Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At stíga inn í tøgnina og vera hjástaddur í kvirru. Viðhvørt er løtan mettað og skaðin so stórur, at tøgnin er hóskandi. At vera hjástaddur slíkar løtur er ein góð hjálp.

Minnisvarðarnir runt um í landinum vitna um nógvar tungar og krevjandi løtur. Hitt fongríka havið kravdi dýrt viðurlag, og vit mistu tað dýrasta, vit áttu.

Fyrsta november steðga vit á, drýpa høvur og minnast við tøkk. Nøvnini eru kærleikans heitu bond, – maður, kona, sonur og systir.

Siðvenjan er vøkur, at vit árliga minnast tey, ið fingu váta grøv. Nøkur vórðu funnin og løgd til hvíldar í heimligari jørð. Onnur vórðu eftir har úti.

At vit árliga minnast tey sjólátnu er ein gomul vøkur siðvenja. Talan er um sálarrøkt, tað at hond verður tikin um menniskjansliga missin.

Tað er gott fyri sorgina at vitja eitt virðiligt stað, ið er savningarstaður teirra, ið mistu síni kæru á sjónum. Dagurin er árligur og ásettur at vera 1. november, tí sorgin er ikki eitt ávíst dagatal ella áramál.

Sorg er meira enn dagar og ár. Allahalganna sunnudagur varpar í Havnar kirkju ljós á ta sváru støðu, tá ið børn og pinkubørn verða kallað til hvíldar. Harrin styrki foreldrini, ið syrgja og dvølja við ríka hugsan og brostnar vónir.

Sorg er heimleysur kærleiki og verður tí borin alt lívið. Vit kunnu geva teimum, ið vit umgangast og liva saman við, ein koss. Vit kunnu taka tey í føvningin. Henda møguleikan hava vit ikki, tá deyðin ger skilnað.

Tess vegna er sorgin sum heimleysur kærleiki nívandi. Sorg er ein lívslagna. Sjálvt um vit hava ein neista av lívi og spakuliga koma víðari fram á leið, so er sorgin fylgisveinur lívsins. Tey ríku minnini eru ein dýrabar ogn.

Frásøgnin í GT um Job vísir tað stóra dýpið av sálarkvøl, sum vanlagna og sjúka bera við sær. Vísir tað dýpið av mótloysi, sum sorgin føðir. Vísir tað sálarmyrkur, ið fylgir við útaftur í eina ljósari framtíð.

Sjálvt um Job var sakleysur og rættiligur maður, so gekst honum illa í hond. Hann misti børnini, ið vóru hansara dýrasta ogn.

Tá Job fekk deyðsboðini av børnunum, varð hann yvirtikin av sorg. Reaktiónin var ógvuslig, og hann skræddi klæðini av sær. Síðani kastaði hann seg til jarðar og bað til Guð í himlinum.   

Í hesi bøn stendur tann væl kenda máliskan: “Harrin gav og Harrin tók, Harrans navn verði lovað.” (Jobsbók 1,21).

Sjálvt um Job hvílir í síni guðstrúgv, er hann álvarsliga nívdur av trega og kvøl. Støðan gjørdist ikki betri, tá ið konan hálvgum misti tolið við Job og segði: “Heldur tú enn fast við sakloysi títt. Banna tú Guði og legg teg at doyggja!”

Tað er í hesi sváru støðu, at Job fær vitjan av trimum vinum. Teir høvdu hoyrt um hansara vanlagnu. Teir ráddu av sínámillum at fara at finna Job og sýna honum samhug og ugga hann.

Tá vinirnir koma á staðið, sóu teir, at støðan var álvarsom. Sorg og saknur høvdu rivið so hart í Job, at hann var ókenniligur. Tá er tað vit lesa tey læruríku orðini, ið eru verd hjá okkum at eftirlíkna.

“Og teir sótu hjá honum á jørðini í sjey dagar og sjey nætur, og eingin teirra talaði eitt orð til hansara, tí at teir sóu, at pínsla hansara var ovurmikil.”

Frásøgnin um Job er drúgv, og hon skiftir millum ljós og myrkur, vón og vónloysi. Eftir drúgt arbeiði er niðurstøðan hóast alt lívsjáttandi.

Soleiðis hevur tað eisini verið og er framvegis hjá fólki okkara. Gleði og sorg fylgjast ávegis. Vit eru sálarliga betur fyri og so aftur verri fyri.

Vit hava gjøgnum tíðirnar og í nýggjari tíð mist so ómetaliga nógv fólk á sjónum, á landi og í luftini. Tey avvarðandi mistu burtur av teirra dýrastu ogn.

Ein minnisvarði og eitt leiði á kirkjugarðinum eru álvarsemi. Tó gleðast vit um, at faðir- og móðurleys børn trívast og mennast, at einkjur og einkjumenn í síni sváru sorg uppliva onkran glotta, at foreldur og systkin fingu styrki at koma víðari og ávegis.

Tá ið hugsað verður um skip og bátar, takka vit Guði fyri tey, ið vit fingu aftur á lívi eftir óhapp og vanlukku. Hetta eru lívsins forløg, og tøkkin tekur á ongan hátt broddin av sorgini.

Tað er mín kristna trúgv, at Jesus er hjá teimum doyggjandi uttan mun til hvat og hvussu.

Tað er mín kristna trúgv, at vit sum doyggja vegna Jesu uppreisn skulu liva ævigt í Guðs ríki.

Henda trúgvin er mær nóg mikið uttan at vita so nógv meira at siga. Hjá Jesusi í lívi og deyða. Amen.

Orðið: “Men eg veit, at loysnari mín livir, yvir dustið skal málsmaður rísa upp... Hann skulu eygu míni skoða og ongan fremmandan!” (Jobsbók 19, 25-27).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo