Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Búskaparráðið mælir til, at skipanin við fiskidøgum verður eftirmett, við tí endamálið at fáa fiskiveiðuna undir Føroyum lívfrøðiliga burðardygga

- Rættingar fyri 251 mió. ljóðar av nógvum, og er omanfyri miðal seinastu árini. Vit síggja at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað, og tað ger eisini, at vit í fleiri førum nú enn áður koma fram á stór mál

Risastóru vinmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti verða nú settar upp

Semja um orkumálið var undirritað úti á Tinganesi um miðdagsleitið í dag

Í morgin tann 23.03. 2022 kl 13:00 verður felags samráðingar fundur í Vinnuhúsinum um felags krøvini

Seinnapartin í dag skriva landsstýrismaðurin í vinnumálum og samráðingarnevndin umboðandi kommunala geiran og SEV undir semju um bygnaðin á elorkuøkinum

Vágs Timburhandil broytir navn til Bygma Suðuroy og Helgi Kristiansen heldur fram sum leiðari, somuleiðis halda øll starvsfólkini fram

Kann vera við til at draga fleiri íleggjarar at BankNordik og geva bankanum betri treytir at taka lán og útgeva lánsbrøv

Enn einaferð eru politikarar og Landsverk farnir at pástanda, at landið kann bora bíligari enn privatu fyritøkurnar gera. Føroya Handverksmeistarafelag vil vísa á, at hetta er langt frá veruleikanum

Um 9-tíðina í gjárkvøldið fór maður fyri borð umborð á íslendska lodnuskipinum Víkingi. Høgaberg, sum var staddur tætt við fekk tveitt manninum ein bjargingarvest

Fíggjarstøðan hjá landskassanum er verri í dag, enn hon var beint áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008, hóast føroyski búskapurin hevur havt stóra framgongd seinastu 10 árini

- Við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri eiga almennu kassarnir at hava avlop, vísur Búskaparráðið á í várfrágreiðingini fyri 2022

Kranin skal seta risastóru vinmyllurnar upp á Gellingarkletti komandi dagarnar

Bæði bruttovinningur og ársúrslit settu met í fjør hjá heilsøluni í Klaksvík

Við lyklinum varpar MEGD ljós á matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek

Tað skal samanberast við hall á yvir 36 mió kr í 2020

Úrslitið áðrenn skatt í 2021 var eitt avlop upp á 21,4 mió. kr. Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2021

Súsanna Poulsen er sett sum stjóri í Føroya Keypssamtøku

 

Men gjaldførið er gott og felagið er bjartskygt um framtíðina

- Allir kundar, ið hava eina sethúsatrygging hjá okkum, eru fevndir av nývirðistrygging. Tað merkir, at kundar kunnu hava vissu fyri, at húsini verða bygd aftur, um skaði stendst av eldi, sigur TRYGD

Úrslitið kundi verið nógv størri um oljan ikki var so dýr, tí sølan setti met og var fleiri 100 milliónir hægri enn árið fyri

Úrslitið hjá MEST var í 2021 eitt vet hægri enn árið frammanundan hóast nettosølan var lægri. Avlopið eftir skatt var 12,9 mió kr í 2021 í mun til 12,8 mió kr árið fyri

Í tíðarskeiðinum 2014 – 2021 er fólkatalið í Føroyum økt við góðum 5.540 persónum. Er talið av persónum í hvørjum húski 2,85 í miðal í Føroyum, svarar tað til ein tørv á umleið 1.940 nýggjum býlum

Ein av størstu váðunum í alivinnuni í dag er lúsin. Hagtøl vísa, at fellið er vaksandi og ein sannlík orsøk er lúsin. Búskaparráðið mælir til, at myndugleikarnir hava eitt vakið eyga við gongdini, so hóskandi átøk verða gjørd, har tað er neyðugt

Í BS-verkætlanini hevur hon kannað, um tari veksur betur tætt við laksaaling, har hann fær tøðsølt frá laksinum, enn hann ger á økjum burturfrá laksaaling

Orsøkin er, at munandi meira er brúkt til lønir

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2021 til januar 2022 var 9,4 milliardir krónur. Tað er 1,4 milliard krónur meira enn undanfarna skeið

Eykaaðalfundurin hjá SEV hevur í dag samtykt at loyva nevndini at fara undir fyrireikingar av verkætlanini við pumpuskipan í Vestmanna og at útvega sær fígging upp til 900 mió. kr. til íløgur og gjaldføri

Útflutningurin av fiskavørum vaks tvær milliardir krónur seinasta 12-mánaðarskeið (frá februar 2021 til januar 2022) samanborið við undanfarna skeið

Hóskvøldið 24. mars skipa Hugskotið og Visit Tórshavn fyri einum kveikjandi tiltaki fyri ferðavinnuveitarar

Gellingarklettur: Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni at lýsa 25 MW av vindmátti er staðfest í vinnukærunevndini

Men uttan koronastuðulin høvdu reyð tøl verið á botnlinjuni

Á nevndarfundi í dag, sum var tann fyrsti eftir aðalfundin, sum var tann 5. mars, skipaði nevndin í Starvsfelagnum seg við Biritu F. Kjærbæk sum næstforkvinnu

Fyrstu árini kostaði tað umleið 150.000 kr. at fáa sær jarðhita í eini vanlig sethús. Í dag er íløgan vaksin til í miðal 185.000 kr.

Sum avleiðing av støðuni í Ukraina, hevur Paris MoU útgivið eina vegleiðing, har heitt verður á flaggstatir og havnastatsmyndugleikar um at vera smidligir

Oljuprísurin er farin nógv niður og prísurin á einum fati av norðsjóvarolju liggur undir 100 dollarar fyrrapartin

Í Russlandi hevur Vladimir Putin forseti sett nýggja lóg í gildi sum ger tað torførari hjá útleigufeløgum at fáa flogførini aftur, sum eru leigað til russisk flogfeløg

Alivinnan stríðist støðugt við laksalúsini, sum er ein stórur trupulleiki fyri vinnuna. Morten Svinding Pedersen og Ólavur av Fløtum Mittún eru báðir lívfrøðilesandi. Teir arbeiða á Fiskaaling við eini verkætlan

Niels Uni Dam, sum í fjør var næstformaður, er nú formaður í Samskifti. Næstformaður er Allan Dalsgarð

Í februar vórðu um 900 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru slakar 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 2,7%

SEV ætlar at byggja eina pumpu- og framleiðsluskipan ímillum byrgingina í Heygadali og byrgingina uppi á Mýrunum í Vestmanna

- Vit gleða okkum til at bera kundunum aftur av góða úrslitinum, og vit eru errin av, at tað gongur so væl hjá felagnum. Tað er jú kundin, sum eigur okkum, sigur Ingunn Eiriksdóttir

Talið á skipum hjá Navigare veksur úr 11 til 13, nú fyritøkan fær skipini Hav Brim og Hav Sund ávikavist í apríl og juni í ár

Knappliga 27.200 vóru í løntakaraskaranum í februar. Tað eru slakir 250 fleiri enn í februar í fjør, ið svarar til ein vøkstur upp á 0,8%

Bensin, diesel og olja til húsarhaldini er blivin nógv dýrari síðstu vikurnar. Og tað merkist hjá viðskiftafólki hjá EFFO og Magn, skrivar KVF

Smyril Line hevur í dag havt ársaðalfund. Úrslitið fyri 2021 vísti eitt yvirskot á 16 milliónir. Smyril Line rindar onki vinningsbýti fyri 2021

Úrslit av kanning um talgilt koyrikort vísir, at skilagott er við loysn, sum kann virka sum bæði koyrikort og borgarakort

Meðan tað er vorðið munandi dýrari at fylla tangan á bilinum og oljutangan heima við hús, verður streymprísurin óbroyttur, skrivar KVF

Tað hendir eftir at kursurin á partabrævinum hjá oljufelagnum er hækkaður nógv hundrað prosent seinastu dagarnar

Nýggi Christian í Grótinum er 89 metrar langur, 18 metrar breiður, og er 5000 brutturegistartons. KVF hevur fleiri myndir