Vit kunnu læra nógv av børnunum við atliti at teimum stóru og tungu evnunum. Børnini hava eina avmarkaða og einfalda tilgongd til tilveruna og kunnu tess vegna fara í dýpdina við einum parti av tí, ið hoyrir lívinum til. Um ikki alt evnið verður greinað, koma tey væl fram á leið við tí, ið ger løtuna ríka.
Vit vaksnu hava størri vitan og eru vorðin so klók, at vit breiða vitanina longur og longur út. Vit vilja fevna so nógvar viðkomandi træðrir, at torført er at nema og fevna heildina, koma á mál og varðveita fokus.
Tað nógva, ið er ókent, skalar gleðina um tað, ið ger løtuna ríka og lívið lættari at liva. Økt vitan er góð og neyðug, men hon økir ikki neyðturviliga um góðskuna í lívinum, nøgdsemi og sálarfriðin.
Evangeliið um Jesus minnir á ein týdningarmiklan sannleika. Tann einfalda gleðin í hjartanum og friðurin í sál og sinni eru ein fortreyt fyri at liva eitt lív í góðtokka og nøgdsemi. Ja, hjartafriðurin, – friður við Guð og friður við menniskju eru av sonnum lívsins størstu dýrgripir. Svá friðurin er, verður so mangt annað.
Gudfrøðingar og skriftkøn seta viðkomandi spurningar við atliti at samleika Jesu. Gitin av heilagum anda og føddur av Mariu moy. Hvussu greinar manna vit og skil hesar hjá trúnni kendu og torføru spurningar?
Til at geva trúnni eitt nøktandi svar søkja vit gudfrøði og annan lærdóm. Tað er skilagott at gera sær ómak, vera vísindaliga forvitin og granska. Faklig vitan er góð. Men væl meira enn lærdómur krevst í eini kirkju og einum kirkjuliði.
Kirkjan livir í einum veruleika, ið er størri enn jørðin og tað á jørðini er. Vit kristnu liva í einum himmalskum sannleika, ið er fráboðaður av eingli Harrans og síðani opinberaður við Jesu komu til jarðar. Kirkjan andar í og livir av Guðs heilaga anda. Guðs orð og Guðs andi eru vegvísarin hjá kirkjuni.
Guð hevur opinberað seg í einborna syni sínum Jesusi. Guð er komin til jarðar og hevur tikið bústað okkara millum. Tað er á jørðini, at vit finna tann himmalska Guð, ið er skapari himins og jarðar og frelsarin hjá øllum tjóðum og fólkasløgum.
At prógva henda sannleikan er ikki lætt, nú bumburnar týna lív í fleiri londum, ið vit sum land og fólk samskifta við. Vit kunnu t.d. nevna Russland og Ukraina, og kríggið í Gasa millum Hamas og Ísrael.
Tað er betur at viðganga avbjóðingina, máttloysi og tvørrandi rannsakan, heldur enn at vit vaska hendur og latast rætthugsandi og ósek.
Kríggj og týning av mannalívum sampakkar ikki við tey evangelisku orðini um frið á jørð og í menniskjum góður tokki. Kríggj er av tí ónda. Stríð og trúar ósemjan millum brøður og systrar í Harranum gongur somu gøtur.
Torført er at taka støðu til mangt og hvat, og tað er lættari at staðfesta enn at svara. Ein prædikumaður kennir svarið, ið Halgabók gevur. Umráðandi er at hava dirvi at lesa, sum skrivað stendur, hóast okkum er álagt at hugsa sjálvstøðugt, granska og tulka.
Friðurin er ikki eitt sveimandi orð á flúgvandi veingjum innan heimspeki. Friðurin er ikki einans ein dreymamynd, ið vit leingjast eftir.
Friðurin er friðarhøvdingin, Jesus Kristus. Har Jesus fær loyvi at koma inn í hjørtu manna, har umbroytist ófriður til frið, mistrivni verður trivnaður, og hatur verður kærleiki.
Har friðarhøvdingin fær innivist hendir ein umbroyting innan í hjørtum manna, sál og sinni. Tann gamla orðingin, ið er slitin, kann nýtast enn einaferð. Talan er um eina umvending, har menniskju stunda á Kristus heldur enn seg sjálvan.
Friður á jørð og í menniskjum góður tokki er til staðar, har menniskju liva í trúnni á Jesus í sátt og semju hvør við annan. Verk vára og atferðin staðfesta, um vit hugsa um okkara medmenniskju og ikki einans okkum sjálvi.
Friður á jørð er valla til, – men eg kann við Guðs hjálp virka fyri og skapa frið bæði tímiliga og andaliga. Andaliga tala er tað uppgáva hins trúgvandi at nøra um friðin og bera hann á gátt hjá menniskjum.
Vit kunnu taka ímóti Jesusi sum frelsara og vegvísara, hann, ið føddur var í einum fjósi og doyði á einum krossi. Trúgvin á uppreisn Jesu Krists ger lívið ríkt og signað.
Ikki einans friður á jørð, men friður í tær og mær og mongum øðrum menniskjum, sum í trúgv á Jesus taka ímóti Guðs frelsu. Jesus gevur okkum lut í sínum himmalska friði.
Í løtum og stakførum flytur friðurin úr mínum hjarta. Friðurin verður heimleysur, og eg gerist friðleysur.
Neyðugt er at søkja fyrndargøtur og vitja halgidómin í bøn um fyrigeving syndanna. Tað fer vónandi enn einaferð at bragda við Guðs hjálp í Jesu navni.
Orðið: “Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd.” (Matteus, 3,2).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo