Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Posta hevur sett nýggjan fíggjarleiðara frá 1. februar 2023

- Umhugsið at brúka brúnna heldur enn tunnilin, sigur hann við kundarnar, nú prísurin fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er tvífaldaður fyri leigubilar

- 8 nýggir lærlingar byrja á MEST í dag

Yvirskotið eftir skatt í 2022 var 55,5 milliardir krónur, vísir roknskapurin

Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Tað er eitt lægri nýtslustig enn í 2019, tá tað var hægst. Tá vóru knøpp 60% av kømrunum brúkt

Atkvøðurnar eru taldar upp og úrslitið er, at hesi 35 fólkini manna umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV komandi fýra árini

- Reglugerðin um óljóð frá skipum hevur riggað væl. Fleiri larmandi skip hava gjørt ábøtur fyri at minka um óljóðið, og enn fleiri ábøtur eru ávegis

Gistinæturnar á føroysku gistingarhúsunum settu met í 2022, tá tær vóru knapt 230.000 í tali. Nýtslustigið var hinvegin minni enn í 2019

SEV hevur søkt um loyvi at seta eina transformaturstøð upp við Áir

Nevndin í BankNordik mælir til, at vinningsbýtið til partaeigarar bankans skal økjast, úr 50 prosentum upp í 70 prosent av yvirskotinum, skrivar KVF

- Praksis er at bjóða allar byggiverkætlanir út, eisini ráðgevarapartin. Váðin avgerð ofta útbjóðingarhátt, sigur stjórin á Landsverki

Tó er eitt sløð av hvítum fiski við eisini

Allur ivi skuldi verið beindur av vegnum eftir lyfti frá fleiri landsstýrismonnum

Í sambandi við at Faer Isles Distillery byrjar whisky-framleiðslu við síni nýggju, stóru distillarí-útgerð í Vestmanna, er eisini nýggj barr og kundamóttøka tikin í nýtslu

Í dag er móttøka í sambandi við, at Faer Isles Distillery byrjar whisky-framleiðslu við síni nýggju, stóru distillarí-útgerð í Vestmanna

Samstundis nágreinar bankin hvar áleið úrslitið í fjør fer at lenda

74 metur langa luksusjáttin Plectrum hevur pláss til bæði bilar og tyrlu, og kann sambært framleiðaranum Lazzarini Design flúgva

SAS heldur fram at missa pengar. Í november og desember var undirskotið hjá flogfelagnum 1,5 milliardir svenskar krónur

70% siga seg ikki vita, um teirra peningastovnur veitir serlig lán til elbil. Tað vísir nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri BankNordik

Volvo afturkallar 12.000 bilar í Svøríki, skrivar svenska Carup, sum hevur havt samband við Volvo, og norska TV2 skrivar, at 4039 bilar eru afturkallaðir í Noreg

Føroya Bjór hevur nú fingið sína nýggju washstill undir tak. Byggingin hevur verið nógv seinkað í vetur, men nú er klárt at montera, sigur Føroya Bjór

Hóast fyrivarni skulu takast fyri at samanbera gongdina í føroyska og danska brúkaraprístalinum, so vísir tað seg nú, at miðalvøksturin í føroyska og danska brúrkaraprístalinum hevur verið tann sami í 2022

Siloirnar eru 20 til 30 metrar høgar, skorsteinurin 60 metrar. Ein goymslubygningur á 40 x 40 metrar, og 140 metrar av bryggju skulu eisini gerast afturat, veit Kringvarpið at siga

Felagið ætlar at halda fram á ein virknan hátt at samskifta við myndugleikar, lokal virki og onnur fyri at bøta um korini hjá útróðrinum

Annars er fiskaríið smáligt og trolbátarnir liggja allir fyri veður

Familjufyritøkan Zacharias Leitisstein í Runavík er seld og nú skulu íbúðir gerast, har virkisbygningurin er

Pf. Regn hevur á tvingsilssølu fyrrapartin keypt línuskipið Borðoyarnes, men ætlanin er ikki at brúka skipið til fiskiskap

Tað var í 2017 at felagið Global Fiberglass Solutions (GFS) keypti eina gamla aluminiumsfabrikk í Sweetwater fyri at resirkulera avoldað vindmyllubløð

Ætlanin er at brúka sama leist sum brúktur verður í Kroatia, Portugal og Sveis, har talan er um eitt sokallað vitjanarískoyti

Áhugin hjá dønum og øðrum, at útbúgva og eftirútbúgva seg innan vinnukaving heima í Føroyum hevur verið vaksandi, serliga síðani kavaraskúlin í Keypmannahavn stongdi

Brúkaraprístalið er vaksið 10,1% seinasta árið. Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum eru hækkaðir, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin

Kom inn sum stjóri fyri hálvum ári síðani, men varð ongantíð góðkendur av tryggingareftirlitinum

Krøvini móti búnum í Sp/f 20.10.20, sum fór á húsagang 21. desember, eru komin upp á góðar 800.000 krónur. Ein hálv millión eru lønarkrøv, skrivar KVF

Løntakaratalið vaks 0,9% í desember samanborið við árið fyri. Bróðurparturin av vøkstrinum eru løntakarar, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap

- Lívfiskastøðin pumpar støðugt stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði, og starvsfólkini á støðini taka ymiskar sjógvprøvar úr pumpuskipanini, sum Havstovan síðan kannar nærri

Tíðarskeiðið januar til november 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 10,4 milliardir krónur

Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør varð innflutt fyri 11,3 milliardir krónur

Meðan ES hevur samtykt at nýggir bilar sum verða seldir eftir 2035 skulu vera klimaneutralir, og New York og Kalifornia eru á veg at gera tað sama, gongur ein annar amerikanskur deilstatur móti streyminum

Smyril Line ger íløgur í útbúna at basa eldi í el-bilum, heldur enn at banna el-bilum umborð á Norrønu, sigur stjórin í Smyril Line, Jens Meinhard Rasmussen

Í morgun var fyrsti fundur millum Reiðarafelagið Fyri Handilsskip og manningarfeløgini. Partarnir handaðu síni krøv og avtalaðu eina fundarrøð

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil ikki hava sitandi á sær, at felagið einki ger við brot á sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

- Bygging skal veita meirvirði til samfelagið. Hetta meirvirðið hongur óloysandi saman við góða arkitekturinum, sigur Heidi Poulsen

- Tað er hugstoytt at lesa, at stjórin á Bakkafrosti kemur við tómum uppáhaldum ímóti byggivinnuni, heldur Magnus Magnussen

Størsti vøkstur er innan fiskivinnu og aðra tilfeingisvinnur

Allir trolbátarnir landa í vikuni sum kemur og tað gera garnaskipini eisini

Fyrr í vikuni lá danski trolarin Themis úr Skagen og landaði makrel til Pelagos í Fuglafirði

Tað var eftirsleip frá korona tíðini sum gjørdi, at onki eftirlit var í fjør, sigur stjórin á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

- Men tað verður neyðugt í framtíðini at tillaga framleiðsluna. Í desember 2022 fingu vit ein óheftan ráðgeva at hyggja eftir roknskapartølunum, og hann segði "stong beint nú"

Borðoyarnes undir hamaran í næstu viku

Ákæruvaldið í Íslandi gevst nú at kanna Samherja og leiðsluna í felagnum, skrivar Kringvarpið