At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

“Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku. Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull. Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana.” (Orðtøkini 3,13-15).

Orðini úr orðtøkunum eru áhugaverd við atliti at evangeliinum um Guðs ríki og evsta dag. Sum heild kann sigast, at orðtøkini eru ein dýrgripur hjá øllum teimum, ið geva Guðs orði gætur. Andaliga vís gerast tey, ið grunda yvir Guðs vísdóm.

“Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, tá manst tú skilja, hvat gudsótti er og kunnskap um Guð manst tú finna. Tí at Harrin gevur vísdóm, av munni hans koma kunnskapur og skil. ... Tí at vísdómur mann koma inn í hjarta títt, og kunnskapurin vera sál tíni yndisligur.” (Orðtøkini 2,1-6.10)

Nøkur túsund ára gomul eru orðini, og tó ongantíð meira nýmótans enn í dag. Nútíðar gransking og vitan vísa á, at tað mest umráðandi av øllum er at kenna seg væl í sálini. At vit trívast í sál og sinni.

Sálarfrøðin nemur skúlaverkið, og tað andaliga er ein inngrógvin partur av lívinum. Hin kristna trúgvin er lívsgrundarlagið hjá einum stórum parti av fólkinum í gleði og sorg. Tá ið tað veruliga leikar á, veitir halgidómurin lívd og frið. Vit kveikja eina kertu, og ljósið vísir til ljós heimsins, Jesus Krist.

Guðs orð er ein kelda til vísdóm og trivnað. “Tí at vísdómur man koma inn í hjarta títt, og kunnskapurin vera sál tíni yndisligur.”

Eisini Jesus vísir á tað sama. Sum vit trívast í sálini, soleiðis er trivnaðurin innaní okkum.

Er einki ljós í sál og sinni, er gerandisdagurin skýmligur. Er eingin vísdómur sprottin úr gudsótta, er skjótt til náttarmyrkur. Har Jesu navn ikki fær innivist, har manglar ljóskeldan.

Einaferð segði Jesus: “Eg eri ljós heimsins.” Upp ígjøgnum tíðirnar hava menniskju staðfest, at ólíka ljósari er at ganga í fótasporum Jesu. Tað er nakað serligt, at síggja ljós heimsins sum ljósið í eins egna lívi.

Jesus lærir lærusveinar sínar, hvat heimsins størsta ríkidømi er. Eftir taluna um møl og rust, at alt tað, sum hesin heimur eigur, er komandi og farandi, vísir Jesus á, “at har sum gripur tín er, man eisini hjarta títt vera.”

Í hesum sambandi standa orðini at lesa um tað sanna ljósið og tað veruliga myrkrið: “Eyga er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst, men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið.”

Hesin evangeliski sannleikin er dyggiliga staðfestur í nútíðar vísind. Sálarfrøðin er komin inn í fólkaskúlan, tí tað er alneyðugt, at vit geva tí innara menniskjanum gætur, tí um ljósið, ið vera skal, er myrkur, – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið.

Hesin sannleikin kann sigast meira lívgandi. Tað er vælsignað og ljóst at eiga Guðs frið í sálini í trúnni á Jesus? Tað er undurfult at eiga Jesus sum ljósins upphav í hjørtum várum.

Guðs ríki er í hjørtum teirra trúgvandi ein lívskraft, ið veitir gleði og frið. Guðs ríki er við komu Jesu til jarðar ein nútíðar veruleiki.

Guðs ríki í hjørtum manna vellir fram til ævigt lív, tá ið Meistarin úr Nasaret ikki bara gongur framvið, men fær loyvi at koma á gátt við sínum æviga friði og síni signing.

Tá ið tað hendir, er Guðs ríki ikki einans eitt hugtak, men ein veruleiki mitt í tilveruni. Tá Jesus møtir einum menniskja og grundfestir sítt ríki í hjørtum várum, tá er spurningurin, nær Guðs ríki kemur, svaraður.

Umráðandi er, at eg eri búgvin at møta mínum Guði, at eg nýti tíðina rætt, so eg eri ferðabúgvin, tá ið tað lýsir í eystri og skyggir í vestri. Ferðabúgvin tá boðini um at flyta verða givin.

Ein gamal maður í Eysturoynni segði mær, at eitt kvøldi bankaði á hansara hjartadyr. Hann lat dyrnar upp, og Guðs ríki kom inn í hjartað í ferðalagi við Jesusi.

Hin gamli legði afturat, at hugaligt gjørdist lívið, tá ið hann gav Jesusi innivist í hjartanum. Vælsignað at eiga Guðs ríki innan í sær og so einaferð síggja Jesus andlit til andlits. Amen.

Orðið: “Guðs ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á tað; ei heldur skulu tey kunna siga: “Sí her er tað!” ella “har er tað!” Tí sí, Guðs ríki er innan í tykkum.”” (Lukas 17, 20-21).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo