Vegurin er langur at ganga til staðið, har rættvísi trívist og býr. Tað kennist órættvíst, tá ið talan er um lagnu og kor menniskjans. Vit meta, at tey høvdu annað uppiborið. Lívsins forløg tykjast órættvís.
Tá ið talað verður um rættvísi á henda hátt, sipað vit til nakað, ið kemur uttanífrá og inn yvir mannalívið. Vit eru onkursvegna verjuleys.
Nýta vit orðið rættvísur um etiskar dygdir, koma somu ella onnur ivamál til sjóndar. Munurin er tó, at nú verður hugt inneftir. Nakað innanífrá ávirkar úteftir, og onnur meta um.
At vera rættvísur er ikki ein eginleiki í sær sjálvum. Menniskjan kann ikki taka seg burturfrá við sínum rættvísi. Tað letur seg ikki gera at verja ella meta um eins egnu kenslu av rættvísi við at taka frástøðu frá øðrum menniskjum.
At vera rættvísur í bíbilskari fatan krevur, at vit eru í einum felagsskapi og hava við onnur at gera. At vera rættvísur krevur, at ein annar ella onnur menniskju meta meg rættvísan. At eg sjálvur meti meg rættvísan er sjálvrættvísi.
At vera rættvísur er í bíbilskum týdningi at vera góðkendur av einum øðrum ella einum felagsskapi, sum gevur tilveruni innihald. Metingin liggur í hondunum hjá øðrum.
Um eg meti um mína egnu støðu sum rættvísur er vandin dupultur. Vandin og freistingin til sjálvrættvísi eru longu nevnd. Harafturat kunnu vit falla í eina aðra veit, tí menniskjan kann vera menniskjans harðasti dómari.
Um vit fella ein alt ov harðan dóm um okkum sjálv, skaðar tað okkara sjálvvirði. Menniskjan er sum Guðs skapningur óendaliga virðismikil, hóast hon er órættvís.
Sæð í bíbilskum ljósi er støðan andaliga óheppin, um eg meti meg sjálvan verandi rættvísan og betri enn onnur við atliti at andaligum dygdum. Tað byggir ikki upp við atliti at sosialari vælveru og trivnaði, um vit burturav mæla rundanum okkum sjálv.
Um eg meti meg miseydnaðan og týdningarleysan, gagnar tað ikki mær sjálvum og tíansheldur øðrum. Guð, ið gav okkum lívið, sær í syni sínum Jesusi nakað virðismikið í hvørjum einstøkum menniskja, hóast vit halda, at tað er gingist út av lagi illa.
Eingin av okkum er so illa farin, at ikki okkurt gott framvegis býr í okkum. Um alt tykist skolað burtur, so eru fingramerki skaparans sjónlig, hann, ið skapti okkum í síni mynd.
At vit eru skapt í Guðs mynd er ómetaliga nógv og møguliga alt, tá ið mett verður um lívið út frá einum kristnum sjónarhorni.
Sjáldan er tað miseydnaða gott. Tó, tað eru eini gleðiboð fram um onnur, at okkara himmalski faðir og skapari ikki ger mannamun.
Við atliti at synd, føllum og mistøkum stendur skrivað: “Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi.” (Rómverjabrævið 3,23-24).
Tað er vælsignað at lesa hesi orðini, at øll hava syndað. Tá so er, eru vit frítikin fyri at meta um, hvør av okkum er frægast fyri í Guðs eygum. So eru vit í útgangsstøði líka fyri lógini. Vit eru skapt í Guðs mynd og bera fingramerki hansara. Vit eru syndarar, ið tørva Guðs náði og fyrigeving.
Samsvarandi bíbilskari fatan kann eitt menniskja í sjálvum sær ikki vera rættvíst, tí rættvísin nemur viðurskifti við eitt annað menniskja ella Guð. Rættvísin vísir á forhold ella til ein sáttmála. Tað er sáttmálin við Guð, ið staðfestir, um menniskjan er rættvís.
Guðs rættvísi ber í sær, at Guð er trúfastir og álítandi. Guð heldur síni lyfti, og orð hansara svitast ikki, hóast menniskjan gongur egnar leiðir. Guðs trúfesti ger okkum rættvís í trúnni á Jesus Krist sum harra og frelsara.
Guðs dómur vísir til sáttargerð Jesu, og júst dómurin dømir syndaran rættvísan. Í dóminum verða vit vegna Jesus dømd rættvís. Vit verða gjørd rættvís vegna Jesus Krist og fullgjørda verk hansara á Golgata krossi.
Í trúnni og við trúgv á Jesus verða vit rættvísgjørd fyri einki av náði Guðs, tí ein annar hevur goldið prísin okkara vegna.
Prísurin var høgur, fyri at vit kunnu standa rættvís yvir fyri Guði. Náði Guðs er dýr. Náðin kostaði so nógv, at einborni sonur Guðs doyði vára vegna. Kristus á krossinum er náði Guðs til okkum, ið viltust av leið.
Trúgvin á Jesus sum Guðs sáttargerð vára vegna rættvísger syndaran. Tí er tað ein møguleiki fyri okkum øllum uttan mun til tað, ið vit fløktust upp í ella komu út í.
Jesus er okkara møguleiki. Guð tilroknar okkum í trúnni á Jesus sonar síns rættvísi. Vit eru dømd rættvís og sett í frælsi at liva sum Guðs fríu børn. Amen.
Orðið: “Men at eingin verður rættvísgjørdur fyri Guði við lóg, tað er skilligt, tí at hin rættvísi skal liva við trúgv.” (Galatabrævið 3,11).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo