Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Lívið lagar seg ymiskt, og mong eru menniskjans forløg. Lívið er eins og áin, sum við tíðini finnur sær rás. Hóast vit leggja ætlanir, kemur tilvildin stundum á gátt. Frávik verða frá lagdari ætlan.

Vit ráða ikki yvir tí, ið møtir á lívsleiðini. Sagt verður, at vegurin verður lagdur, meðan vit ganga. Vit búnast við árunum, og lívsins skúli gevur førleikar.

Í viku 42/2023 vitjaðu vit bæði konan í Lemvig, har fyrrverandi biskupshjúnini í Aalborg búgva. Eitt vinalag gjøgnum mong ár hevur ríkað okkara gerandisdag og tilveru. Hjástødd í nærveru, jarðbundin og glað í lívsins álvarsemi.

Tað er gott at eiga vinir, ið skapa eitt rúm, har vit finna hvíld og kunnu hugsavna okkum um tey veruliga virðini í lívinum. Í okkara føri var talan um trúnna á lívsins Guð, skapara himins og jarðar, og frelsara heimsins, Kristus.

Afturat trúnni ella við trúnni koma nøkur øki, ið verða raðfest frammarlaga. Fremst av hesum eru tey sosial etisku økini, ið nema tilveruna og medmenniskjað.

Tann fyrrverandi biskupurin, Henning Toft Bro, var ein av teimum, ið mannaði danska tónleikabólkin Tørfisk. Hann hevur skrivað sangin “fuglurin lættir mót vindi”, ið viðger viðrák og mótburð á lívsleiðini. Tað, ið møtir á lívsleiðini, myndar okkara lív og lívsleið.

Niðurlagið í sanginum møtti okkum og minti á, at vit einans eiga dagin í dag. Tað er umráðandi at liva henda dagin og ikki leypa hann um í framtíðar dreymum.

At liva dagin í dag, grípa løtuna og handfara teir møguleikar ella ta avbjóðing, dagurin ber okkum. At vit ikki seta eina klombru um løtur og dagar í tráan eftir onkrum, sum vónandi ein dag verður veruleiki. At vit ikki seta okkum á sofuna og bíða eftir tí løtu, vit vinna í Gekkinum.

Nú vit eru ávegis móti teimum sjeyti kom spurningurin: Hvat ætla vit at brúk tíðina til, ið okkum verður unt? At grunda yvir spurningin í tvísemi gagnar hjúnalagnum. Tað er so skjótt í góðum verki at arbeiða seg burtur frá hvør øðrum og okkara kæru. Lívið er meira enn arbeiðið og tað, vit avrika á arbeiðsmarknaðinum.

Hóast tað er satt, at kirkjan gjørdist okkara kall, lívsgleði og livibreyð, mega vit ansa eftir kærleikanum, samlívinum og felags tíð og verki. Øll kunnu falla í ta felluna, at vit virka yvir evni og gloyma okkara fyrsta kall, ið er makin, børnini og tey nærmastu.

Tá ið væl gongst í hond góðar dagar, kunnu vit freistast til at halda, at arbeiðsplássið hevur tørv á okkara vitan og orku. Møguliga er tað satt, men hugsanin er óivað sjálvgleði ella fávitska.

Maður kemur í mans stað, og kvinna loysir kvinnu av í verki. Tíbetur heldur alt fram, hóast vit fara av arbeiðsmarknaðinum. Kend er myndin, at vit kunnu stinga fingurin niður í eitt glas av vatni, taka fingurin úr vatninum og spyrja: Hvussu stórt er holið í vatninum?

Áminningin at njóta og geva lívinum gætur, meðan vit liva, er ein talandi áheitan. Hyggja vit frameftir, kann skeiðið tykjast langt. Hyggja vit aftur á farna tíð, er niðurstøðan ein onnur. Tíðin rann avstað undan okkum.

Liv lívið meðan tað er // liv í logn og í ódn // sí fuglin lætta mót vindi // í mótvindi fær lívið sítt skap.

Tá ið fuglurin fer á flog, fer hann upp ímóti vindinum. Tað er umráðandi at fáa luft undir veingirnar bæði í verkligum og fluttum týdningi. Vit mega taka veruleikan upp og viðgera støðuna heldur enn at fara undan lotinum sum bos, ið fýkur fyri vindi.

Frameftir liva vit lívið // afturá skilja vit tá // at tað sum darvar og tyngir // lætnar við syngjandi lag.

Sangir um fløtur við sandi // sangir um víddir og luft // sangir um bylgjurnar bláu // og sangir um angandi hav.

Sjólívið ber sínar dreymar // sum lívgast av havi og luft // teir renna í sjónarringin // hóma klokkur og kallandi land.

Yrkingin “fuglurin lættir mót vindi” minti meg á sóknarbørn, sum fingu tungar byrðar at bera. Sjúka og vanlukka rakti fólk í øllum landinum.

Yrkingin segði mær persónliga: Gev lívinum gætur hjástaddur í nærveru!

Eitt søguligt minni er um ein mann, ið fór heimanífrá snimma ein morgunin. Komin út í durin vendi hann innaftur og gav konuni ein koss og segði henni nøkur fitt orð.

Kossurin og orðini yvirlivdu mannin í minninum og hjartanum hjá kvinnuni, ið sama dag kom at sita einkja.

Maðurin vendi innaftur, fór avstað og kom ongantíð heimaftur. Vanlukkan møtti honum í vanligum og kendum yrki.

Frameftir liva vit lívið, afturá skilja vit tá! Amen.

Orðið: “Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur.” (Jákup 4,14).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo