Eins og tað makliga lotið kennist andans friðsæla kvirra. Sum fleyrið á sumri yndisligt og unniligt. Sum ein várligur nælandi spíri. Sum ein litríkur dagur á heysti, tá ið tey følnaðu bløðini stillisliga detta av trøunum.
Hann er ein vælsignaður frelsari, Jesus Kristus. Í serklassa og munin mætari enn øll onnur nøvn. Jesus er reinlyndur, hjartagóður og kærleiksfullur í síni umsorgan.
Eingin er sum Jesus. Ongastaðni verður syndarin so væl móttikin, sum tá ið hann fær náðir at liva og hvíla í føvningi frelsarans.
Einans góðska og náði vella fram úr himinsins ævigu goymslum. Mong ein troytt sál fann friðin og hvíldina og fekk staðfest, at eisini eg arma menniskja fekk lut í tí størsta. At nema Guðs æviga frið í hjartanum, har áður ófriður og ótti búðu.
Tað undurfulla við Jesusi er, at hann leggur sín frið í hjørtu okkara. Vit, ið viltust av leið ella rendu okkum føst í lívsins leiki. Vit, ið høvdu mist vónina og lívsgleðina. Vit, ið mistu trivnaðin á gólvið.
Kristus kom til okkum eina náttarvøku ella ein myrkan dag og rætti okkum hondina. Einans tvey orð: Fylg mær!
Hesi bæði orðini broyttu alt. Myrkrið hvarv, og dagurin varð ljósur. Ófriðurin fór út ígjøgnum dyrnar og møtti einum friðarhøvdinga í durunum. Endurskapað, kveikt av nýggjum og friður í sál og sinni.
Eyðvitað vita vit, at lívið ikki einans er ein vakur leikur, har alt er væl. Tað er so mangt ymiskt, og okkurt er ljótt og ónt. Men henda vitanin kann ikki nýtast til stórvegis, tí tann, ið reinur er, kann kasta hin fyrsta steinin.
Sum prædikumaður vísi eg fegin á tann vónríka møguleikan og veruleikan, at Jesus Kristus er mentur at hjálpa hinum einstaka. Hjálpin er so munagóð og ítøkilig, at tað er at ganga yvirum frá deyðanum til lívið. Vit verða endurnýggjað til livandi vónar.
Tað eru, Guð havi lov, mong menniskju, ið kunnu vitna um tað sama. Mong menniskju hava tað gott í sálini og hvíla í Harrans stillu nærveru. Ein nýggjur sangur er lagdur í munnin. Vit tilbiðja, æra og lovsyngja Harranum í einfaldari trúgv.
Hesi hóvligu stillu kristnu liva við Guðs himmalska friði í hjartanum. Stillar løtur í bøn og andakt. Forløg teirra eru í Guðs hondum.
Tá ið ótti og angist banka á hjartans dyr. Tá ið ljósið viknar, og dimmið sígur niður yvir. Eisini í náttarmyrkrinum er Jesus hjástaddur.
Nøkur okkara hava møtt Jesusi, tá ið myrkrið fjaldi sólina, og dagurin var bikasvartur. Ljósins Guð er hjá okkum í dimmi og myrkri, tí Jesus ræðist ikki skýmingina.
Henda andaktin dvølur við friðin, Guð eigur at geva menniskjum í trúnni á Jesus. Mong menniskju hava livað sítt lív í trúgv á Guðs vernd og umsjón. Tey livdu sítt stilla trúarlív bæði innan kirkjugátt og heima við hús.
Mong tilbiðjandi gudsbørn eru kallað til hvíldar. Tey eru farin heim í tann æviga friðsæla staðin, har Jesus leiddi tey til faðirsins ásjón.
Jesus er frelsari teirra stillu í landinum. Jesus er frelsari alra okkara, hóast vit til tíðir larma eitt sindur meira enn onnur. Jesus er okkum dýrabarur í lívi og deyða.
Tað undursama hendi, at menniskju á lívsleiðini møttu einum Guðs vini, ið bar ein vitnisburð frá lívsins Harra. Viðhvørt megna vit ikki lívið, og tað sær svart út framman stavn. Aðrar tíðir kennist tað sum at sita í eini djúpari gjógv og líka hóma eina veika glæmu langt omanfyri eins egnu tilveru.
So møttu vit Jesusi í vitnisburði teirra trúgvandi, og hann gjørdi allar lutir nýggjar. Alt broyttist, og tað varð mikið lættari at draga andan og liva.
“Mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki.”
Tað er nógv gott og gleðiligt at siga frá. Tikið samanum verður vitnað: Undurfullur er friðurin í Jesusi. Friðurin er ein Guðs kraft. Talan er um ein skúla í fótasporum Meistarans, har vitanin verður vísdómur, ið gevur trúnni ró, frið og støðufesti.
Jesus er í síni góðsku størri enn okkara synd og føll. Hann býður okkum sín djúpa æviga frið. Hann gyllir okkum dagin, hóast mótgongd og tregi eru á leiðini. Hann setir einglar at halda vakt og vakja yvir okkum í lívi og deyða.
Jesus Kristus er nakað serligt. Vit kunnu øll ákalla navn hansara til frelsu. Hann ger ikki mannamun og tekur væl ímóti øllum. Jesus ynskir ikki nakran syndarans deyða, men at øll skulu koma til umvendingar og trúgv og hvíla Guðs frelsu.
Jú, ein vinur møtti mær á lívsleiðini, og navn hansara er Jesus! Amen.
Orðið: “Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól.” (Sálmur 91,9).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo