Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sum ljós av høgum himli komu orðini til mín. Frá at vera í iva gjørdist eg sannførdur. So beinleiðis er Andans leiðsla, at hon leiðir okkum burtur úr ótta og iva. Guðs andi leiðir menniskju inn á klettin bæði til trygd, trúgv og frelsu.

Skrivað stendur, at vit ikki eiga at stúra. Vit stúra fyri tí tímiliga, og tann óttin skal eyðvitað takast í álvara. Breyð á borðið. Tak yvir høvdið. Eisini tað tímiliga kunnu vit bera fram fyri Guðs ásjón í bøn.

Onkuntíð stúra vit fyri, hvat vit skulu siga, tá ið vit boða orðið um Harran. Hvussu mangan hava vit ikki upplivað, at Harrin var nær við sínum anda og signaði orðið við lívi og kraft.

Vit eru sendiboð, sum prædika evangeliið um Jesus. Heilagur andi tendrar trúar neistan og kyndur frelsunnar bál í hjørtum manna. Eitt orð signað av Guðs anda, og undurið hendir, at menniskju ganga yvir um frá deyðanum til lívið.

Frásøgnin um hin burturfarna sonin er væl kend. Mong menniskju kenna seg aftur í frásøgnini. Tað er eitt tíðarskeið í lívinum hjá teimum flestu, at vit velja at ganga egnar leiðir burtur frá Guði.

Tað er undurfult at hoyra, at hin burturfarni sonurin kom heim aftur til faðirin og fekk náðir at liva eitt nýtt og verdugt lív. Lívsjáttandi er tað, at faðirin tók ímóti soninum, ið hevði oytt ognina burtur í einum syndigum  levnað.

Eg vil standa upp og fara til faðirs míns. Sagt stutt er tað júst hetta, ið er týðandi í øllum kristnum arbeiði í orði og verki.

Er tað nakað, ið er neyðugt hjá mær at gera, til tess at kunna koma til Jesus?

Hin burturfarni sonurin gekk í seg sjálvan. Tað er í øllum lívsins viðurskiftum sunt, at vit ásanna og síggja okkara egnu støðu. Hin burturfarni sonurin gekk í seg sjálvan og tók eina avgerð.

Tey flestu okkara hava møguleikan at gera tað sama sum tann burturfarni sonurin. Vit kunnu hyggja inneftir og varnast, at alt ikki er fullkomið. Við hesari sjón og vitan, kunnu vit venda okkum til Jesus og biðja um fyrigeving, hjálp og bjarging.

Tað var ongantíð eitt ivamál um Guðs vilja. Guð sat ikki stillur og hugsaði eitthvørt, – hann fór til verka. Eingin okkara er so illa komin og farin so langt av leið, at Guð í Jesusi ikki megnar at bjarga.

Guð hugsar bjarging og frelsu, hann ynskir, at menniskju mega koma til umvendingar og trúgv. Guð ikki einans hugsar, men hann ger nakað ítøkiligt.

Hann sat ikki óvirkin, Guð í himlinum. Hann sendi sonin til jarðar.

Dýrabæri Jesus, tú sum komst niður úr hæddini, himmalska ríki tínum. Komst til hesa av synd og ófriði dálkaða jørð, tú, sum kendi himmalin!

Guð hugsaði frelsu og legði ein tryggan grundvøll. Golgata við kvøl og myrkri. Golgata og hin tóma grøvin vitna um mannin, ið doyði vára synda vegna og stóð upp av deyða okkum til rættvísi.

Ein livandi frelsari andaði páskakvøld á sínar lærusveinar og gav teimum Heilaga andan. Frelsarin vælsignaði sendiboðini við andans kraft og sendi teir út at prædika, sendi teir út at boða evangeliið um frelsu frá dómi og deyða. Frelsu á jørðini og ævigt lív um tíð og ævir í himmalskum ríki.

Vit eru send út at prædika, út at vitna í orðum og verki. Hvussu gongur so hjá okkum við hesi tænastu?

Er støðan ikki soleiðis, at vit ríkiliga verða vælsignað, tá vit siga hesi orðini: “Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær.”

Vilja vit hyggja inneftir og rannsaka okkum sjálv? Vilja vit reisast og viðganga, at tað er so nógv, ið átti at verið øðrvísi?

Lat tað vera ein stuttur vitnisburður, at tað eru ríkar løtur, tá ið vit kunnu leggja okkum inn at Jesu kærleiksfulla hjarta og teska: Tú, Jesus, frelsarin kæri! Tað er so nógv grugg í míni sál, so nógv synd í hjartanum, so lítil friður í sinninum.

Tað er vælsignað at kunna játta sína synd og samstundis síggja Jesu vinarliga andlit. Tað er tað ríkasta eg havi upplivað, at tað var ein frelsari, ið skilti mína støðu og gav mínum bangna hjarta tann frið, sum fyrigeving syndanna ber við sær.

Frelsarans undurfulli og dýrabari friður djúpt inni í hjartanum, ein gleði størri enn øll onnur, eitt ríkidømi dýrabærari enn alt heimsins gull og skreyt. Eitt nýtt lív, – umvendur frá mær sjálvum og mínum ótta til friðin í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara.

Umvendur til Jesus Krist, hansara frið og gleði. Amen.

Orðið: “Eg vil standa upp og fara til faðirs míns...” (Lukas 15.18).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo