Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er eitt kent hugtak innan etiska hugsan. Tað er eins og ein lykil, ið letur læstar dyr upp. Tað liggur í tíðini og andar við tíðarandanum, at vit virða hvør annan hóast mótstríðandi sjónarmið.

At hava virðing hvør fyri øðrum og øllum menniskjum er ein andalig dygd. Ja, ápostulin ber okkum áminningina so klárliga, at okkum ikki nýtist at vera í iva.

At virða onnur menniskju merkir ikki, at vit taka undir við øllum og allari hugsan. At virða onnur er at virða rættin hjá menniskjum at liva sítt lív, taka sínar avgerðir og bera tær fram á torg.

Hugtakið er kent innan kirkjugátt. Vit gera okkum ómak at vera saman hóast ósamd á máli um ymiskt viðurskifti. Onkur velur tulkingina henda vegin, ein annar hyggur aðrar leiðir.

Í fólkakirkjuni eru vit í Jesusi Kristi samd um at vera saman ósamd um ávísar tulkingar. Vit eru samd um Kristus sum Harra og frelsara. Vit eru samd um, at Jesus er fullríkur í náði, góðsku og miskunn til at skilja og taka sær av tí einstaka menniskjanum.

Hugtakið er eisini kent í politiskum samanhangi innan etisk mál, har løgtingslimir eru frítt stillaðir at atkvøða eftir egnari samvitsku.

Fyri mær er tað ein avgerandi spurningur, um fólkaræðið sum fólkaræðið er til tann dag, tá ið løgtingslimir ikki fáa náðir at fylgja síni sannføring.

Mær tykir tað alt avgerandi í einum fólkaræðisliga skipaðum parlamenti, at tinglimir kunnu atkvøða í Tinginum og annars virka í politisku skipanini samsvarandi sínari innastu sannføring.

Í mínari verð er grundarlagið undur einum fólkaræði rætturin til at hugsa og taka avgerðir, svá hin einstaki metir og kennir.

Í skipanini hjá fólkakirkjuni hava vit nøkur grundliggjandi frælsi. Prestarnir hava frælsi at hugsa, skriva og tala. Prestarnir kunnu virka við sínum gávum og náðigávum, svá tey meta rætt og hóskiligt. Tey hava frælsi at virka og í stakførum frælsi at bera seg undan, um samvitskan sigur, at her gongur markið.

Eisini hin einstaki limurin í fólkakirkjuni hevur frælsi, t.d. at knýta seg at einum øðrum presti, um sóknarpresturin á staðnum onkursvegna ikki sampakkar við tað, hin einstaki trýr og hugsar. Tað er altavgerandi, at vit hava møguleikan at velja og virka í samsvari við tað, ið bilgist okkum í barmi.

Teksturin er ikki ein vísindalig grein. Talan er um eina andakt, ið biskupur skrivar seinnapartin ein leygardag. Drívmegin er Jesus sum Harri og frelsari og tann frælsa hugsjónin, ið eyðkennir tað lendið, har føtur Jesu stíga.

Á mangan hátt er frælsi eitt innantómt orð, um tað stendur einsamalt. Orðið stendur altíð í einum samanhangi. Orðið frælsi er valla nakrantíð frítt og frælst.

Frælsi er altíð bundið at øðrum orðum ella hugtøkum. Tað eru júst hesi orðini ella hugtøkini, ið geva orðinum frælsi sítt veruliga innihald.

Meti sjálvur, at samvitskufrælsi sum hugtak er upprunaligi løkurin, ið gevur orðinum frælsi týdning.

Hugsjónarliga treytar hugtakið samvitskufrælsi allýsingina av orðinum frælsi. Hava vit ikki samvitskufrælsi og skrivi- og talufrælsi, hvønn umboða vit so, tá ið vit skriva ella tala? Alt, ið verður okkum álagt omanífrá ella av einum myndugleika, avmarkar tað veruliga frælsið.

Bæði fólkakirkjan og samfelagið kunnu máa grundarsteinin undan fólkaræðisligari hugsan, um vit køva hugsanina í tí einstaka menniskjanum. Er einki samvitskufrælsi nærkast vit tí ræðandi hugsan, at tólmenni bæði hugsa og avgreiða mál fyri okkum.

Samvitskufrælsi er eitt berandi lyklaorð í einum fólkaræðisliga skipaðum samfelag og í eini fólkakirkju, ið er fólkaræðisliga skipað og stýrd.

Uttan samvitskufrælsi er so mangt annað fjøtrað. Ikki minst evnini at hugsa, evnini at tala at og siga frá.

Mangan verður spurt, hvat samvitskan er. At svara er ikki løtuverk.

Mangan verður nevnt, at samvitskan er ein samanrenning av arvi, umhvørvi og tí, vit læra av lívinum. Ymisk hugans rák og ikki minst átrúnaðurin gevur samvitskuni sítt innihald.

Samvitskan er ikki einans ein etisk tilvitan. Hon er ein íborin menniskjansligur eginleiki, sum bæði skapar og greinar samleikan. Torført er at skilja millum persónin og samvitskuna hjá viðkomandi. Samvitskan og persónurin eru samanrunnin.

Ymiskar greiningar eru av samvitskuni, og niðurstøðurnar eru ymiskar. Sostatt er umráðandi, at vit fara hóvliga at og virða hvørt eitt menniskja og tess samvitsku.

Mong kristin tulka samvitskuna sum eina Guðs rødd. Biskupur nemir sjálvur hesa fatan, tí Guðs orð og Guðs andi hava ávirkað okkara hjartans hugsan. Tað guddómliga orðið, ið er lisið og prædikað, festi búgv í okkum og myndar samleikan.

Samvitskufrælsi og talufrælsi loyva mær at siga, at lívið er heilagt, at tað er Guðs gáva. Somu orð geva mær mót til at siga, at øll eiga rættin til lívið, bæði fødd og tey, ið móðurlívi.

Møguliga eru tey gráu hárini og børnini Føroya Gull. Amen.

Orðið: “Teir sýna, at verk lógarinnar er skrivað í hjørtum teirra, við tað at samvitska teirra ber sín vitnisburð og hugsanirnar sín ámillum ásaka ella eisini avsaka hvør aðra .” (Rómverjabrævið 2,15).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo