Ein sterkur setningur møtti mær í sálmi 116 í Gamla Testamenti eina bønaløtu í vikuni. Orðingin er beinleiðis, stutt og greið. Einki uttanumtos. Einki at blúgvast við. Einki við at seta ljósið undir skeppuna ella fjala høvdið í sandinum.
Forloysandi orð inn í gerandisdagin og tilveruna. Eitt andarhol ella ein griðstaður, ið gevur høvið at grunda yvir trúarinnar grundarlag og endurskoða seg sjálvan. Ein fríløta, ið elur hita og kærleika, har ein kuldabrúgv lættliga kundi køvt alla gleði og sløkt kærleikans eim, tá ið ræður um næstan og medmenniskjað.
Sálmurin er persónligur og varð sungin í templinum sum eitt takkar offur við eina av teimum afturvendandi hátíðunum. Tann persónliga og almenna gudsdyrkanin møtast og styrkja hvør aðra. Tilbiðjanin av lívsins Guði heima við hús heldur fram í tí almenna, tí templið er sum Guds bústaður felags ogn.
Í sálminum takkar skaldið fyri, at hann var bjargaður úr lívshóttandi umstøðum. Guð er ein veruleiki, ið møtir menniskjum í tí jarðiska. Guð er hjástaddur og nær, hóast vit í løtum og stakførum halda, at hann er fjarur og langt burturi.
Tá ið vit eru í neyð og hava tað svárt, hoyrir Guð vára neyðarróp. Hann hoyrir vára bønligu róp, tí hann vendir oyru síni til okkum.
Skapari himins og jarðar er ein Guð, ið vit altíð kunnu fara til, kalla á og vera hjá. Viðurskifti okkara við Guð eru ikki mekaniskt so at skilja, at vit verða fjarstýrd sum smáar dukkur í einum leiktjaldi.
Talan er um persónligt samskifti millum Guð og tað einstaka menniskjað, hóast øll heimsins fólkasløg hava somu møguleikar at søkja ásjón hansara. At søkja Guð í ákallan og bøn, í tilbiðjan og lovsangi. Tað er onkursvegna eitt val í okkara innara menniskja.
Guð er allan heiður og æru verdur. Gudsdyrkanin hevur Guð í fokus. Tað snýr seg í fyrstu atløgu ikki um meg og mítt ella okkum og okkara. Tað er Guð, ið gevur og skapar lív.
Tað er Guði vit syngja lovsang heima við hús og í templi Harrans. Tað er honum vit prísa í orðum, verki og offurgávum, t.d. kærleikans offur til neyðstødd og treingjandi.
Og tó er ikki alt sagt, tí Guð hevur eisini eitt fokus. Guð hevur eina ætlan, ið er fráboðað okkum í tí heilagu bókini, Bíbliuni. Tað eru ikki smávegis tíðindi, ið henda bókin ber okkum. Lívið verður okkum givið í móðurlívi og við føðing.
Endurføðingin ger okkum andaliga livandi sum hugsandi menniskju, og tilveran verður sett í ein fevnandi alheims samanhang. Frá Guði til Guðs og í Guði fram á leið.
Guð hevur sett menniskjað í fokus, tí hann ynskti, at menniskjan sum krúnan á skapanarverkinum skuldi trívast. Hann ynskir ikki, at vit villast inn á lendi, har tvørrandi trivnaður veksur sum ókrút í eplaveltuni ella í tí heimliga túninum.
Tí sendi hann okkum einborna son sín til jarðar og gav okkum frelsaran Jesus Krist.
Júst henda gávan ger allar lutir nýggjar. Hon letur eyguni upp, so vit síggja ta avgrund, vit skapa rundan um okkum sjálv og onnur, tá ið vit vraka leiðreglur Jesu.
Gávan Jesus skapar innlit í eina tilveru, har frælsið í bøn um fyrigeving syndanna veittrar sum lívsins Merki í krossristum dúki. Vit liva og balast undir Guðs vernd, um vit velja og vilja hana. Talan er eisini um Guðs vernd, hóast lagnan letur okkum farast av vanlukku ella náttúru ávum.
Tað er tó ikki altíð, at vit kunnu velja okkara kor og umstøður, tí lívsins skiftandi forløg eru størri enn menniskjan. Meðan alt er væl, kunnu vit positivt velja Jesus sum frelsara og vegvísara. Vit hava eisini heimild at siga nei til Jesus, og tað er so eitt annað val.
Skaldið takkar Harranum, tí hann var bønhoyrdur á neyðardegi. Vit eru fleiri, sum kunnu vitna, at Harrin var tann, ið beindi føtur vára á tær gøtur, har friðurin kennist sælur í makligum fleyri. Í lívd av krossi Krist veksur gleðin í friði og góðtokka.
Skaldið gjørdi ta sannroynd, at Guð hoyrir rødd vára og svarar bøn teirra neyðstøddu í sínum tíma og á sín hátt. Vit hava upplivað tað sama bæði í farnari og nýggjari tíð. Guðs náðiga fyrigeving og hjálp er frísk og lekjandi hvønn nýggjan dag, tí tað er Guð, ið eigur dagin og tíðina.
“Eg Harran elski, tí at hann hoyrir mína rødd, mítt bønliga róp; tí at hann vendir oyra sítt til mín; eg allar mínar dagar vil kalla á hann. ... Harrin teir verndarleysu varðar, í hjálparloysi mínum hjálpir hann mær.” (Sálmur 116,1-2.6).
Jú sanniliga elski eg Harran, sum fyrstur við kærleika er komin til mín. Amen.
Orðið: “Vend aftur, sál mín, til tína ró, tí Harrin ger væl móti tær!” (Sálmur 116,7).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo