Skrædlið sum sær út til at koma byrjaði síðst í farnu viku og sær út til at halda fram eystanfyri, har leiðandi vísitalið í Japan, Nikkei, er fallið yvir 12%. Sama vísitalið fall fríggjadagin við 5%. Japanski búskapurin er fjórðstørsti í heiminum, har eitt nú stórar fyritøkur sum Toyota, Mitsubishi og Sony eru skrásettar. Japanski tjóðbankin hevur í seinastuni fleiri ferðir hækkað rentuna fyri fyrstuferð í 17 ár. Eisini stúra tey í Japan fyri gongdini í amerikanska búskapinum, sum er heimsins størsti.
Gongdin sær út til at halda fram um allan heim. Her hjá okkum eru vísitølini nógv fallin. Tey norðurlendsku vísitølini eru fallin ímillum 2 og 3 prosentstig í morgun.
Okkara heimligu partabrøv, Føroya Banki og Bakkafrost fella ávíkavist 2,3 og 1,8 prosentstig í skrivandi stund.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo