Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Firum: Tann 8. november verður ráðstevnan Vitan til varandi aling hildin á triðja sinni.

Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru á ein ella annan hátt viðkomandi vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggu menningini av føroysku alivinnuni.

Talan er um eina føroyska vísindaliga ráðstevnu, ið skal virka sum eitt savningarstað fyri føroyska akademiska umhvørvið og allar granskarar, ið á ein ella annan hátt fáast við alirelateraði evni.

Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni. At hjálpa til við fyrireikingini av ráðstevnuni er ein vísindanevnd skipað, ið er mannað av granskarum frá ymiskum føroyskum granskingarstovnum. Í vísindanevndini sita Unn Laksá, frá Sjókovanum, Eilif Gaard frá Havstovuni, Debes Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Joensen frá Fróðskaparsetrinum og Ása Jacobsen frá Firum.

Yvirskipaðu evnini fyri ráðstevnuna verða í breiðum høpi innan hesar karmar:

Tøknimenning
- aling á landi (RAS)
- nýggj tøkni, nýggir møguleikar
- nýggjar alivinnur

Umhvørvið
- árin frá alivinnu á vistskipanina
- árin frá umhvørvinum á alivinnuna
- lívfrøðiligt margfeldi
- ávirkan av veðurlagsbroytingum á alivunnuna

Týdningur av alivinnu á búskap og samfelag (implementerast øll evni)
- búskapar avleiðingar av tøkni
- búskaparligar avleiðingar og lívfrøðiligt margfeldni
- marknaðarkrøv

Sum vanligt er, tá skipað verður fyri vísindaligum ráðstevnum, verður í næstum lýst eftir framløgum, og kunnu granskarar tí senda ein stuttan samandrátt, sum í stuttum lýsir innihaldið av ætlaðu framløguni. Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.

Í næstum verður kunna nærri um tilmelding, hvar ráðstevnan verður hildin og annað viðkomandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo