Hagstovan: Innflutningurin fyri fyrra hálvár 2024 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 5,1 milliard krónur. Innflutningsvirðið minkaði 852 milliónir krónur.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 72 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 574 millión krónum, ella 31 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo