Um ætlanin er at skapa glaðar løtur, mega vit varnast, at gleðin er at finna í tí smáa og kenda. Um vit einans bíða eftir tí stóra, at eitthvørt stórt hendir ella er á skrá, gerast vit aloftast vónsvikin.
Eyðvitað eru tað serligar løtur, ið eru einastandandi og í serklassa. T.d. at verða avlærdur og fáa sveinabræv sum handverkari, ella at fáa prógv eftir at tíðin á skúlabonki er lokin.
Løtan, tá ið vit gerast foreldur, er ósigandi stór. Børnini eru foreldranna størsta ríkidømi. Børnini eru ein gáva frá Harranum og ein lívslong uppgáva.
Hin sanna gleðin er trúgv móti tilveruni, tá ið tað gongst væl. Hin sanna gleðin er hjástødd og yvirlivir, tá ið illa veit við, so aftur hækkar sól eftir tyngri huglag.
Tann djúpa gleðin sæst ikki einans, tá ið vit flenna í skellilátri. Hin sanna gleðin er mangar ferðir størri enn láturin, ið fyllir rúmið, eftir at lættar søgur eru sagdur. Láturin er viðhvørt eins langt frá gleðini, sum dagur er frá nátt.
Ikki so at skilja, at láturin ikki kann rúma gleðini. Men so at skilja, at láturin eins væl kann fjala veruleikan, at vit ikki trívast. Látur og lættar orðingar kunnu fjala sálarligar avbjóðingar.
Tað er ongantíð einans ein spurningur um at flenna og nærmast ganga av verðini í látri. Heldur er spurningurin, um láturin er trúgvur móti tilveruni og teimum streingjum, ið seta tónleik til lívið. Við heitum frá tónlistini kunnu vit spyrja: Er lívið í dur ella í moll?
Vit eru ymisk, hava ymiska tilgongd til lívið og meta ymiskt um virðini í lívinum. Onkursvegna meg vit virða og góðtaka, at soleiðis er tað. Tað, ið fyri mær er av týdningi, sigur onkrum væl minni.
Mær tykir at tað heilt vanliga og gerandisliga inniheldur frækorn, ið kunnu fylla lívið við innihaldi og kensluligum ríkidømi. Frækornini vaksa og bera ávøkstur sum gleðiligar løtur í tí heimliga og sonn gleði í hjartanum.
Gleðin er størri enn íbornir eginleikar, og hon kemur til okkum uttanífrá. Gleðin vellir ikki fram innaní okkum av sær sjálvum. Gleðin kemur til okkum umvegis tey menniskju, vit liva saman við ella møta á lívsleiðini.
Gleðin verður givin ella borin okkum. Gleðin er bundin at medmenniskjum, sambondum og felagsskapum.
Vit eru mong, ið hava upplivað nógv jaligt og eru komin væl fram á lívsleiðini. Yrkisliga fingu vit møguleikan at realisera okkum sjálv. Nógv vignaðist væl, um ikki alt var fulltikið. Tað føðir nøgdsemi og gevur eina fakliga gleði, tá ið vit hugsa afturlítandi.
Tað stóra er veruliga, at innihaldsrík ár vórðu løgd til lívið. At fáa náðir at eldast er ikki ein sjálvfylgja, og tíverri fórust mong í góðum árum. Tað er altíð svárt at missa, og Guð styrki tey, ið syrgja ein av sínum kæru.
Makin, børnini og øll teirra. Tey eru við atliti at tí heimliga okkara felags ríkidømi. Hetta er tað dýrasta vit eiga. At eiga hvør annan og fáa náðir at fylgjast fram á leið saman við yngri og vaksnum børnum.
Tað er eitt satt ríkidømi at kunna fylgjast gjøgnum lívið saman við trúarfeløgum í fólkakirkjuni og kristnum brøðrum og systrum í øðrum kirkjum og samkomum. Vit eiga í tí kristna felagsskapinum nakað dýrabart, og tað er mikið meira enn tímilig virðir.
Hin kristni felagsskapurin er okkum lívið og gleðin hin sanna. Fyri mær er fólkakirkjan ein forgarður til tað æviga lívið. Onnur kristin hava aðrar forgarðar til Guðs ríki .
At møta ævinleikans gleði í tí tímiliga gjørdi allan munin. Glæman frá ásjón Jesu Krists ger tað møguligt at ganga tær til okkum løgdu gøturnar, hóast vit snáva um smátt og stórt.
Vit koma aftur á føtur, tí Jesus tekur í hond okkara og leiðir okkum ígjøgnum lívið og heim í Guðs ríki. At verða borin av Jesusi, tá ið førleikin at ganga er ivasamur, er undurfult.
Hin sanna gleðin dvølur ikki einvíst við okkara egna hjarta. Gleðin hyggur úteftir og ynskir at lyfta upp og gagna øðrum. Tað er hjartans gleði teirra, ið boða Guðs orð, at onnur mega koma til trúgv á Harran Jesus og fáa lut í Guðs gleði.
Tað er ein týðandi gerningur, um vit í Jesu navni bera gleðina á gátt hjá teimum, vit møta á lívsleiðini. Tað sær ikki út av tí nógva, um vit opna dyrnar inn til teirra, ið sita einsamøll, liggja sjúk heima við hús ella eru á sjúkrahúsi.
Í tí stilla at opna dyrnar hjá treingjandi sum sendiboð Jesu Krists er mikil tænasta. Tað skapar gleði, hóast jørðin valla gyllir leiðir teirra vitjandi við heiðursmerkjum. Amen.
Orðið: “Gævi mín songur má vinna hans yndi, í Harranum havi eg frøi mína.” (Sálmur 104,34).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo