Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Sjóvar kirkja var meira enn fullsett, tá ið Ámundur Berthelsen fór til gravar tann 24. januar 2019. Eftir drúgva ferð í øðrum heimi í tjaldbúð jarðar, flutti hann heim til Harran, ið hann lærdi at kenna sum ungur

- Minnist vitnisburðin ávegis eftir kirkjugøtuni. Tað heilaga, fjálga og trygga. Teinurin var drúgvur at ganga

- Í mínum kalli sum prestur er mangan staðfest, at køkurin er ein týðandi talarastólur.

- Náttin er vøkur, nú tað stundar til fjórða sunnudag í advent. Tað er stilt uttandura. Onkur hendinga bilur fer framvið, og nakrar stjórnir síggjast á luftini

- Valla er tað satt, at alt var betur í gomlum døgum. Nógvar vanlagnur liggja í tí dulda, og mong arr í sálini vórðu ongantíð grødd. Fáur bað um hjálp, tí so var tað avdúkað, at myndin hevði døkkar litir

- Var tað rættvíst, at nógvar familjur mistu húsini? Tann almenni og privati geirin við væl lærdum fólki legði lunnarnar og lagaði tað svá, at miðal vitandi fólk komu í fíggjarligt óføri av kreppuni?

- Kvinnuligi lærarin gjørdist sálarliga sjúk, og hennara lívsdreymur í yrki brast hennara fyrsta veruliga arbeiðsdag. At hugsa sær styrkina í orðunum

- Tað var illfýsið í veðrinum, og evnið var ov viðkvæmt til harðmælta talu. Tá ið eg skuldi svara, ljóðaðu boðini av brúnni, at vit skuldu leggja á og taka boyuna

- Ein týðandi táttur í sjálvsfatan teirra kristnu er, at skapanarverkið er avrik Guðs. Vit eru skapað í Guðs mynd

- Hvør eigur lívið? Hvør eigur avgerðarrættin til lívið?

- Tað heilaga hevur óavmarkaðar møguleikar, hóast tað til tíðir kennist trongt upp í ein krók, tá ið tíðarandin ikki góðtekur Guðs heilagleika

- Í sambandi við eina seruppgávu í 9. flokki fekk undirritaði spurningin: “Biskupur, hvat heldur tú um gudloysingar?” Svarið var stutt

- At vera frígjørdur er eitt orð, ið hóskar til nútíðina, hóast alt fleiri bindingar og avmarkingar eru komnar tey seinnu árini

- At vera móðir og faðir er mikið meira enn biologi

- Afturlítandi falla mangir prikkar upp á pláss, og vit kenna einans lívið, tá ið tað er livað. Tað er ein gamal sannleiki, ið Søren Kirkegaard vísti á í síni djúptøknu hugsan

- Hetta slagorðið er eisini aktuelt at endurtaka í Føroyum, nú talið av nýggjum føroyingum er vaksandi

- Tað kendist ikki fremmant, hóast mangt var øðrvísi. Landslagið og hitin, maturin og mentanin líktust ikki tí heimliga føroyska

- Onkuntíð kappast vit um at rósa hvør øðrum, at vit eru vitborin, klók og dugnalig

- At síggja tað vakra og umtala tað er ein av síðugøtunum inn á høvuðsgøtuna til eitt gott og ríkt lív. At varnast tær smáu vælgerðirnar, ið kristin fólk dagliga útinna, skapar hita í kroppinum og gleði í hjartanum

- Mitt í allari njótan á einum almennum torgi við alskyns vørum, sást ein muslimsk kvinna útinna miskunnarverk móti eini fátækari kvinnu

- Tað er rættiliga ivasamt og valla rætt, at kirkjan við biskupi á odda og aðrar samkomur verða kallaðar til hoyringar, tá ið Løgtingið smíðar verðsligar lógir t. d. lógirnar um hjúnalag og ættleiðing

- Tað var frígerandi at hoyra leiðaran í samkomuni Filadelfia, Tummas Jacobsen, í sendingini hjá Svf Guð signi Føroyar

- Prædiki ikki ofta um grøðing í tí almenna rúminum. Fyri mær er sjúkrahúsverkið ein Guðs gáva. Læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og øll starvsfólkini eru hendur Guðs

- Eitt kvøld í vetur fóru vit av Kapellinum á Landssjúkrahúsinum heim í Havnar kirkju. Tað var kalt, stilt og mánin fylgdi okkum ávegis

Eingin formur stendur í stað. Innihaldið – t. e. boðskapurin um Jesus – er avgerandi, ikki formurin

- Breyt tøgnina og spurdi, hvussu hann í kvøld metti um løtuna, tá ið mamman á morgni við songarstokkin fór í bøn fyri honum og systkjunum

- Hví skal eg krossfesta onnur, ið stríðast við tungar byrjar, ja bera sín egna kross?

- Í hesum døgum er EM í manshondbólti. Áhugavert er at sita í stólinum og síggja liðini stremba fram ímóti gullinum

- Týdningarmikið er at staðfesta tey grundleggjandi virðini, ið samfelagið byggir á. Hin kristni arvurin er eyðsýndur í einum landi, ið byggir á grundliggjandi súlur

- Er tað nú satt, at arbeiðarin er løn sína verdur, nú vit bæði hava verkfall og verkbann á almenna arbeiðsmarknaðinum?

- Hevur tú keypt teg ríkan? Spurningurin varð settur seinasta leygardag. Yvirskriftir í miðlum søgdu frá stórari sølu, nú “black friday” var farin afturum

- Mær dámar væl nútíðina. Fegnist um mong menniskjanslig og samfelagslig frambrot, hóast ávísir batar eru neyðugir

- At gerast pápi er tann størsta gávan mær er givin, – okkum, ið seinni gingu í hjúnalag. Hóast vit vóru ung, var sannføringin sterk

- Millum jørð, betong og asfalt síggjast boygdar herðar bera dagsins byrðar. Ein góðan summardag rennur sveittin um andlitið. Ein kaldan vetrardag frystir dropin á nøsini

- Tíðin stendur ikki í stað, hon kemur og fer. Við sær ber hon skiftandi rák og hugsan. Rákini eru myndandi eitt tíðarskeið, inntil onnur hugsan tekur pallin. Rákini mynda tilveruna hugsjónarliga og ítøkiliga

- Tað eru vit, ið prædika, sum skulu liva eitt heilagt lív, áðrenn vit seta krøv til onnur. Fallið í samfelagnum – verðsliggeringin – stendst av fallinum í okkara egna hjarta

- Tað ræður um at varnast tað góða, meðan tað er. Tað ræður um at vera hjástaddur í lívinum, meðan vit liva. Nógvar ríkar løtur hjálpa væl, tá ið sorgin vaknar við lívlát. Nærvera er altíð ein íløga í framtíðina

- Hvat er tað, ið vit velja at síggja? Hvat er tað, ið vit hoyra og velja at minnast? Hvørja søgu siga vit um hvør annan á skeivum stað til skeiva tíð?

- Tað andar av møku millum trøini, ið bera sjónligar reyðbrúnar blettir. Í 2017 hava vit havt eitt gott summar

- Tað er møguligt at missa seg sjálvan burtur. Tá ið vit loksins koma afturíaftur, verður mangan sagt: Eg havi funnið meg sjálvan

- Óttin fyri fylgjunum er órógvandi. Mistøkini níva, hóast tey ikki altíð vóru tilætlað. Tað er so skjótt at traðka við síðuna av. Sjálvt hin besti kann gera mistøk, og fáur kemur snikkaleysur gjøgnum lívið

Hann vitjaði kirkjugarðin og stóð við leiðið. Andakt, ró og friður. Einsamallur ein góðveðursdag millum søkurnar

- Biskupar eiga at tola meira enn onnur, tí teir (m/k) verða væl løntir fyri sítt kall. Einki knarr er sømiligt, – men tey, ið ongum hava gjørt ilt, hví skulu tey pínast við óhøviskari talu og ljótum málburði?

- Tað sømir seg ikki teimum kristnu at lúta við høvdinum. Í líknilsinum um liljurnar á markini og fuglin á heiði sigur Jesus, at stúranin eyðkennir heidna lívsáskoðan

- Hugtakandi er tað um várarnar at síggja náttúruna vakna. Eygleiða lívið í sínum margfaldi og ymiska skapi. Eygleiða og sjálvur vakna til lívs

- Orðafellið sigur, at ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð. Orðafellið sipar til ta sannroynd, at nakað, sum átti at verið eyðsýnt, ikki altíð sást í verki. Tað hendi, at maður royndist sum orðloysingur

- Vitjaðu Sólorku í Albir í Spania í tvær vikur. Ein frágera góð ferð, væl fyriskipað og gott ferðalag. At njóta tilveruna nakrar dagar og fáa orku til tær avbjóðingar, sum vit hvør í sínum lagi hava dagliga

- Páskamorgun kom broyting í, og alt gjørdist øðrvísi og jaligt. Deyðin var deyður, lívið livandi og menniskju endurfødd til livandi vónar

- Hon var gomul, og tíðin rann undan. Hon væntaði, at næstu ferð farið varð frá húsum, vildi hon verða borin. Ferðin um evstu sín, haðani eingin vendir aftur, var í nánd

- Rætturin at tala og siga sína hugsan er ein sjálvsagdur lutur í einum fólkaræði við skipaðum viðurskiftum og rættartrygd. Talufrælsið er ein týdningarmikil súla í samfelagnum saman við skrivifrælsi og trúarfrælsi