Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.
Streymurin er góður til útróður, og veðrið verður eisini gott fyri tað mesta, so vit vænta nakað av útróðrafiski. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka.
Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva og tveir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og fær mest av hýsu og toski. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.
Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Væntandi fer okkurt parið avstað í næstum
Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Smáligt fiskarí. Øll landa væntandi í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo