Tað eru løtur í lívi teirra trúgvandi, ið lívga, geva mót og áræði. Løtur í gleði, hugna og góðum anda, løtur við góðsku og nærleika. Tað kennist sum um, at vit eru við ta livandi kelduna, ið gevur reint og dygdargott vatn.
Talan er um fjallaløtur. Sipað verður til ta bíbilsku frásøgnina, har tríggir lærusveinar eru saman við Jesusi uppi á einum fjalli í bøn.
Á fjallinum kendist nærvera Guðs so ítøkilig, at lærusveinarnir umhugsaðu at verða verandi har og byggja búðir. Í hæddini burturfrá fólkinum var so gott at vera, at eingin orsøk var at fara omanaftur í dalin.
Hóast hesa stórslignu uppliving fóru lærusveinarnir omanaftur av fjallinum. Tað er í dalinum ella í bygdum øki millum fólkið, at lærusveinar Jesu skulu virka.
Kristnin er ætlað at tæna Jesusi, har fólkið livir tað gerandisliga lívið í stríði og strevi, í gleði og sorg. Saman við fólkinum í tí dagliga kunnu vit prædika Jesus til umvending, trúgv og frelsu.
At virka millum fólkið í Jesu navni við góðum gerningum er ein øðrvísi prædika enn orðsins tala. At veita hjálp, har neyðin bankar á dyrnar, er virkin trúgv í kærleika. Tað er trúarinnar frukt.
Góðgerðir og miskunnarverk, ið verða útint sum ein fylgja av trúnni á Jesus Krist, fara beinleiðis inn í hjartað á teimum, ið hava tørv á hjálp og teirra avvarðandi. Tað er at boða Guðs orð í verki.
Tað gagnar eins egnu trúgv, at samsvar er millum orð og gerningar. Tað økir um trúvirðið, at vit royna at liva upp til tað, ið vit prædika. Gerningarnir prógva ella mótprógva tað, ið sagt verður.
Í eini andakt í kirkjuligum høpi er tað hóskandi at siga, at tað eru ikki einans vit kristnu, ið útinna miskunnarverk og góðgerðir.
Tíbetur eru nógv fólk innan ymiskar átrúnaðir og nógvir staðbundnir og altjóða felagsskapir, ið gera eitt dygdargott manngott arbeiði. Tað er at fegnast um, at tann humanitera ábyrgdin er eitt felags menniskjansligt ábyrgdarøki.
Vit, ið eru lærusveinar Jesu í 2024, mega spyrja Meistaran, hvar hann ætlar, at vit skulu tæna honum. Spyrja á hvønn hátt vit skulu lovprísa skapara himins og jarðar. Tað er týdningarmikið, at vit dagliga søkja ásjón Jesu í bøn og andakt við tøkk.
At lurta er ein týðandi táttur í øllum samskifti. Onkuntíð hava vit lyndi til bæði at spyrja og svara. Tað er ikki haldbart samskifti.
Sjálvur at spyrja og svara er ikki nøktandi í samskiftinum við himmalska faðir okkara. Vit kunnu spyrja um alt og lata alla tráan okkara kom fram fyri ásjón faðirsins í ákallan og bøn. Tað er okkara evangeliski lutur. Tað er gott fyri trúnna at troyta henda møguleikan.
At svara spurningunum, ið trúarlívið setir, liggur í Harrans hondum og er hansara ábyrgd. Harrin svarar í sínum tíma og á sín hátt. Vit eru mangan bráð av lyndi og ynskja eitt svar við tað sama. Tað kennist viðhvørt leingi at bíða, men eru vit tolin og goyma Guðs orð í hjørtum várum, kemur svarið loksins.
Bíðitíðin kann máa burturav trúarinnar gleði. Vit eru einans hálvavegna nøgd, tí tað, ið vit takast við, vignast ikki til vildar. Tá kemur mistreystið spakuliga sníkjandi og køvir trúarinnar hvíld, kraft og gleði.
Slíkar løtur er tað skjótt at missa fokus. Onkuntíð er fylgjan, at vit snáva í hugsan, gerningi og talu. Eitthvørt kemur á okkara lívsleið uttanífrá. Aðrar tíðir vassa vit út á djúpt vatn vegna tvørrandi umhugsni og ósketni, ið vit síðani harmast um og angra.
Angurin í sær sjálvum gagnar ikki trúnni. Angurin er einans gagnligur, um vit hyggja inneftir, ganga í okkum sjálvi og fara til Jesus við allari sálarkvøl og tí, ið tyngir hjartað. Angurin er ein alarmur, ið boðar frá, at eitthvørt er áfatt.
At angra og gráta sorgartár gagnar trúnni, tá ið vit vita, hvønn vit skulu fara til. Vit kunnu fara til Jesus við øllum og uppliva, at byrðan lætnar og verður borin saman við okkum. Jesus er ein loysnari í orðsins breiðu merking. Hann loysir fjøtur og bond og setir í frælsi.
Møtti nýliga einum manni á alfaravegi. Hann tyktist hava yvirskot av orku, var glaður og vælnøgdur. Hann spurdi beint fram uttan nakað uttanumtos: Hvussu hevur biskupur tað?
Biskupur dró út at svara og lat sekundini ganga. So tók maðurin sjálvur orðið og sipaði til sína egnu støðu, ið hevði verið nakað buldraslig og tvørlig: “Eg eri loystur úr hafti og endurnýggjaður.”
Hann var andaliga komin afturíaftur og byrjaður av nýggjum. Tað sama kann henda okkum, tí øll hava vit møguleikan at verða endurnýggjað í trúnni á Jesus. Amen.
Orðið: “...men verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara...” (Efesusbrævið 4,23).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo