Bíbilskt trongskygni uttan tolsemi og kærleika tænir ikki Guds ætlan við okkum menniskjum
- Francis Sheaeffer

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Fjølbroytt og spennandi starv sum skipari er leyst at søkja umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Jákup Sverri ger ymsar rannsóknartúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligari sigliætlan. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.

Umborð samstarvar tú við starvsfólk frá Havstovuni, sum í tøttum samstarvi við manningina gera ymsar kanningar. Sum skipari ert tú við til at leiða hetta samstarvið, so endamálið við hvørjum túri sær verður rokkið.

Ert tú forvitin og áhugaður í gransking, havumhvørvi og fiskiskapi, er starvið umborð á Jákup Sverra tað rætta til tín.

Arbeiðsøkið
-    Tú hevur høvuðsábyrgdina av skipinum.

-    Umborð hevur tú høvuðsábyrgdina av, at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM- og ISPS-skipaninar, góðskuskipan, reinføri o.l.

-    Tú skalt seta teg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiða eftir.

-    Tú skalt arbeiða í tøttum samstarvi við ”túrleiðaran” frá Havstovuni fyri hvønn túr.

Setanartreytir
Tú hevur vinnubræv til handilsskip við átekning STCW Reg. II/2.3.

Tú hevur galdandi prógv fyri eitt nú heilsuváttan fyri sjófólk, trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgerð og onnur viðkomandi skeið.

Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni, umframt evni og hegni at samskifta og fyriskipa.

Umsøkjarar, sum hava roynt við trolara undir Føroyum, hava fyrimun.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmála­ráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 31. januar 2025 kl. 12. Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Erling í Liða, reiðara, tlf. 79 39 01 ella Hans Edmund Olsen, skipara, tlf. 27 53 09.

Um Jákup Sverra:  Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjá Havstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál.
Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli. Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum av fiskastovnum.
Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvir dagar umborð og frítíð í landi.

Meira kunning um skipið sæst á www.hav.fo/um-havstovuna/jakup-sverri/

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo