Tá ið vit umrøða tíðina, hátíðir og merkisdagar kann verða sagt, at nógv ferð er á hjólinum. Sipað verður til veruleikan, at tíðin tykist ganga skjótt, at arbeiðsvikan er ikki meira enn byrjað, so er vikuskifti. Nakað tað sama verður sagt um feriur og frídagar.
Mong hava sæð kirkjuárið avmyndað og fest á eitt hjól. Tær kirkjuligu hátíðirnar og sunnudagarnir hava ávísan lit. Fleiri fylgjandi sunnudagar kunnu hava sama litin.
Á jólum minnast vit Jesu føðing, at Guðs sonur kemur til jarðar. Páskirnar minna á Jesu líðing, deyða og uppreisn. Hvítusunnan sigur frá Heilaga Andans komu, at tey trúgvandi vórðu fylt av Guðs Anda og framhaldandi verða leidd av honum.
Litirnir á hjólunum hava ein symbolskan ella námsfrøðiligan týdning, t.d. sorg, fagnaður og vøkstur. Tær stóru hátíðirnar eru allar í fyrru helvt av kirkjuárinum.
Eftir hvítusunnu kemur gerandisdagurin í kirkjuárinum. Dentur verður lagdur á lív og læru, at vit gerandis og heilagt liva og bera okkum at sum Guðs børn.
Hetta tíðarskeiðið hevur grønan lit og ímyndar, at kirkjuliðið kann mennast, vaksa og bera frukt menniskjum til signingar og Guði til heiðurs og æru.
Á ein hátt er tíðin ein endaleys endurtøka. Leygardagin undan 1. sunnudegi í advent er seinasti dagur í kirkjuárinum, og longu dagin eftir byrjar eitt nýtt kirkjuár. Gamlaárskvøld boðar frá einum ársskifti. Eitt ár fer og eitt annað kemur.
Nakað av hesum sama hómast í árstíðunum. Ein árstíðin loysir aðra av, og hvør teirra varir okkurt um tríggjar mánaðir.
Onkursvegna gongur skiftið í árstíðunum hond í hond við tíðarskeiðini í lívi menniskjans. Vit eru børn og ung. Fáa vit náðir at liva, gerast vit gomul. Ímillum føðing og deyða er lívsins summar, ið á mangan hátt líkist veðurlagnum. Nøkur menniskju fáa eitt langt og gott summar, hjá øðrum er tað væl styttri.
Hóast endurtøkuna er lív menniskjans rættiliga ymiskt frá einum til annan. Várið í lívi hins einstaka var ikki altíð várligt. Tað hendi, at summarið ongantíð kom.
Í so máta er orðið endurtøka ikki ein nøktandi útsøgn um tilveruna. Onkuntíð er tað hóskiligari at siga, at lívið er ein einvegis ferðaseðil úr vøggu í grøv.
Dagurin í gjár er farin. Dagurin í morgin er ikki komin. Í dag er møguleikin at vera til staðar og við míni hjáveru vera nakað fyri onkran. Sita hjá, halda í hondina á og vera hjástaddur í bøn og tøgn. Heilt og fult vera til staðar, tí dagurin kemur ongantíð aftur.
Í dag kann eg gera mun og vera øðrum til nyttuna. Bera eina tasku fyri onkran, ið hevur skerdan førleika. Lesa ein tekst fyri einum sjónveikum. Koyra ein biltúr við onkrum, har avlamni tók koyrikortið frá einum menniskja.
Ein einvegis ferðaseðil ljóðar dapurt og álvarsamt. Tó, so er tað júst hetta fráboðanin í Kvf minnir á, tá ið andlát verður lýst. Fólk fara foldum frá í øllum aldri. Ikki altíð er áramálið høgt. Felags fyri øll, ið fáa boðini at flyta, er, at eingin vendir aftur.
Talan er í hesum føri ikki um eina endurtøku. Andlát sigur frá lívláti.
Talan er heldur um ein einvegis ferðaseðil. Vit liva nú. Dagurin er løtan, og løtan er dagurin. Løtan og dagurin eru møguleikin.
Onkursvegna er hetta rætt og satt, samstundis sum tað er skeivt og misvísandi. Í ljósinum frá boðskapinum um hann, ið koma skal, kunnu vit siga, at ævinleikin og tað æviga lívið eru komin inn í ta jarðligu tíðina við Jesusi.
Jesu fyrra koma til jarðar sum barn føtt í fjósi er menniskjum ein frelsandi møguleiki. Tað er longu nú møguligt at stíga inn í ta ævigu tíðina, ið er himmiríkisins sæla.
Jesu seinna koma til jarðar á himmalsins skíggjum er álvarsemi. Jesu afturkoma er dómur heimsins. Tá verður tað, sum tað er. Tá verður avgerð okkara vird og tikin fyri fult, og tað verður, svá vit valdu.
Tvinnir møguleikar eru: At taka ímóti Jesusi sum Harra og frelsara, ella vit siga nei takk til Guðs umsorgan og frelsu.
Álvarsemið er, at onkuntíð kunnu vit bøta um støðuna, tí vit fingu ein møguleika afturat. Við andlát er møguleikin farin, tí lívið er at líkna við ein einvegis ferðaseðil.
Álvarsemið er, at ein einvegis ferðaseðil ikki gevur nakran møguleika afturat. Tað verður, svá tað er. Tað vendist ikki aftur. Tað er eingin møguleiki fyri bót á borðið.
Biði í dag, meðan lívið er, lívsins Guð ta bøn, at tað eydnast okkum í sterkum og veikum løtum at velja Jesus. At vit geva okkum yvir til Guðs náði, biðja um fyrigeving og takka fyri møguleikan, – frelsuna!
Við Jesusi eru vit eru búgvin at møta Guði várum. Amen.
Orðið: “Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!” (Matteus 25,13).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo