum als ikki brúka fast-track skipanina. Tá fjølmiðlarnir nýta sensatiónskendar yvirskriftir sum ”Fast-track mordarar”, er ikki longur talan um seriøsan tíðindaflutning.
Hartil setir fast-track skipanin ikki lagaligari krøv til umsøkjarar og arbeiðsgevarar í mun til vanligu skipanina í útlendingalógini, heldur tvørturímóti. Tað er einans viðgerðartíðin, sum er stytt. Sum Katrin Thorsvig Hansen, ákæri, hevur gjørt vart við í samrøðu við KVF, hevur fast-track skipanin ikki elvt til størri títtleika av brotsverkum millum útlendingar.
Vilja luttaka í viðgerðini
Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tað tó stóran týdning, at vit so vítt møguligt tryggja, at tey fólkini, sum koma henda vegin at arbeiða, eru ordilig fólk, sum ikki eru til vanda fyri onnur fólk. At revsiváttanin verður ein partur av viðgerðini, tá umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða viðgjørdar, heldur felagið verða púra náttúrligt, og luttekur felagið fegið í fyrireikandi arbeiðinum at fáa hetta sett í verk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo