Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Firum: Í dag hittust granskarar á Firum til innanhýsis framløgur.

Á Firum eru ymisk virkisøkir, sum granskarar eru knýttir at. Javnan hittast granskararnir og onnur á Firum og leggja fram júst hvørjar verkætlanir er í gongd.

Hetta óformella og interaktiva átak er sera gevandi fyri granskararnar, tí framløgurnar eru stuttar, og forvitnið og prátið millum granskarar virkar sum eitt vitanar-mekka.

Framløgurnar í dag fevndu breitt. Tróndur Kragesteen greiddi frá greiningum av samanhangi millum data frá manuellum lúsateljingum og sjálvvirkandi lúsateljingar. 

Sandra Ljósá Østerø vísti eina interaktiva mynd av kanningum av ferðingarmynstrinum hjá sjósílum. Talan er um sjósíl, sum í fjør og í ár vórðu pitmerkt í Eiðisá í Norðragøtu. Ferðingarmynstrið frá ánni og út á sjógv, og frá sjógvi og niðan í ánna, verður skrásett umvegis eina antennuskipan, sum Firum hevur sett upp í Eiðisá. Ætlanin er at henda interaktiva mynd verður løgd á heimasíðuna hjá Firum í næstum.

Aqua 2024
Í næstu viku fara fimm granskarar frá Firum at leggja nýggj granskingarúrslit fram á stórari vísindaligari ráðstevnu Aqua 2024, sum verður í Keypmannahavn.

Tríggjar av hesum framløgum vórðu hildnar á Firum í dag. Endamálið var at fáa afturmeldingar frá starvsfeløgunum og fínpussað framløgurnar áðrenn ráðstevnuna í næstu viku.

Heidi S. Mortensen, sum er PhD lesandi á Firum, greiddi frá granskingarúrslitum um æðrakálking hjá laksi og strongd.

Ása Jacobsen gav okkum innlit í kanningar sum eru gjørdar av rognkelsum, sum ganga í aliringum, ið ávikavist nýta plastskjól og taraskjól. Rognkelsi er ein fiskur, sum skal hava atgongd til skjól, har hann kann festa seg á við einum súgvikoppi, sum hann hevur undir búkinum. Endamálið við hesi verkætlan er at kanna um munur er á vælferðini hjá rognkelsum, sum hava plastskjól ella taraskjól.

Sandra Ljósá Østerø legði fram nýggj úrslit, sum væntandi fara at broyta hvussu man mátar heilsustøðuna hjá rognkelsum.

Framløgurnar frá føroysku granskarunum, sum leggja fram á ráðstevnuni, eru hesar:

Gunnvør á Norði, Birgitta Andreasen, Tróndur Kragesteen, Signar P. Dam, Kirstin Eliasen THE LIKELYHOOD FOR MOBILE LICE TO LEAVE A HOST DEPENDS ON SPECIES, TEMPERATURE AND DAY LENGTH

Heidi S. Mortensen, Amanda Vang, Elin Egholm, Lucas A. Zena, Helene Wisløff, Ida B. Johansen, Albin Gräns, Erik Sandblom PREVALENCE AND SEVERITY OF CORONARY ARTERIOSCLEROSIS IN FAROESE FARMED ATLANTIC SALMON Salmo salar

Sandra Ljósá Østerø, Jessica Di Toro, Eydna í Homrum, Esbern Patursson, Kirstin Eliasen USING A LENGTH-WEIGHT RELATIONSHIP BASED ON WILD LUMPFISH Cyclopterus lumpus L. FOR ESTIMATION OF BODY CONDITION OF LUMPFISH IN AQUACULTURE

Ása Jacobsen, Ása Johannesen, Kirstin Eliasen, Elin Egholm, Agnes Mols Mortensen EFFECT OF PLASTIC AND SEAWEED SHELTERS ON THE SKIN MICROBIOME OF LUMPFISH Cyclopterus lumpus USED AS CLEANER FISH IN AQUACULTURE PENS

Kirstin Eliasen, Sandra L Østerø, Esbern J. Patursson, Ása Jacobsen, Agnes Mols Mortensen, Ása Johannesen THE DIGESTION TIME FOR SALMON LOUSE Lepeoptheirus salmonis IN LUMPFISH Cyclopterus lumpus IN RELATION TO SAMPLING METHOD, DEVELOPMENTAL STAGE, AND TEMPERATURE

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo