Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nútíðarsamfelagið verður politiskt bygt og skipað av teimum, ið ynskja, at tað skal vera rúm fyri øllum menniskjum og margfaldum fjølbroytni innan lógarinnar karmar.

Samsvarandi hugsanini í 2024, tykist hetta rætt. Tað er so sjálvsagt og góðtikið, at fáur setir spurnartekin við støðuna. Hvør skal ikki hava loyvi at vera? Hvønn skulu vit beinleiðis ella í myndatalu senda av landinum?

Mær hóvar tað rúmliga samfelagið, sum í mangar mátar er eitt framstig við atliti at møguleikum hjá tí einstaka borgaranum. Vit kunnu hvør í sínum lagi royna at smíða okkum eydnuna góða. Vit kunnu frítt velja ta rás, ið vit ynskja, at lívið skal ganga.

Tíðin er farin frá trongskygni sum leiðreglu. Vitan, innlit og útsýni eru lyklaorð í tí borgaraliga samfelagnum og innan kirkjugátt. Vit eru ikki alt. Vit eru ein partur av eini størri og samansettari heild. Sum partur av eini størri eind hava vit ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum og medábyrgd av tí stóra samanhanginum.

Á pappírinum tekur hetta sjónarmiðið seg væl út. Í oyrunum ljóðar tað væl. Jú, tað tykist sum um, at vit eru á rættari leið og megna kynstrið at liva við víðskygni og tolsemi.

Sum í samfelagnum svá í lívi teirra kristnu. Tað, ið er í samfelagnum, bankar altíð á dyrnar í kirkjum og samkomum.

Tað sigur seg sjálvt, tí vit, ið leita inn undir Guðs orð á halgan fund, búgva og virka í tí verðsliga samfelagnum. Tað er einki vatntætt skott ímillum samfelagið og kirkjuna.

Lívið og andin ganga aftur og fram millum tað verðsliga samfelagið og tað heilaga rúmið. Tað er einki kar við sóttreinsan á gáttini millum samfelagið og kirkjuna, tí Guðs andi og himmiríkið eru innan í okkum.

Andaktin flytur seg spakuliga úr samfelagnum og setir sjóneykuna á tað kristna lívið í kirkjum og samkomum. Henda skilmarking er onkursvegna ómøgulig, tí verða myndað av samfelagnum, vit liva í. Tað er í samfelagnum, at vit skulu liva lívið sum lærusveinar Jesu.

Samstundis flyta vit okkum frá pappírinum og tí teoretiska til tað verkliga lívið í kirkjuni og kirkjuliðunum. Um vit seta okkara kirkju undir sjóneykuna og rannsaka okkum sjálv, so varnast vit óivað eitthvørt órógvandi.

Í mínum føri er tað fólkakirkjan, og rættiliga nógv er at fegnast um. Hóast biskupur hevur nóg mikið við sjálvan seg, hevur hann dirvi at siga, at tann rúmliga fatanin ikki altíð sæst í tí veruliga lívinum, hóast føgur orð verða søgd og skrivað.  

Vit, ið meta okkum rúmlig, eru langt frá so rúmlig, sum vit halda. Í stakførum eru vit eins smøl í hugsan og gerð sum tey, ið vit beinleiðis og óbeinleiðis átala.

Smøl hugsan hevur mong andlit og sín uppruna á mongum ymiskum støðum. Smøl hugsan trívist væl bæði millum konservativ og frílynt kirkjufólk. Smøl hugsan er ikki at rúma øðrum.

Tað er ikki óvanligt at lesa og hoyra, at t.d. missiónsfólk eru dømandi og stuttskygd. Uppvaksin í heimamissiónini ivist eg í, um vit eru meira fordømandi enn onnur.

Hinvegin hanga vit, ið eru runnin úr heimamissiónskum jørðildi, føst í máliskum frá gamlari tíð. Tað er gagnligt, at vit arbeiða við málinum og finna nýggjar orðingar, hóast vit halda fast við tað evangeliska góðsið og sannleikan í Guðs orði.

Jú, vit, ið vuksu upp í heimamissiónini, eru ávirkað av arvinum, orðingum og sjónarmiðum fedra vára. Tað er als einki at skammast við. Um vit varnast hesa støðuna og arbeiða við henni, kann tað henda, at arvurin frá fedrunum verður okkum og øðrum til gleði og signingar.

Hinvegin sær eitt nýggjari fyribrigdi dagsins ljós. Tað er ikki minni ófrættakent enn fordómarnir frá gamlari tíð. Tað er eitt rák millum annars skilagóð fólk á frílyntari kós, ið nýta orðið “rúmligur” í sínum skjøldri.  

Hetta rákið nýtir niðrandi orð um tey konservativu kristnu og gomul kristin virðir. Tey konservativu verða onkursvegna sett í tann sýnisgluggan, har trongskygni og fordømandi hugburður verða lýst sum dagsins veruleiki.

Konservativ kristin hava fullan rætt at gera vart við síni sjónarmið á øllum økjum í kirkjuni, innan etisk virði og samfelagsviðurskifti.

At vera konservativur sigur ikki alt. Hvat meira eru vit? Og hvussu eru vit tað, ið vit eru?

At vera frílyntur sigur ikki alt. Hvat meira eru vit? Og hvussu eru vit tað, ið vit eru?

Hetta rann mær til hugs, nú vit í vikuni saman við landsins kosnu fólkum, lýddu á frágreiðingina hjá Open Doors um forfylging av kristnum og minnilutum úti í heimi.

Hugdi rannsakandi inneftir og úteftir og metti um støðuna í Føroyum. Eru vit frítikin fyri niðrandi eyðmerkingar, ljót orð og happing?

Spurdi Jesus, og bønin kom av sær sjálvum: Guð náði meg arma syndara. Amen.

Orðið: “Men um tit bítast og eta hvør annan, tá vari tykkum, at tit ikki týnast hvør av øðrum!” (Galatabrævið 5,15).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo