Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tá ið signingin verður lýst, og krossins merki rist fyri andlit og bróst, veit eg, at kærleikans sterka megi heldur mær í síni hond. Eg kenni meg bornan av honum, ið eigur alt vald á himni og á jørð.

Tá ið tað gongur til vildar, og viðrák er á lívsleiðini, hugsi eg, at eg eri dugnaligur og klári meg sjálvur. Tá ið lívið kennist tvørligt, og einki vignast, veit eg av royndum, at Guðs hendur halda.

Tað at trúgva er vón og álit. Mær nýtist ikki nakra próvførslu, tí lívið hevur staðfest, at trúgvin á Guð heldur. Eyðvitað ynskja vit, at tað gongst øllum væl. Men, eisini tá ið illa gongst í hond, er friðurin í Jesusi berandi.

“Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.”

Lyftini eru ein veruleiki djúpari enn alt annað. Orð Guðs stendur um ævir. Orð Jesu eru vegurin, sannleikin og lívið. Tann klettur, sum veður og vindur ikki vika. Tað skjól, ið gevur bangnum sálum hvíld og sælu.

Svenski biskupurin Martin Lønnebo (1930-2023) sigur frá stórleika Guðs í Jesusi Kristi. Ikki einans tað stóra avmyndar Guð og vitnar um hansara dýrd og tign. Eisini tað dagliga opinberar Guð, tá ið vit mitt í tilveruni síggja Jesu mongu andlit.

Lønnebo lýsir ta signing, sum samanlagdar hendur í bøn bera við sær. Ein friður, djúpur og reinur,  – nakað óspilt og ektað.

Hann minnist eina løtu sum fimm ára gamal, tá ið hann var í fjósinum saman við mammu síni. Roykurin í fjósinum saman við ljóðum frá ymiskum djórum stendur sjónskur í huganum. Tá, mitt í fjósinum, minnist hann hesa løtuna, ið fylgdi honum alt lívið.

“Mamma hellur seg at durastavinum. Hennara andlit boðar frá møði, at hon er troytt. Hon sigur: “Vit biðja faðir vár og lýsa vælsignilsi nú, áðrenn vit fara innaftur.”

Eg standi sum ein lítil smádrongur innarlaga í fjósinum. Eg hyggi undrandi uppá andlit móður mínar. Hon hevur borið átta børn undir belti. Eg varnist, at ljósið lýsir bjartari og bjartari. Røddin fyllist av ró og hita. Faðir vár, tú sum er í himlinum. Harrin vælsigni teg og varðveiti teg!

Eg beri eina lítla spann við heitari mjólk. Kavin brakar undir fótunum. Stjørnurnar lýsa. Norðlýsið rennur eftir luftini. Tað er ljós í gluggunum heima við hús.

Tá ljóðar bønin faðirvár innan í mær. Eg kenni ein fullkomnan frið. Guð, sum er størri enn alt, girðir meg frá øllum síðum. Tað er í hansara heimi, at eg gangi at húsum við eini spann av nýmjólk í hondini. Okkara heimur er Guðs heimur, tí øll jørðin er full av hansara dýrd.”

Tey flestu av okkum kenna nakað av hesum sama frá okkara egnu barnaárum. Hvør rík og signað er tilveran, har Jesu navn verður nevnt yvir teimum smáu. Tað var vælsignað, at kunna fara til songar, balla seg væl, og so kom onkur – móðir ella faðir, omman ella abbin – og bað kvøldbønina og risti krossins merki.

Tað er vitnisburðurin hjá so mongum, at bønin hjá mammuni vitjaði aftur, tá ið barnið sum vaksin gekk tær gøtur, ið varpa myrkur inn yvir sál og sinni.

Sum ein gamal illa tuskaður maður segði við prestin, ið vitjaði á sjúkrahúsinum. “Prestur, bønin hjá mammu míni hevur fylgt mær alt lívið. Hennara rødd ljóðar innan í mær, sjálvt um eg valdi at ganga ein annan veg. Kunnu tygum gera mær eina tænastu og biðja bøn móður mínar, faðirvár.”

Tað var tøgn á stovuni. Tað, sum ikki kundi sigast, var sagt. Hin signaða røddin á mammuni hoyrdist aftur í rødd prestsins. Tað er ongantíð til fánýtis at biðja, sjálvt um vit freistast at halda, at alt er vónleyst og til onga nyttu.

Martin Lønnebo lýsir hetta so avbera væl við sjúkrasong móður sínar. “Gingin eru tríati ár. Andlitið á mammu er merkt av elli. Hon dregur andan tungliga. Beinini eru køld. Likamið tykist at gloyma at anda, men byrjar so aftur og aftur. Loksins ljóðar eitt stillur djúpur andadráttur, sum tekur saman um lívsins stríð og strev, og hon fer foldum frá.

Eg boygdi meg niður ímóti henni, lat eyguni aftur, streyk henni um ennið og legði hendur hennara saman.

Mamma hvílir í fullkomnari hvíld. Tað er fullkomið. Eg kenni eina sterka kenslu av andans felagsskapi við tey, ið farin eru undan. Tey kennast so nær beint nú. Hetta eru ikki einans kenslur. Hetta er ein still nærvera av ævinleika mitt í tíðini.”

Ríkast tykjast mær tær løtur, har vit skoða og uppliva Guðs stórleika og friðin í trúnni á Jesus. Andi Guðs vitnar saman við anda okkara, at vit eru Guðs børn og arvingar til ævigt lív.

Saman við bønini ljóðar áheitanin um at leita. Jú vit leita og søkja bæði eitt og annað. Tað er ein longsul og ein tráan. Leitið, sigur Jesus, og tit skulu finna.

Viðhvørt fáa vit bønarsvar beinanvegin. Aðrar tíðir mega vit bíða leingi.

Umráðandi er at verða áhaldandi í bønini, tí bønin skapar lív og trivnað. Bønin broytir tann biðjandi, so viðkomandi fær styrki til dagsins verk. Í bønini søkja vit tað æviga og ganga inn um hitt tronga portrið.

Tað er lívsins stóra løta, tá ið vit mitt í tí gerandisliga síggja frelsaran Jesus og tað tronga portrið, – portrið inn til tað æviga lívið. Amen.

Orðið: “Biðið, so skal tykkum verða givið.” (Matteus 7,7).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo