Tað ljóðar einfalt, barnsligt og líkatil. Eins torført og fløkjasligt lívið kann taka seg út í løtum og støðum, eins einfalt er lív teirra kristnu sum ástøði. Tað ræður um at bera seg rætt at, gera tað góða og vera menniskjansligur.
Lívið hevur staðfest, at tað er í tí einfalda, at vit gera tey stóru mistøkini. Tað, ið krevur almikið og verður mett sum ein stór avbjóðing, kann verða avrikað uttan stórvegis hóvasták og lýtir. Tað, ið liggur væl til beinini, rakar viðhvørt ikki málið.
Vit umrøða við skiftandi millumbilum spurningin, hvat tað er at vera trúgvandi ella kristin. Vit grunda yvir spurningin, hvør hin sanna trúgvin er, og hvussu hon sær út?
Hin kristna fatanin finnur svarið í persóninum Jesusi. Svarið sipar til ta støðu, at vit hava álit á Guðs frelsu í Jesu sáttargerð, tá ið hann doyði vára vegna og stóð upp av deyða og grøv sum frelsari heimsins.
Nú gjørdust orðini mong, og setningurin byrjar at líkjast eini prædiku. Svarið kann hvørva í orðunum, hóast tey eru bæði røtt og góð.
Tað einfalda svarið er so einfalt, at vit lættliga skammast við útsøgnina. Sannur kristindómur er sjónligur í lívi og atferð. Hin sanna trúgvin er ein einfaldur barnsligur veruleiki: Verðið góð hvør við annan.
Kristindómur er ikki einans ástøði ella ein teoretiskur sannleiki. Kristindómurin eigur at síggjast í atferð og verki. Ikki einans tað, ið vit siga í orðum, greinar kristindómin. Tað, ið vit siga í atferð og verki, lýsir virðið og dygdina á tí, ið vit eru og standa fyri.
Sagt einfalt er kristindómur at knýta sambond í nærleika og frástøðu. Tað er ikki einans talan um eina fysiska støðu, tað kann eisini vera eitt tilvitað andaligt væl. Tó, tað fysiska kann verða úrslit av nøkrum, ið minnir um kenslur og óítøkiligan kærleika.
Kristindómur í kirkjum og samkomum er ein skipað tilvera, har bond verða knýtt millum menniskjað og medmenniskjað. Hesi bondini eru fyribrigdi sum álit, virðing, tolsemi og kærleiki.
Lýst í neiligum orðum ella sum áminning verður sagt: “Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru limir hvør hjá øðrum. Um tit verða illir, tá syndið ikki! Sólin má ikki seta yvir illskap tykkara! ... Tann, sum stjelur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri tað, sum gott er, við hondum sínum, so at hann kann hava nakað at geva tí, sum líður neyð! ... Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar, ... Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi!” (Efesusbrævið 4, 25-31).
Sannur kristindómur tekur atlit at medmenniskjunum og sær neyð ella umstøður næstans. Livandi trúgv er virkin, og tað góða, vakra og gagnliga eru trúarinnar fruktir.
Torført er til fulnar at greina ella allýsa kristindómin. Tilvera teirra kristnu er eins og tilveran í sínum vavi størri enn menniskjan og tað, hin einstaki megnar at greina, skilja og lýsa við orðum. Vit kunnu einans geva ábendingar og eitt vegleiðandi svar.
Ístaðin fyri at avmarka møguleikarnar fyri sannari trúgv tykist tað skilagott, at vit eru varin og opin fyri tí, ið vit ikki vita ella skilja. Trúgvin á Guð ella Guðs son hevur ikki tørv á millummonnum sum t.d. prestum, trúboðarum ella øðrum Guðs vitnum.
Eisini tey í einbýli og tey, ið als ikki ganga í kirkju ella á møti, kunnu vera sonn kristin menniskju og Guðs góðu børn. Talan er um sambond, ið eru fysisk og andalig, sjónlig og ósjónlig.
Andi Guðs er sum vindurin, ið fer hvar hann vil. Andi Guðs, talsmaður Jesu, skal vegleiða okkum til allan sannleika og geva okkum lut í Guðs kraft í trúgv til trúar.
Sonn kristin trúgv er eitt samband millum tað einstaka menniskjað og Jesus. Støðan í hjartanum er alt avgerandi. Hava vit givið ella geva vit Jesusi innivist í hjørtum várum?
Tað er ikki tann einstaka kirkjan ella samkoman, ið er avgerandi, tá ið vit varisliga umrøða sanna og livandi gudstrúgv. Trúgvin er ikki neyðturviliga bundin at bygningum, hóast kirkjur og samkomur verða kallað Guðs hús.
Hóast hesa staðfesting er tað umráðandi at minna á, at tað er trúnni og hinum einstaka menniskjanum gagnligt at koma inn undir orðið í kirkju og samkomu. Hin Heilaga Skriftin umrøður týdningin av at vitja tey heilagu støðini og verða partur av samfelag teirra heilagu á heilagum støðum.
Friður á jørð verður valla so við bræði. Men, tað er eitt munagott framstig, um góður tokki er í menniskjum og millum menniskju. Amen.
Orðið: “Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.” (Efesusbrævið 4,32).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo