Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt siglur heim undan Grønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Seks liggja við bryggju.
Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður skiftandi, so helst kemur ikki tað heilt stóra av útróðrarfiski upp á land.
Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar kongafisk og ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.
Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verið brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Væntandi fer okkurt pari avstað í næstm
Ein trolbátur er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tveir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríið er smáligt. Øll landa helst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo