Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At fáa eina vakra heilsan frá fólki, ið vit møta á leiðini. At verða sæddur við mildum eygum. At verða stuðlaður av hondum, ið leiða lagaliga. Tað ger nakað við okkum, lívgar og gleðir.

At fara heimanífrá út í stóru verð við góðum orðum er hollur førningur at hava við sær í skjáttuni. Tað lekir sálina og lættir um sinnið og huglagið. Tey góðu orðini fylgja við okkum alt lívið, hóast tey ikki fylla nógv í pjøkanum.

“Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!” (4. Mósebók 6,24-26).

Hesi kendu orðini verða nú borin okkum í eini andakt. Lívsæl orð, ið leggja ein friðsælan dám og eina kenslu av vælveru í okkara hjørtu.

Frá søguni vita vit, at lívsins Guð gav Ároni at vælsigna Ísraelsfólk við hesum orðunum. Síðani tá hevur signingin ljóðað sum ein himmalsk rødd millum trúgvandi ættarlið Eftir ættarlið. Signingin verður kallað áronitiska signingin.

Harrans signing ber í sær ein heim av vælveru. Hon er væl meira enn eitt ynski. Hon verður okkum tilsøgd og skapar veruleikan. Vit fáa lut í Guðs veru. 

Tær verður øll Guðs fylling og góðska givin. Vit koma inn undir himinsins sælu á ein slíkan hátt, at tað kennist friðsælt í sál og sinni. Friðurin í hjartanum er avgerandi fyri, hvussu lívið roynist okkum. Eitt rímiligt mál av friði ger dagin betri og unniligari.

Signingin er ein Guðs ríkis veruleiki longu á jørðini. Harrin talaði við Móses og bað hann biðja bróðurin Áron vælsigna fólk sítt við omanfyri nevndu orðum. Síðani legði Harrin hetta afturat: “Tá ið teir soleiðis leggja navn mítt á Ísraelsmenn, skal eg vælsigna teir.”

Soleiðis sæð skapar Guð í signingini ein veruleika, har andlit Guðs lýsir yvir okkum í náðigari ásjón. Ein friður dýrabærari enn alt annað. Vit eru í tryggum hondum og í góðari varðveitslu. Tað er trygt og kennist væl.

Endamálið við andaktini er, at vit fáa náðir at hoyra henda troystarríka boðskapin, at Guð í himlinum er góður við teg og meg. At vit hoyra og taka við orðunum, so tilveran hvílir í vitanini um, at vit eru elskað av Guði við einum ævigum kærleika. At vit eru góðtikin vegna Jesus Krist og frelsandi verk hansara. At tað er í lagi við okkum.

Guð gevur okkum høvið at krúpa inn undir náðinnar veingir í syninum Jesusi Kristi. Hann veitir okkum sína signing, sum í skiftandi forløgum ber okkum ávegis og fram á leið, inntil vit á evsta degi náa heim og trína inn í himnanna ríki.

Áronitiska signingin er ein nútíðar veruleiki og ber sína skapandi megi inn í ævisøgu manna í øllum aldri. Hon ljóðar árla á morgni, tá ið lívssólin rísur í eystri. Hon ljóðar um middagsleitið, tá ið sólin er komin suður á luftina. Hon ljóðar sum tað seinasta av øllum, tá ið lívssólin er farin til viðar.

Harrans signing og náðiga góðska hansara ger jarðarlívið ríkt. Hon gevur okkum vissuna um ein sælan ævinleika, at vit loksins koma heim í ríkið, har Guð býr í nærveru eingla, har lambsins sangur verður sungin.

Tá signingin kom til mín á hesum sinni, stóð hon í einum ávísum søguligum ljósi. Tíðin til tænastu er avmarkað. Tað mesta av góðum ella illum, ið verður avrikað á mínari ævi, er longu søga. Aftur í tíðina og frameftir røkkur signing Harrans.

Signingin er bæði miskunn, fyrigeving syndanna og lívsmót. Hon møtti mær árla lívsins morgun, og hennara signing er vælsignað.

Tað var eins og eg hoyrdi signingina tala ein einfaldan boðskap. Guð í himlinum vil vælsignað teg og meg. Mitt í okkara gerandisdegi, so sum hann er í góðum ella truplum viðurskiftum. Harrans signing er tað størsta ríkidømið, ið hugsast kann. Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki afturat.

Tað var hetta, eg fekk at bera, at vit kunnu hvíla í Harrans signing. Hon fjalir føll og mistøk. Hon gevur treysti at fara inn í eina ókenda framtíð. Hon endurnýggjar mannvirðið og reisur aftur á føtur.

Signing Harrans ber okkum ævinleikans sælu og staðfestir, at júst tú og eg eru dýrabara ogn Guðs. Júst hesa løtuna verður ynskt, at vit mega kenna Harrans signing, so stovan og rúmið anda av hugna og vælveru.

Guð gav okkum sína signing, so vit kunnu vælsigna medmenniskju okkara, brøður og systrar. Heilag verði tær løtan, nú vit biðja um Guðs nærveru og fyllu. At Kristus má fáa innivist í hjørtum várum. Amen.

Orðið: “Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!” (4. Mósebók 6,25).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo