Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At seta sær eitt mál er væl kent á so mongum mótum. Málið og endamálið eru drívmegin fram á leið, t.d. tá ið farið verður í skúla ella í læru á einum verkstaði.

Onkuntíð verður spurningurin settur, hvat vilt tú við tíni tænastu ella tínum yrki sum prestur? Tað hendi, at spurningur kom óvæntaður, og vegurin fram til svarið kendist drúgvur.

At hava frímóð at svara spurninginum frá einum samsintum ella einum, ið setir naskar spurningar, er góð barlast í tænastuni. Tað er gagnligt at seta orð á og standa við tað, vit gera.

Hjá orðsins boðberum er tað umráðandi, at vit hava trúvirði og kunnu siga frá, hví júst tænastan sum prestur, trúboðari ella vitni er mítt yrki og kall.

Onkuntíð lúrdi hugsanin, at hetta er í so persónligt, at tað er at seta seg sjálvan í miðdepilin. Vit blúgvast við trúnna og halda, at hon er persónlig og hoyrir heima í privatlívi hins einstaka.

Sostatt var tað frígerandi at lesa nakrar prædikur frá mínum gamla lærara á Universitetinum í Århus. Regin Prenter (1907-1990) var ein mætur danskur gudfrøðingur og ein av teimum stóru í síni samtíð.

Í formælinum til bókina “orðið og trúgvin”, ið eru prædikur hildnar í Branderup kirkju í tíðarskeiðinum 1974-76, sigur hann frá endamálinum við sínum prædikum.

Havi loyvt mær at umseta hansara lærdu fakligu setningar til eitt mál, ið hevur lægri flog. Givið er tað, at nakað av tí djúpu hugsanini, ið liggur í tí upprunaligu orðingini, fellur burtur í umsetingini. Regin Prenter sigur:

“Endamálið við prædikuni hevur verið at boða trúnni orðið í tekstinum. Trúgvin er hvørki ein skilvís undirtøka av tí røttu evangelisku prædikuni ella eitt átrúnaðarligt stríð.

Trúgvin er at hjartað opnar seg fyri gleðini í orðinum. Um orðið nemur hjartað er eitt annað mál. Tað liggur ikki í hondunum á prædikumanninum.

Um so var, var tað ikki vágiligt hjá nøkrum at fara upp á ein prædikustól. Orðið er ikki hansara. Yvir fyri hjørtunum hjá øðrum hevur hann onga megi. Tess vegna kann hann djarvur prædika. Tí til tess er hann sendur.”

Hóast orðini sita væl, eru tey valla ein fulltikin allýsing av uppgávu teirra, ið prædika orðið og boða gleðiboðskapin. Prædikan skal eisini náa tey, ið treingja til at hoyra gleðiboðini, hóast tey siga seg ikki kunnu trúgva.

Sostatt kunnu vit siga, at prædikan kann hava eitt trídupult endamál og nøkur ávegis mál fram til endamálið.

Tað fyrsta er upplagt: Prædikan skal styrkja trúnna, so trúgvin kann vaksa og fáa føði til at liva og yvirliva. Trúgvin nemur trúarinnar frið, hjartafriðin og gleðina.

Tað næsta er ikki av minni týdningi: Prædikan skal geva teimum nakað at hugsa um, ið ikki megna at trúgva ella als ikki vilja trúgva. Orðið er ætlað at náa hjørtu teirra, ið hoyra prædikuna, so hjartað opnar seg og tekur ímóti orðinum og fær lut í evangeliskari vælveru, friðinum í Jesusi Kristi.

Tað triðja økið kann verða so mangt. T.d. ein kveikjandi leiðregla um etisk ella sosial mál, tað at trúgvin kann verða nakað fyri onnur menniskju og hava eitt breitt menniskjansligt sikti. Trúgvin skal røkka útum okkum sjálv, okkara egnu trúgv og trúarlív.

Regin Prenter vísir á nakað týdningarmikið, ið gevur øllum boðberum frímóð, áræði og dirvi. Vit eru sendiboð. Vit eru send at boða gleðiboðini um Guðs ríki, Guðs góðsku og hansara æviga kærleika til hin einstaka.

Vit eru send at prædika Guðs náði sum ein nýggjan og óspiltan møguleika fyri øllum teimum, ið mistóku seg á lívsleiðini og fóru skeiv av málinum.

Vit eru send at prædika Guðs orð fyri okkum, ið ótilvitað meta okkum at vera á tí betru helvtini av Guðs børnum, tí vit geva Guðs orði gætur í kirkjum og samkomum.

Eisini vit, ið eru komin til trúgv, mega hoyra boðskapin, at vit dagliga mega lata hjørtu okkara upp, so Jesus kann koma á gátt og reinsa tað, reinsast skal í hjørtum várum.

At koma til trúgv er ein góð byrjan á trúarinnar vegi. Trúgvin skal vaksa ella trívast svá, at vit bera trúarinnar fruktir í hugburði, hjartalagi og verki handa vára.

Tað er eitt neyðugt stig á vegi teirra, ið prædika gleðiboðskapin um Jesus, at vit eyðmjúk biðja um Guðs náði og fyrigeving. Vit hava onga góðsku í okkum sjálvum men stunda á kallið frá Guði, at vit eru sendiboð í Kristi stað.

Loksins er tað Guðs Andi, ið ger sín lívgandi gerning og vekir orðið til lívs. Ein prædikumaður stýrir ikki Andanum. Ístaðin mega vit lata okkum verða stýrd av Heilagum Anda. Amen.

Orðið: “Vit eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð!” (Seinna Korintbrævið 5,20).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo