Hagstovan: Útflutningurin fyri fyrra hálvár 2024 er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyrra hálvár 2024 samanborið við fyrra hálvár 2023.
Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum.
Útflutningurin av laksi er vaksin 405 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 16,5 prosentum og nøgdin er vaksin við 21,1 prosenti.
Aðrar vørur sum toga útflutningin uppeftir eru toskur, makrelur og fóður. Toskaútflutningurin er vaksin 54 milliónir krónur, ella 10,5 prosent.
Seinastu tíðina hevur vøkstur verið í útflutninginum av fóðuri, lýsi og fiskamjøli, men fyrra hálvárið 2024 er fiskamjølið minkað við 111,6 milliónum krónum og lýsið við 68,4 milliónum krónum í mun til fyrra hálvár 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo