Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fyrst fór Silicon Valley Bank á heysin og seinni tveitti eisini bankin Signature hondklæðið í ringin. Nú hevur tann triði bankin eisini trupulleikar

Polarstjørnan sleipa heim av Íslandsmiðum á Klaksvík

Tað sæst aftur í úrslitinum hjá teimum sum selja timbur og byggitilfar, at prísirnir eru hækkaðir so nógv seinastu árini

Stívliga tríggjar milliónir krónur tann skeiva vegin gjørdist úrslitið hjá Demich í fjør eftir stórt fall í bruttovinninginum

Leask Marine og Minesto hava drúgvar royndir við samstarvi

Fjarhitafelagið hevur fingið til vega eina føroyska fíggingarloysn, har Betri Banki og Betri Pensjón koma at fíggja víðarimenningina og útbyggjanina av tí grøna orkuskiftinum hjá Fjarhitafelagnum í Tórshavnar kommunu

”Eg fegnist um, at vit, við nýggju orkuloysnini, kunnu minka munandi um beinleiðis oljunýtsluna longu í 2023. Hetta er ein týðandi liður hjá okkum í at røkka einum null-útláti um fá ár.” – Ulla Joensen

Ætlaða tøkugjaldið fer at hava negativa effekt á inntjening fyri hvørt partabræv uppá eini 6-7%, metir greinari

- Í dag eru 12 línuskip í vinnu, og av hesum eru 10 frystilínskip sum eru komin í flotan seinastu árini. Næstan øll eru komin síðani skipini fingu makrelkvotu og økt inntøkugrundarlag

- Ársúrslitið í 2022 fyri skatt var 2,5 mió. kr., sum er umleið tað sama sum í 2021, tá ið úrslitið var 2,6 mió. kr.

Hóast 2022 hevur verið merkt av órógvi á fíggjarmarknaðinum, eru úrslitini hjá Trygd fyri 2022 sum heild nøktandi. Avlopið eftir skatt var 12,5 mió kr.

- Búskaparráðið ger vart við, at verandi skipan í umsitingarætlanini ikki er nóg munagóð, tá ið talið av fiskidøgum einans kann flytast 5% hvønn vegin

- Búskaparráðið talar fyri, at tilfeingisgjald verður tikið inn fyri tey náttúrutilfeingi, sum Føroyar ráða yvir

- Heimaflotin er komin til eitt markamót, har tað er neyðugt at gera eina haldgóða ætlan fyri, hvussu heimaflotin gerst burðardyggur, so hann gevur íkast til búskapin

Vørn hevur higartil í ár tillutað 60 bátum fiskiloyvi í bólki 5A, men einans 14 bátar hava galdandi siglingarloyvi

Stríðið um rættindini til fiskatilfeingi í Noreg er gróthart. Ungir fiskimenn eru taparin, skrivar NRK

Reiðarafelagið fyri Handilsskip mælir nýggja landsstýrinum til at fara undir arbeiðið at fáa fleiri tvískattaavtalur og avtalur um cabotagesigling

- Ofta er tað óskipað og torført at leita eftir klæðum í ávísari stødd á rótikassunum á netinum. Tí havi eg gjørt hesa heimasíðuna, sigur Petur Háberg við KVF

Føroya Skipara-& Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip hava í dag skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála

Nýggj ICES-frágreiðing gevur eina heildarmynd av føroysku alivinnuni

- Áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um at avtaka serskipanir á arbeiðsmarknaðinum hevur fingið nøkur fakfeløg upp úr stólunum

- Hagstovan hevur fyri fyrstu ferð almannakunngjørt BTÚ í føstum prísum. Tað vil siga, at føroyingar nú kunnu síggja framleiðsluna uppgjørda í mongdum, tí prísbroytingarnar eru tiknar burturúr

Tað eru heilar 14 mió kr betri enn árið frammanundan sum hevði stórt hall

Varð sleipaður inn á Vestmanna tann 21. februar og liggur nú í Havn

Landsstýrismaðurin vitjaði felagið á aðalfundinum sum var í gjár

Bæði topp- og botnlinja minkaðu munandi í fjør

Bruttovinningurin var methøgur og tað lukkaðist at fáa allan vøksturin og meira afturat niður á botnlinjuna

Teir hava ikki møguleika at taka útbúgvingina í heimlandinum

Men streymurin harðnar sum vikan gongur og tað verður høgætt alla vikuna, so tí er ikki væntandi at tað verður nógvur útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya um metingina hesa vikuna

Seinnapartin byrjaði endabresturin í sambandi við tiltakið “Nýskapan í ferðavinnuni”. Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átaki, sum seinastu árini hevur stimbrað menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni

- Áleið 1100 búeindir mangla, men batar eru at hóma

Christian Andreasen er komin í nevndina hjá partafelagnum Tjaldri. Hann er ikki komin í nevndina fyri nakran, men hann er komin afturat í nevndina, skrivar KVF

Yvir 400 luttakarar eru í dag á Aliráðstevnuni, sum verður hildin á Hotel Føroyum

Ikki nóg mikið av eykalutum av sanksjónunum skapar stórar trupulleikar hjá flogferðsluni í Russlandi

Uppskotið skal ætlandi fyri Stórtingið seinni í hesum mánaðinum

Samstarv sum umfatar FarGen og rannsóknarstovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur fingið 4 mió. kr. í stuðuli til gen-verkætlan frá Novo’s BII

Betri Banki hevur ígjøgnum fleiri ár havt ein støðugan vøkstur i útlánum, og 2022 var einki undantak

Sølan av elbilum er økt munandi samanborið við síðsta ár, og í februar toppaði ein elbilur listan yvir mest seldu persónbilar

- Í sambandi við at granskarar á Fiskaaling í eina tíð hava nýtt ílegusekvensering til at eyðmerkja ymiskar verur í sýnum, hevur tørvur verið á einari greiðari mannagongd fyri hvussu slíkar dátur verða viðgjørdar

Høvuðstølini í tjóðarroknskapinum eru á fyrsta sinni gjørd upp í føstum prísum. Tað ber sostatt til at máta realvøksturin í føroyska búskapinum og sammeta hann við gongdina í búskapinum í øðrum londum frá 2009 fram til 2021

Í dag klóraði Musk seg aftur upp á fyrstaplássið sambært Bloomberg Billionair Index

Føroya Ferðaleiðarafelag hevði aðalfund 25. februar

Danska Rockwool-samtøkan hevur í tíðarskeiðinum 2015 til 2020 tjent milliónir av krónum upp á vøru til prosjekt, sum hoyrdu undir russiska verjumálaráðnum

- Serskipanir fyri fólk í ávísum vinnugreinum og serskipanir fyri fólk, sum arbeiða uttanlands, eru við til at gera okkum fátækari sum land. Samgongan eigur at gera neyðugar nýskipanir skjótast gjørligt

- sum skal hjálpa ukrainum og arbeiðsgevarum at koma í samband við hvør annan

“Føroyska ættarliðið Z leggur stóran dent á at gera munagott arbeiði, sum hevur eina jaliga ávirkan á alt samfelagið”

Føroyingar áttu næstan helmingin av gistináttunum í januar í ár

Hóast vinningurin seinastu trý árini hevur verið minkandi, so er kortini talan um eitt yvirskot uppá góðar 10 milliónir krónur

- Nú orkuskiftið tekur dik á seg, fer Effo at veita tryggar og munagóðar orkuloysnir, og orku beinleiðis til húsarhald og vinnubygningar

Á aðalfundinum 31. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum samanlagt 250 mió. kr., t.e. 26,04 kr. fyri hvørt partabrævið í vinningsbýti