KVF: Okkurt um 25 hava søkt um stjórastarvið í felagnum Nótaskip.
Flestu umsøkjarar eru menn, men onkur kvinna hevur eisini søkt, skrivar KVF.
Jógvan Jespersen, sum er fyrsti stjóri í felagnum, hevur verið stjóri síðani 1. mai í 2008.
Miðað verður eftir at seta nýggja stjóran 1. oktobur, skrivar KVF.
Jógvan Jespersen heldur fram, til nýggi stjóran hevur verið í starvinum í eina tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo