Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við  Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju. Eitt er á royndarveiðu eftir høgguslokki.

Streymurin verður nokkso harður, men tó ikki av tí harðasta. Veðurforsøgnin sær góð út, so vit væntað nógvan útróður. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt. Helst fara nakrir bátar á Føroya Banka.

Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva. Smáligt fiskarí. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Eisini teir fiska svartkalva.

Tvey pør fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Væntandi fara nøkur pør út í næstum. Tvey pør fiska gulllaks.  

Tríggir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Fiskaríið er gott. Allir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur av hinum trolbátunum fer út eftir vikuskiftið.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa væntandi í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo