Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønland. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.
Streymurin verður harður og veðrið verður nakað skiftandi, so vit væntað ikki tað stóra av útróðrafiski.
Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva, tó hevur annar eisini fiskað á Íslandsrygginum. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.
Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Væntandi fer okkurt parið avstað í næstum
Ein trolbátur er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiska mest flatfisk og tosk. Báðir landa í vikuni. Helst fer onkur trolbátur út í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo